Fyrst í 1997 vóru tvær ætlanir fyri múrin í Kirkjubø lagdar framm. Onnur kom úr Føroya Fornminnissavni, hin frá einum áhugabólki, sum var mannaður av Páll Patursson, bónda í Kirkjubø, Tróndur Paturson, listamálara, og J.P. Gregoriussen, arkitekti.
Hetta var byrjanin til eitt langt stríð, um hvør loysn var best, og hvat skuldi gerast við Múrin. Skiftandi mentamálaráðharrar høvdu ymiskar áskoðanir, og gjógvin millum tey, sum vildu verja, og tey, sum vildu brúka, var djúp. Í 2001 varð ein Múrnevnd sett, sum skuldi sameina allar partar og koma við tí góðu loysnini.
Vit hava leitað í arkivunum hjá Sosialunum og funni nøkur sitat frá heita kjakinum hesi árini. Allir partar komu til orðana, men oddagreinarnar tóku týðiliga støðu.
Páll Paturson í lesarabrævið í Sosialinum 25. November 1997
Eg haldi, at Múrurin er ein náttúrligur bygningur, og tí haldi eg, at besta
verja má vera at verja hann á náttúrligan hátt, við tekju, hurðum og
vindeygum, og ikki seta hann inn í eitt ella annað. Hann er bygdur at
standa úti, men undir taki.
Landsantikvarur Arne Thorsteinsson segði í Degi og Viku herfyri, at okkara
Verkætlan vildi skaða Múrin. Eisini segði hann at nú mátti Múrurin verjast móti menniskjum. Spurningurin er hvørjum menniskjum? Embætismenn og yvirvøld hava ikki altíð verið tey bestu menniskju fyri fornminnini í Kirkjubø.
Múrurin er og verður í mínari verð Dómkirkjan, Magnus Katedralurin, sum
myndugleikar og embætismenn eftir trúbótina hava rivið takið av, vindeygu
og hurðar úr, og flutt ella selt tað burtur. Nú er tíð uppá at fáa alt hetta gjørt aftur, og ongantíð ov skjótt.
Símun V. Arge, táverandi savnsvørur á Føroya Fornminnissavni í samrøðu við Sosialin 16. apríl 1998.
Tað er skelkandi at hoyra, at Múrurin skal gerast til brúksbygning fyri at nýta hann í ferðamannavinnuni.
Sjálvandi skal hann vísast fram fyri ferðafólki, men hann kann og skal ikki nýtast til annað enn tað hann er, nevniliga eitt fornminni.
Oddagrein í Sosialinum 6. Juli 1998
Lógin hevur ikki til endamáls, at einhvør Hanus og Janus, sum ikki tolir sýnið av einum fornminni, ið stendur sum toft, skal sleppa at gera hesa toft til brúkshús.
Lógin hevur hinvegin til endamáls at tryggja okkum og okkara eftirkomarum, at jarðføst fornminni fáa frið. Hetta endamál kann ikki røkjast, um hægsti myndugleiki setir allan sakkunnleika og allar viðkomandi stovnar til viks, hvørja ferð onkur smartur persónur ella ørvitisknokkur fær eitt smart hugskot. Tað er júst hesum smartu og
ørvitisknokkunum lógin skal verja fornminnini ímóti.
Samrøða í Sosialinum, 15. Juli 1998 við Annfinn Brekkstein, táverandi bygdaráðsformanni í Kirkjubøar kommunu, um ætlanirnar hjá Forminnissavninum.
Eg trúgvi, at tað teir fara í holt við tekur ikki 2-3 ár, men millum 10-20 ár. Tað er eitt
líknandi dømi um, at arbeiðið skuldi taka 2-3 ár, men nú 13 ár eru liðin
síðani farið varð í gongd, veit eingin, hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn
tað verður liðugt. Tað tekur altíð longri tíð enn teir siga.
Torbjørn Jacobsen í samrøðu við Sosialin 27. Juli 2000, stutt eftir at hann varð settur sum landstýrismaður í mentamálum.
Tað ræður um at avgreiða mál, og eg síggi onga orsøk til, at t.d. Kirkjubømúrurin framhaldandi skal verða smoygdur undan einari politiskari avgerð
Oddagrein 6. Juni 2001 (tá Óli Holm varð settur sum nýggjur landstýrismaður í mentamálum)
Vónandi fer nýggi landsstýrismaðurin at ... lata lóg og landaskil valda, tá tað snýr seg um størsta fornminni okkara, Múrin í Kirkjubø, og aftur letur myndugleikan og stovnin á hesum øki málið upp í hendi.
Torbjørn Jacobsen í grein í Sosialinum 13. Juni 2001 í samband við at hann - tveir dagar áðrenn hann fór frá sum landstýrismaður - setti Múrnevndina við Petur F. Zachariassen sum formanni.
– Vit kunnu staðfesta – bara við at hyggja at múrinum – at tað hevur verið tosað um hann í ártíggjur, í árhundrað, men einki er hent.
Man hevur ikki kunnað loyst upp fyri nøkrum sum helst. Og hesum havi eg so tikið avleiðingarnar av og valt ein mann, sum vit í Mentamálastýrinum hava stóra virðing fyri og stórt álit á.