Øll eiga æruna av at tað gongur framá

­ Veruleikin er at tey, sum mistu húsini, hava goldið sín part fyri at bankin í dag hevur stórt yvirskot, eins og Landskassin fær skattapening frá Føroya Banka. Tí hava vit skyldu at hjálpa teimum, sum komu illa fyri orsakað av kreppuni, sigur tingmaðurin

Nú avtalan millum Danmark og Føroya er fingin í lag og Føroya Banki aftur hevur skrivað sethúsavirðið upp, eiga viðurskiftini hjá teimum, sum mistu húsini orsakað av arbeiðsloysi og stórari sethúsaskuld, at verða tikin til viðgerð.

Tað heldur Jenis av Rana, tingmaður í Miðflokkinum, sum í næstum fer at seta fyrispurning í tinginum til landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Jenis av Rana veit ikki, hvussu nógv fólk komu í klemmu, men heldur, at øll kenna vit familjur, sum eru í tí støðu, at tey mistu húsini og nú sita við stórari skuld, og tí ikki hava møguleikar at fóta sær aftur.

­ Hesi fólk vóru við til at bjarga bankanum. Hóast onnur hava yvirtikið sethúsini, so gjalda tey framvegis gamla sethúsaskuld. Nú virðið í sethúsum er uppskrivað, fáa nýggju sethúsaeigararnir gagn av virðinum, sigur Jenis av Rana.

­ Av tí at bankin eigur ovmikið av peningi, kundi hann saman við Landsstýrinum, sum eigur bankan, verið við til at bøta um støðuna hjá fyrrverandi sethúsaeigararum, sigur tingmaðurin.

Hann hevur ofta fingið stungið í næsarnar, at fólk hava sjálvi skylduna av at tey komu í fíggjarligt óføri, av tí at tey livdu yvir evnir, og nevnir líknilsið um miskunnsama samariubúgvan, har tveir fóru framvið uttan at geva honum gætur, men tann triði fór honum til hjálpar:


Ikki spurningur

um sek og ósek

­ Vit tosa um sek og ósek í hesum máli, men veruleikin er, at hesir sethúsaeigarar vóru við til at bjarga bankanum, og eiga ein part av æruni fyri, at hann í dag hevur stórt yvirskot.

­ Tað er beiskt hjá teimum, sum mistu húsini, at verða vitni til, at onnur fáa gleði av uppskrivingini av húsavirðinum, sum tey ið mistu, enn gjalda til, hóast tey einki fáa eftirgivið, sigur Jenis av Rana.

Hann heldur, at tað er umráðandi - um ikki annað - so av sosialum orsøkum, at tey sum vóru heppin og kundu varðveita sethús síni, hjálpa teimum sum ikki sluppu so væl frá kreppuni.

­ Øll høvdu ikki somu møguleikar at lívbjarga sær undir kreppuni, og tí er tað skylda okkara at hjálpa teimum, sigur Jenis av Rana.