higartil, og at talan verður um ikki at nakað víðari samstarv á oljuøkinum, um ikki norðmenn eisini vísa samstarvsvilja á fiskivinnuøkinum. Hvørja viðmerking hevur løgmaður til hesi úttalilsi, nú hann er um [...] fisk. -Eg ætli mær ikki inn í eitt tjak um at selja ?nøkur serrættindi? til norskar fyritøkur aftur fyri at keypa nøkur onnur fiskirættindi. Eg haldi, at man skal helst leggja upp til eitt forstáilsi og [...] fundir við ikki færri enn fimm ráðharrar. Tað er tí greitt, at talan verður um at viðgera nógv ymisk aktuell mál millum Føroyar og Noreg. Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at tað sær út til, at tað nú
við sjónleik. - Til dømis eru nógvir skúlar, ið ynskja skeið í drama. Tað er ikki tað vit fyrst og fremst vilja sleppa at gera, tí ofta kennir ein, at pedagogisku fortreytirnar eru ikki til staðar, heldur [...] gjalda sjálvur, so eg hevði ikki ráð til meira, greiðir Súsanna frá. - Í dag er skúlin góðkendur og eitur Nordens Teaterskole. Eg kom so heimaftur í '90 og havi arbeitt í Grímu síðani. Og eg eri samd við Riu [...] hevur ikki verið so vanligt at hava sjónleik sum yrki, tað hevur verið nakað, ein nýtti frítíðina til, sigur Ria. - Ja, tað er vert at hugsa um tey, ið eru byrjað áðrenn okkum. Hvat hava fólk ikki sagt
sjálvstýrisuppskotið so víðgongt, at javnaðarflokkurin ikki kann verða við, og fáa vit ikki sjónliga ávirkan á politikkin, so stríðist samgongan til fánýtis, og játtanin er burturspilt. Hett hava vit roynt [...] Verri stendur til við hinum partinum av málinum, tað ið eitur grein 2. løgmansfyrisiting. Her skal løgtingið játta pengar til at leggja støði undir eitt ideologiskt arbeiði, ta sokallaðu skipaðu loysingina [...] annað, eg fari at mæla samgonguni til, er, at kanna tær búðskaparligu avleiðingarnar heldur enn tær politisku av loysingini. fyrireikingarnar megu byggja á realitetir og ikki á kenslur. Eg havi tosað við
um hvørt føroyingar skulu gerast limir ella ikki. Løgtingið hevur sagt sína hugsan og tað er eitt greitt nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan [...] føroyska umsitingin kann liva upp til tey krøvini, sum ein EBS-líknandi skipan setur. Nevndin heldur, at tað eru tveir møguleikar at loysa henda knút. Annar er at knýta Føroyar til EBS-skipanina ES-megin, meðan [...] fyrr. Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt sindur burturúr, at teir ynskja eitt tættari tilknýti til ES enn vit hava í dag. Ríkisviðurskiftini Føroyar og Danmarkar ímillum eru eisini ein partur av hesum
sæð nógv. Vit kundu hugsað okkum at komið til Klaksvíkar, men tað ber ikki til undir hesum umstøðunum, siga tey bæði. So tað má bíða til næstu ferð tey koma til Føroya, tí tað kundu tey hugsað sær. ? Jú [...] Randers. Stak vinarlig og fryntlig fólk, sum ikki kendu stórvegis til Føroyar áðrenn henda túrin. ? Eg kendi púrt einki til Føroya, sigur Lis, sum situr bundin til koyristól, tí hon hevur barnalammilsi. Hon [...] rampi til koyristólar. Eisini nevna tey toiletumstøðurnar. Á hvílistøðunum, sum eru ymsastaðni kring landið eru toilet, men í flestu støðum er ikki tikin hædd fyri koyristólum. ? Men tað sær tó út til at
fara at bora á føroyskum øki um vónandi ikki so langa tíð sigur Eyðun Elttør við Sosialin. Hitta Battle Eyðun Elttør dylur ikki fyri, at hann sær nógv fram til at hitta bretska starvsbróðurin, John Battle [...] markið. ? Eg fari ikki at leggja meg út í samráðingarnar, men tað er greitt, at her stendur nógv upp á spæl. Vit føroyingar vilja fegnir hava í gongd eina útbjóðing, men hon verður ikki fyri ein og hvønn [...] verður um ikki alt ov langa tíð. Umhvørvið Nú Eyðun Elttør hevur røkt starvið sum Føroya fyrsti oljumálaráðharri í nakrar mánaðir heldur hann, at tað var rætt at seta landsstýrismann burtur av til at røkja
helt seg verða ov gamlan. Tá eitt pláss á skúlanum var leyst í fjør, ringdi skúlin til hansara, og bjóðaðu honum til upptøkuroynd, og Eivindur tók av. Hann hevði tá júst havt framsýning í Keypmannahavn [...] men eg væntaði als ikki at sleppa inn á skúlan, sigur Eivindur. Hann slapp kortini inn og hevur nú saman við Elini gingið fyrsta árið á skúlanum. Um stutta tíð fara tey bæði aftur til Keypmannahavnar, har [...] at hon er dadaistur. Tað merkir at hon er søkjandi listafólk, sum ikki enn hevur valt sær ávísa listakós. Skúlin vit ganga á, er ikki listaskúli burturav. Vit læra handverkið og tað, sum liggur aftanfyri
at vit í Noregi eru hugaðir til at »fiske i rørt vand«, men tað er ikki rætt. Talan er um eina gamla innbjóðing, sum verður gjørd til veruleika nú. Talan er so avgjørt ikki um at skapa nakrar komplikatiónir [...] fyrrapartin mánadagin, at Noreg hevur stóran áhuga at vera við í føroyska oljuævintýrinum. Her hugsar hann ikki minst um tey trý stóru norsku oljufeløgini, Statoil, Norsk Hydro og Saga, sum øll liggja framvið at [...] stkjótt, soleiðis at ein útbjóðing kann byrja á føroyskum øki. ? Tey norsku feløgini eru øll sinnað til at vera við í hesi leiting og vit eru annars sinnaðir frá norskari síðu at hjálpa føroyingum við bæði
Poulsen. Selja ikki til drukkin fólk Fólkið, sum var í býnum í vikuskiftinum vóru ikki so drukkin. ? Rúsdrekkalógin sigur, at tað er ikki loyvt at selja til drukkin fólk, og tað sær út til at barrvørðarnir [...] heldur ikki tað gav nakað úrslit tíbetur. Halda seg til givnar reglur Tá løgreglan er úti til slíkar kanningar verður eisini hugt eftir hvussu nógv fólk eru inni á teimum ymsu støðunum, men heldur ikki her [...] ? Tað sær út til, at ølklubbarnir ansa væl eftir ikki at fylla ov nógv fólk inn í hølini, tí tað kann koma afturum brekku. ? Tá vit komu í Kaggan stóð nógv fólk uttanfyri. Tey sluppu ikki inn, tí nóg mikið
verða tikin til viðgerð. Tað heldur Jenis av Rana, tingmaður í Miðflokkinum, sum í næstum fer at seta fyrispurning í tinginum til landsstýrismannin í fíggjarmálum. Jenis av Rana veit ikki, hvussu nógv [...] gætur, men tann triði fór honum til hjálpar: Ikki spurningur um sek og ósek Vit tosa um sek og ósek í hesum máli, men veruleikin er, at hesir sethúsaeigarar vóru við til at bjarga bankanum, og eiga ein [...] vitni til, at onnur fáa gleði av uppskrivingini av húsavirðinum, sum tey ið mistu, enn gjalda til, hóast tey einki fáa eftirgivið, sigur Jenis av Rana. Hann heldur, at tað er umráðandi - um ikki annað