Trygd og hugni hond í hond

Bátafelagið á Bakka tók herfyri stig til eitt áhugavert og hugnaligt familjutiltak, har fólk vórðu kunnaði um trygdarútgerð til bátar. Skipað varð eisini fyri hugnaligari samveru, har kynt varð upp undir grillini, samstundis sum fólk fingu kaffi, te og sunkist at leska sær við

Familjutiltak

 

Í góðveðrinum seinasta leygardag skipaði Bátafelagið á Bakka fyri einum sonevndum familjudegi. Felagið hevði fingið Gummibátatænastuna heim úr Havn av vísa limum felagsins, familjum teirra og øðrum áhugaðum ymiska bjargingarútgerð.

Fólk høvdu høvi at síggja, hvssu eitt nú bjargingarbátar, neyðrakettir, neyðbluss og yvirlivilsisdraktir skulu brúkast í neyðstøðu.

- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava skipað fyri einum slíkum degi, og eg haldi, at hann eydnaðist sera væl – ikki minst, tí veðrið var so gott hendan dagin.

Tað sigur John Tórður Sigurðsson, formaður í Bátafelagnum á Bakka.

Eini 100 fólk – bæði vaksin og børn - vóru við til familjutiltakið.

 

Trygd og hugni

Endamálið við tiltakinum var í fyrsta lagi at vísa fólki, hvussu ein bjargingarbátur verður blástur upp.

- Gummibátatænastan hevði ein bjargingarbát heim við úr Havn. Hesin báturin varð blástur upp á bryggjuni “manuelt”, so fólk sóu, hvussu báturin blæsist upp.

Hann sigur, at ein annar bjargingarbátur hjá einum av limum felagsins eisini varð blástur upp á bryggjuni hendan dagin.

- Hesin varð blástur upp automatiskt, júst soleiðis sum ein bátur verður blástur upp í neyðstøðu. Her høvdu fólk høvi at síggja, hvussu hetta verður gjørt, og hvussu tað gongur fyri seg.

John Tórður sigur, at hesin seinni báturin, sum kom av einum frítíðarbáti, var til fýra fólk.

- Tað gekk væl at blæsa bátarnar upp, og fólk fylgdu við stórum áhuga við hesum, sigur hann.

 

Onnur útgerð

Á familjudegnum sluppu fólk eisini at síggja, hvussu ein neyðrakett verður skotin, og hvussu neyðbluss skulu brúkast.

- Fólk sluppu eisini at síggja yvirlivilsisdraktir, hvussu tú letur teg í eina slíka, og hvat er á eini drakt.

John Tórður sigur, at menninir, sum sýndu fram bjargingarútgerðina, dugdu síni ting sera væl og dugdu væl at greiða frá.

- Nú havi eg verið á trygdarskeiði og havi verið til fleiri bjargingarroyndir. Men tey eru nógv, sum hava bátar ella hava áhuga fyri bátum og sigling, ið ikki hava verið á skeiði og soleiðis onga frálæru hava fingið í bjargingarútgerð.

Formaðurin í Bátafelagnum heldur, at nú sigling við frítíðarbátum vindur upp á seg, hevur tað stóran týdning at kunna um trygd á sjónum.

- Limirnir í okkara felag eru fólk, sum hava bátar og fólk, sum ongan bát eiga. Einasta treyt fyri limaskapi er, at tú hevur áhuga fyri bátum – tað veri seg útróðrarbáti, báti til frítíðarfiskiskap og frítíðarbátum annars.

Sjálvur eigur John Tórður, sum formaður í bátafelagnum, ongan bát.

- Tað er tískil slett ikki neyðugt at eiga bát fyri at vera limur í felagnum, leggur hann aftrat.

 

Matur og drekka

Familjudagurin á Bakka byrjaði klokkan 14, og framsýningarparturin vardi í stívliga tveir tímar ella so.

- Eftir framsýningina fóru vit at grilla pylsur, og tá fingu fólk eisini kaffi, te ella Sunkist. Vit høvdu sett upp eitt tjald, har fólk kundu sita við borð og eta og hugna sær saman. Fólk høvdu sjálvandi eisini høvi at síggja húsið

John Tórður sigur, at felagshúsið var opið allan dagin, og hann metir, at eini 100 fólk vitjaðu á økinum.

- Eg haldi, at tiltakið eydnaðist stak væl, og tað var heppið, at veðrið var so gott allan dagin.

Bátafelagið á Bakka hevur einar 75 limir, og á familjudegnum fekk felagið einar 5 nýggjar limir. Limagjaldið er 200 krónur um árið.

 

Meira sigling

John Tórður Sigurðsson vísir á, at sigling við frítíðarbátum hevur vundið nógv upp á seg seinastu árini, og hetta hava tey eisini merkt í Bátafelagnum á Bakka.

- Siglt verður bæði her heima – til stevnur og festivalar – og uttanlands.

Hann vísir á, at ein av limum í Bátafelagnum á Bakka júst er komin aftur úr Dannark, har maður, kona og barn hava siglt í egnum báti í Danmark í einar fimm vikur.

- Tey sendu bátin niður við skipi, og hann kemur eisini heimaftur við skipi. Síðan fóru tey niður at sigla, og sum eg havi skilt, eru tey sera fegin um hesa øðrvísi summarfrí í Danmark.

John Tórður Sigurðsson, sum býr í Saltangará, hevur sjálvur siglt úti sum maskinmaður í fleiri ár.

- Vit hava eina fimmannanevnd í Bátafelagnum á Bakka, og eg havi verið formaður síðan seinasta aðalfund.

Formaður undan John Tórða var Hans Lamhauge, og undan honum var Allan Poulsen formaður.

Felagshølini á Bakka hýsa eisini undirhúsi, og her hittast limir til prát at kalla hvønn dag.