Tað er eingin ivi um, at tað er oljan, sum er tann stóri spurningurin, nú Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur verið á síni fyrstu almennu vitjan í Noregi. Kjell Magne Bondevig, forsærisráðharri, váttaði á tíðindafundinum eftir samráðingarnar í Oslo, fyrrapartin mánadagin, at Noreg hevur stóran áhuga at vera við í føroyska oljuævintýrinum. Her hugsar hann ikki minst um tey trý stóru norsku oljufeløgini, Statoil, Norsk Hydro og Saga, sum øll liggja framvið at vera við í leitingini á føroyska landgrunninum.
Norski forsætisráðharrin sigur seg vóna, at marknatrætan við bretar kann verða loyst stkjótt, soleiðis at ein útbjóðing kann byrja á føroyskum øki.
? Tey norsku feløgini eru øll sinnað til at vera við í hesi leiting og vit eru annars sinnaðir frá norskari síðu at hjálpa føroyingum við bæði »know how« og annars teimum royndum, vit hava á økinum, sigur hann.
Men Kjell Mange Bondevik leggur stóran dent á, at tað er ikki ´tlanin hjá Noregi at seta kílar millum Danmark og Føroyar ella at útnytta støðuna, sum hevur verið og er millum Føroyar og Danmark.
? Tað er onkur, sum hevur verið frammi við, at vit í Noregi eru hugaðir til at »fiske i rørt vand«, men tað er ikki rætt. Talan er um eina gamla innbjóðing, sum verður gjørd til veruleika nú. Talan er so avgjørt ikki um at skapa nakrar komplikatiónir millum Keypmannahavn og Tórshavn, sigur norski forsætisráðharrin.
Uppá fyrispurning um Noreg ikki vil vera tann sum stendur á odda fyri menningini av øllum tí stóra og ríka Útnorður økinum, sigur Kjell Magne Bondevig, at her er veruliga talan um eitt ríkt øki, sum Noreg fegin vil vera við til at menna og samstarva við hini londini í Norðuratlantshavi um.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann hevur umrøtt nógvar spurningar við norska starvsbróðurin. Oljan liggur tó sera frammaliga, og er løgmaður eisini av tierri áskoðan, at tað hevur stóran týdning, fyri eitt oljusamstarv við Noreg eisini , at vit fáa greitt marknatrætuna við bretar.
? Eg havi hugsað og hugsi nógv um hetta málið og eg havi gjørt mær mína niðurstøðu. Tað er hana eg ætli at fara til Uttanlandsnevndina við, áðrenn vit taka næsta stig í málinum, sigur Anfinn Kallsberg, sum seinnapartin í gjár hitti oljumálaráðharran og fiskimálaráðharran.
Ætlanin var at løgmaður skuldi hitta norska uttanríkisráðharran, men hetta var av ongum. Orsøkin er tann, at Vollebæk, skuldi hitta palestinska leiðaran Arafat og fyrrverandi ísraelska stjórnarleiðaran Peres. Ístaðin hitti løgmaður vararáðharran Oslaug Haga. Tey tosaðu um ES og var her serliga spurningurin um tilknýti Føroya til ES umrøtt. Eisini mentaligt samstarv var á skránni.
Fyrrapartin mánadagin vitjaði løgmaður á slottinum hjá Haraldi kongi. Teir høvdu ein sera góðan fund, sigur løgmaður og vísir á, at kongur vísti stóran ans fyri oljuni við Føroyar og marknastríðnum við bretar. So norðmenn fylgja eftir øllum at døma væl við.










