Verri stendur til við hinum partinum av málinum, tað ið eitur grein 2. løgmansfyrisiting. Her skal løgtingið játta pengar til at leggja støði undir eitt ideologiskt arbeiði, ta sokallaðu skipaðu loysingina.
Meirlutin í fíggjarnevndini heldur, at 1659000 kr er ein hóskilig upphædd til fyrireiking og upplýsing. Men tað er ein sannroynd, at einans 25% ynskja loysing, skipaða ella óskipaða. Og um samgongan heldur, at hon kann sanføra 75% av veljarunum við góðari 1,5 mill. so er hetta ein undirmeting av Føroya fólki.
Tá ið so grundleggjandi broytingar skulu gerast í okkara ríkisrættarligu støðu, so má alt løgtingið vera við í hesum arbeiði. Higartil hevur samgongan verið einsamøll um sjálvstýrisarbeiðið, og teir halda áfram.
Eitt er heilt givið. Verður sjálvstýrisuppskotið so víðgongt, at javnaðarflokkurin ikki kann verða við, og fáa vit ikki sjónliga ávirkan á politikkin, so stríðist samgongan til fánýtis, og játtanin er burturspilt. Hett hava vit roynt at forklára Høgna Hoydal, men uttan úrslit. Hann sigur, at vit sleppa við til ta politisku viðgerðina, sum um hetta vóru nakrar sømdir. Tað hava vit jú krav uppá. Spurningurin er eisini, hvussu nógv ein politisk viðgerð munar. Mín roynd er, at tann politiska viðgerðin bert er ein jústering av landstýrisins vilja. Í realitetinum hevur landsstýrið buktina og báðar endarnar.
Eitt annað, eg fari at mæla samgonguni til, er, at kanna tær búðskaparligu avleiðingarnar heldur enn tær politisku av loysingini. fyrireikingarnar megu byggja á realitetir og ikki á kenslur.
Eg havi tosað við framstandandi danskar politikarar um hesi viðurskiftir, og teir eru villigir at ganga okkum á møti politikst, so langt sum vit ynskja. Men tað er púra óhugsandi, at danskarar fara at fíggja raksturin av einum suverenum Føroyum, hvørki í 20-10 ella 5 ár.
Spurningurin er eisini, um vit kunnu tosa um suverenitet við framhaldandi hjálp til rakstur úr einum øðrum landi. Og var nakar sum helst vilji til búskaparligar fyrireikingar, so høvdu teir lækkað blokkin við somu upphædd, sum vit sleppa bíligari við rentum og avdrøgum, umleið 100 mill. So vístu teir á verki, at vilji var til staðar, men so var ikki.
Samgongan skal eisini vita, at stemningurin er nógv broyttur, síðan Høgni Hoydal gjørdi sína subjektivu sjónvarpsending, sum var hansara politiski platformur, og tíðin arbeiðir framhaldandi ímóti fullveldistankanum.
Fólk eru ótrygg. Ótrygg fyri aldurdóminum, fyri sjúku, fyri útbúgving og fyri hóttafalli í fiskiskapinum, men hetta hevur samgongan væl boð uppá, hóast teir hava sópað slíkt prát av borðinum sum ræðusøgur.
Tað mest margháttliga er, at vit skulu halda fast við tað danska kongshúsið, tá alt annað er slept. Eg visti ikki at tjóðveldisfólk vóru royalistar, men kanska er hetta av spariorsøkum? Tað er jú bíligari at varðveita Margretu drotning, enn at gjalda appenagu til Anitu á Fríðriksmørk.
Dan Reinert Petersen