Knøpp tíðarætlan til fólkaatkvøðuna

Løgmaður ætlar at fáa broytt heimastýrislógina áðrenn fólkaatkvøðuna í apríl. Men hetta krevur fyrst samráðingar og síðani viðgerð og samtykt á Løgtingi og Fólkatingi. Kortini hevur løgmaður góðar vónir

 

Enn eru landsstýrið og danska stjórnin ongan veg komin í samráðingunum um at broyta heimastýrislógina, so tað verður lættari at taka yvir málsøki.

Danski forsætisráðharrin hevur enn ikki svarað løgmanni, um hann fer at taka undir við ætlanunum um at skipa rættarliga sambandið millum Føroya og Danmarkar av nýggjum, so at øll málsøki uttan ríkismál koma á føroyskar hendur samsvarandi einum tíðargivnum leisti. Men løgmaður vísir tó á, at danski forsætisráðharrin heldur ikki hevur svarað, at hann ikki tekur undir við ætlanini.

Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava avtalað, at samráðingarnar um at broyta heimastýrislógina skulu fara fram á embætismannastigið, og løgmaður hevur alment boðað frá, at samráðingarnar skulu vera lidnar í hesum mánaðinum. Men tað ber ikki til hjá fjølmiðlunum at fáa at vita, um nakar fundur hevur verið og um nakað er komið burturúr. Tá fjølmiðlarnir biðja um innlit í gongdina í málinum eru boðini úr Tinganesi greið: »Útflýggjan av nevnda tilfari kann skaða samskiftið millum partarnar í sambandi við tilgongdina um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya.«


Skal fyri tingið

Men skal tað eydnast at broyta heimastýrislógina áðrenn fólkaatkvøðuna, sum helst verður flaggdagin, 25. apríl, má ferð koma á samráðingarnar. Tí tað er nevniliga ikki nóg mikið, at føroysk og donsk embætisfólk semjast um, hvussu heimastýrislógin kann verða broytt. Skal heimastýrislógin broytast, má uppskot um hetta leggjast fyri bæði Fólkatingið og Løgtingið at taka støðu til.

Hetta ásannar løgmaður. Hann vísir á, at júst hetta er orsøkin til, at hann ætlar, at samráðingarnar við danir skulu vera lidnar í hesum mánaðinum.

? Útgangsstøðið fyri, at vit kunnu fáa allar hinar prosessirnar í ætlanini avkláraðar við rímiligum tíðarfreistum er, at vit fáa avklárað viðurskiftini við heimastýrislógini í hesum mánaðinum. Tað er eisini hetta, eg í brævi havi boðað Poul Nyrup Rasmussen frá, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.

? Men fyri at Fólkatingið og Løgtingið skulu kunna samtykkja at broyta heimastýrislógina, er neyðugt at danska stjórin og landsstýrið frammanundan eru samd um, hvussu broytingin skal vera. Og tað er hesa semjuna, vit skulu finna hendan mánaðin, ger Anfinn Kallsberg greitt.

Hetta vil siga, at føroysku og donsku embætisfólkini innan hesin mánaðin eru farin skulu gera eitt útkast til, hvussu heimastýrislógin skal broytast. Hetta skal síðani gerast um til lógartekst, og verður tað síðani lagt fyri Løgtingið og Fólkatingið.


Viðgerðin tekur tíð

Bæði Løgtingið og Fólkatingið hava sínar tingskipanir at ganga eftir. Hesar áseta millum annað mannagongdina fyri viðgerðini av lógaruppskotum, og hvussu drúgv tíð í minsta lagi skal ganga frá tí degi, at eitt uppskot verður lagt fram, til tað kann samtykkjast.

Tingskipanin hjá Løgtinginum sigur, at uppskotið skal latast formansskapinum tríggjar dagar áðrenn tað verður lagt fram. Tá tað er lagt fram, skulu ganga tríggir dagar til tað kann koma til fyrstu viðgerð. Síðani fer uppskotið í nevnd, har álit verður skrivað, og hetta kann taka drúgva tíð. Tá so nevndarálitið umsíðir er skrivað, skulu ganga tveir dagar til uppskotið kann samtykkjast ella fellast við aðru viðgerð. Vanligt er, at hendan gongdin vanliga tekur ein mánað.

Afturat hesum kemur, at bæði Fólkatingið og Løgtingið hava nógv onnur mál, ið skulu viðgerðast. Tí má uppskotið um at broyta heimastýrislógina kroystast inn í tíðarætlanirnar hjá bæði Fólkatinginum og Løgtinginum, skal tað eydnast at fáa heimastýrislógina broytta áðrenn fólkaatkvøðuna.

Men løgmaður stúrir ikki.

? Vit skulu nokk fáa uppskotið fyri tingið, og um danski forsætisráðharrin er sinnaður at fáa heimastýrislógina broytta, ivist eg onga løtu í, at hann eisini fær uppskotið fyri Fólkatingið í góðari tíð, sigur Anfinn Kallsberg.


Sutt valstríð

Klára Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen at leggja uppskot fyri ávikavist Løgtingið og Fólkatingið um at broyta heimastýrislógina innan alt ov nógvir dagar eru farnir av februar mánaði, kann hugsast, at broytingin verður samtykt einaferð tíðliga í mars.

Landsstýrið hevur boðað frá, at fólkaatkvøðan skal vera í apríl, og flaggdagurin hevur verið nevndur sum dagurin, tá krossurin skal setast fyri ella ímóti koyriætlanini hjá landsstýrinum fram ímóti fullveldinum. Tískil kann staðfestast, at valstríðið undan fólkaatkvøðuni í mesta lagi kann vara ein góðan mánað. Tí einki ítøkiligt er at taka støðu til, fyrr enn tað er greitt, um heimastýrislógin verður broytt ella ei.