Formaðurin í Róðrarsambandinum minti fyri ikki so langt síðani á, at tað er í Miðvági, at teir eiga metið, tá tað ræður um at fáa kappróðrarnar skjótt avgreiddar. Tá vestanstevnan var í Miðvági fyri fýra árum síðani, vóru tað bara ein tími og seks minuttir frá tí, at startskotið brast fyri fyrsta róðrinum og inntil síðsti róðurin var liðugur.
Í Miðvágs Róðrarfelag er manningin ikki tann sama, sum hon var fyri fýra árum síðani. Sambært formannin er talan um nýtt, ungt og harvið óroynt fólk at skipa fyri kappróðrinum. Men formaðurin, Hans Jákup Jacobsen, letur væl at, at tey hava fingið góða hjálp og vegleiðing frá teimum, sum so ofta hava verið við.
Formaðurin stúrir ikki fyri kappróðrinum. Heldur sigur hann seg gleða seg. Tá vit tosaðu við hann hóskvøldið var alt mest sum klárt.
Sum vit áður hava sagt, so verður fyrsti róðurin ikki fyrrenn klokkan fimm í dag. Teir bíða eftir sjóvarfallinum. Miðvingar við innliti í umstøðurnar hava sagt, at tað ber ikki til at rógva, fyrrenn tað er hálvfløtt, og tað er tað klokkan fimm. Tá verður ungdómsróðurin, har fimm manningar skulu taka lut. So verða teir seks FM róðrarnir.
Allar kappingarnar eru á túsund metrum verður sagt. Men tað er ikki heilt rætt. Sambært formanninum í Róðrarsambandinum, Hannisi Joensen, hevur Matrikulstovan mált kappróðrarmálið á Miðvági at vera 930,90 metrar. Tað vil siga, at málið er 29 metrar longri enn málið er á ólavsøku, tá tað verður kappast á 901,31 metrum.
Er tað soleiðis, at bátarnir rógva seg upp á sandin, tá teir koma á mál, spyrja vit Hans Jákup Jacobsen, og hann svarar soleiðis:
? So galið er tað ikki. Manningarnar nýtast ikki at stúra fyri, at bátarnir fara at standa. Men tær mugu ansa sær. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað ber ikki til, sum tað ofta sæst, at bátarnir reka langt inn um málið. Tá bátarnir eru farnir gott og væl inn um málið, mugu teir skjóta eitt sindur á og so ansa sær, tá teir takka hvørjum øðrum fyri róðurin og rópa hurrá.
Tá vit tosa um umstøðurnar at rógva innanfyri grótkastið, sum stingur úr Húsalandinum innanfyri Giljanes, so heldur formaðurin í róðrarfelagnum í Miðvági, at tað ber illa til at finna betri umstøður:
? Tað valdast sjálvandi fyrst og fremst um veðrið, sum vit einki kunnu gera við. Men annars eru umstøðurnar sera eins uttan mun til, hvar bátarnir liggja. Tað er ikki soleiðis, at teir, sum eru uttast ella innast, hava meiri ella minni viðrák ella mótrák. Tað er so at siga sum í einum baðikari, og vit tora at siga, at fasti starturin verður góður og beinur. Tað verður hann, tí vit hava hava spent ein trossa frá Prestlandinum og yvir á Húsalandið. Hann er festur við kongum, sum eru stoyptir fastir. So er hann spentur við taljum, og so seta vit skeklar í. So hann skuldi verið rimmar fastur, og harafturat hava vit teymar inn í grótkastið, so eingin bugur skuldi komið í.
Ætla tit at gera skjótari av enn fyri fýra árum síðani?
? Tað er einki mál í sær sjálvum. Men tað átti ikki at verið ómøguligt, um alt lagar seg væl. Ta ferðina róðu genturnar tveir kvalifiseringsróðrar, áðrenn tær róðu finalu. Hesa ferð verður bara ein genturóður, men so verður ein ungdómsróður eisini. Smyril er settur at fara avstað aftur klokkan 19. Tá rokna vit við, at steypahandanin verður av. men stingur okkurt óvæntað seg upp, so rokna vit við, at Smyril lagar seg eftir tí. Hetta er jú ein kappróðrartúrur burturav hjá honum. Men vit fara at gera okkara besta. Róðrarmanningarnar og teir í Róðrarsambandinum hava fyrr í summar víst, at tey duga síni ting.
Miðvingar borðreiða fyri róðrarfólkunum í kantinuni á Fiskavirking í Miðvági. Har fara róðrarfólkini at fáa skerpikjøt og annan góðan føroyskan viðskera, áðrenn tey fara at seta á teir 930 metrarnar.
Mynd: Fjørða
Vestanstevnu kappróðurin verður fluttur tveir tímar í mun til tað, vanligt er á summarstevnum, orsaka av sjóarfallinum. Róð verður klokkan fimm seinnapart. Fjøra er klokkan trý, og tá er turt rættiliga langt út á vágna.
Mynd: Edvard Joensen