verið í gongini, at eldurin er kyknaður, men man metir eisini, at aðrastaðni í húsinum hevur eldur verið ásettur. Varapolitiinspektørurin leggur tó dent á, at fólk ikki skulu stúra fyri, at nakar brennivargur [...] leysur í høvuðsstaðnum, men at talan helst er um ein innbrotstjóv. - Tað haldi eg ikki, at man skal stúra fyri. Eg trúgvi hatta var eitt innbrot, ið er enda við, at man setti eld á húsini. Løgreglan hevur [...] staðfest, at eldurin í AA-húsinum í síðstu viku var ásettur. Tað upplýsir Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur fyri Kringvarpinum eftir, at teknikarar frá kriminalteknisku deild eru komnir til landið at kanna
vikurnar varpa Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan ljós á júst hetta, verður sagt í tíðindaskrivi. Við útvarpslýsingum vísa vit á avbjóðingina, sum vit møta í ferðsluni, tá bilar til dømis koyra við sløktum baklyktum [...] upplivað at koyra aftanfyri ein bil – kanska inni í einum tunli, ella í mjørka – við sløktum baklyktum. Vit gerast kløkk og hava kanska lyndi til at øsa okkum. Men hví hava vit so trupult við at tendra ljósini [...] Kenn tínar lyktir Sum bilførari er tað tín ábyrgd at hava eftirlit við, at lyktirnar eru rætt stillaðar og at tær lýsa, tá tær skulu. Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í
settar upp á økinum, har høvi verður at keypa sær pylsur og búffar at koyra á grillina. Eisini ber til at keypa sodavatn, smurt breyð, kaffi, te og køkur. Kvøldið byrjar klokkan 21, tá Anita á Fríðriksmørk [...] og Jóhan Mortensen fyri felagssangi, har spælt verður undir við harmoniku. Farið verður eisini upp á gólv, og umleið klokkan 23.30 verður bryggjudansur við tónleikabólki, sum fer at spæla til dansin. Tiltakið [...] juni - verður stórt summartiltak í Funningsfirði við røðu, felagssangi og bryggjudansi. Høvi verður at grilla pylsur og búffar, og breyð og køkur kunnu keypast. Summarbál ella jóansøkubá, sum slíkt tiltak
svari um at stjórnin hevur eitt ynski um at kjakast um hesi evnini við Føroyar og at málið var uppi og vendi á seinasta ríkisfundinum. Tá avtalaðu forsætisráðharrin og løgmaður at fara undir at endurskoða [...] grundlógini. - Heldur man á at tulka grundlógina , sum man hevur gjørt seinastu árini, so enda vit í hesum stríðnum undir øllum umstøðum. Merkir hetta, at forsætisráðharrin er tilreiðar at fara inn í eitt kjak [...] í veruleikanum tryggja, at man kann møta teimum, eftir mínum egna tykki, nátúrligu tráanunum í Føroyum eftir at spæla sín egna leiklut, sigur hann. Magni Arge vísir síðani á, at tað er júst hetta, sum er
tekur støðu í tørvinum hjá okkum at fáa allan heimin at passa inn í ein fýrakant, gevur okkum møguleika fyri at steðga upp og undrast eina løtu.. Annika lærir lista fotografi á fotoskúlanum Fatamorgana í K [...] vísir Annika Jensina á Lofti eina installatión í Vetrargarðinum á Glyptotekinum. Talan er um eina myndaframsýning vísta á einum sjónvarpsskíggja. Umleið 400 myndir av fýrakantum koyra í runt umaftur og umaftur [...] Keypmannahavn, og sýningin er gjørd í sambandi við verkætlan á skúlanum. Listakvinnan hevur áður sýnt myndlist fram á tveimum ólavsøkuframsýningum. Men hetta er hennara fyrsta roynd við øðrum enn vanligari
er einki at ivast í, at nú fara vit eftir føroyameistaraheitinum, hesin sigurin er, ið hvussu er startskotið til tað. Nú vóna vit veruliga, at tað kemur glið á. Eg eri einastandi glaður fyri henda sigurin [...] EB/Streymi, Heðin Askham viðgekk, at teir vóru í ringum skørum stórar partar av dystinum, tá ÍF misnýtti stórar og upplagdar málmøguleikar. Men hann legði eisini herðslu á, at hann eigur eina rutineraða manning [...] hevði royndirnar frá 2007, 2008 og 2009 at spæla steypafinalu. – Vit hava eitt av teimum mest rutineraðu liðunum í Føroyum í løtuni, og onkursvegna megnaðu teir at koyra tað heim, tí vit vóru veruliga trýstir
Lógarpakkin til eftirlønarbroytingina er so vánaligur, at hann átti at verið tikin aftur, halda fakfeløgini í Samtak Feløgini halda, at tann munur, sum er á fólki í arbeiðslívinum, verður størri í ellisárum [...] verður á fleiri uppskot, sum áttu vrið gjørt aftrat, og nevnt verður, at tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, verá fátækari næsta ár og framyvir. - Politiski myndugleikin kundi sloppið undan at koyra fleiri [...] fleiri túsund fólk í óvissuna, um tey valdu at leggja ábyrgdina av at rinda eftirløn á lønveitaran ístaðinfyri móttakaran av løn, sigur Samtak. Samtak heldur, at okkurt uppskotspakkanum er gott, men saman um
eru so rørandi samdir um, at kommunur skulu hava loyvi til at rinda foreldrum fyri at passa børnunum heima, heldur enn at koyra tey á ansingarstovn. Men tað er ikki so løgið, at teir báðir draga eina línu [...] stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum. Tað fingu lurtararnir at vita í sendingini hjá Óla Breckmann á Rás2. Í sendingini varð kjakast um vandan í stendst av, at barnatalið lækkar. Bill Justinussen úr Miðflokkinum [...] inum ofta havd á lofti, tí har eru nógvar góðar orðingar, sigur Bill Justinussen. Ein av teimum orðingunum í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum, sum Miðflkkurin hevur tikið til sín, er at peningurin skal
Føroyum, at man stríðist við læknatrotið og tí veruleikanum, at læknar velja onnur lond at starvast í enn heimlandið. Tí eisini í Danmark er ein trupulleiki, at nýútbúnir læknar fara til onnur lond at arbeiða [...] tí er hóskandi, at man hyggur eftir at gera slíka skipan eisini fyri læknar, sjálvt um hon kanska skal umskipast nakað, heldur danski læknafakligi leiðarin. - Man skal ansa eftir við at tvinga læknar, men [...] leiðslan á Regionhospitalen Nordjylland, sambært Kristeligt Dagblad. - Vit hava áleið 15-20 prosent ómannað læknastørv. Eg haldi, at man kann fara at umhugsa eina slíka loysn, hóast mær ikki dámar at tvinga
hevur forstáilsi fyri. Men tað, sum hon øtast við, er at man missur so ótrúliga nógv, fyri so relativt lítið. - Tað er ótrúligt, at mann í 2009 vil skerja ein stovn og missa so nógv fyri lúsa fimm milliónir [...] stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Fylgjurnar eru ræðuligar Lis Mortensen øtast við tær avgerðir, nýggja stýrið er sett fyri at taka. - Sakin er tann at vit tosa um eina dapra støðu upp á tann mátan [...] sett sítt álit til at fáa eina útbúgving og eina lívsleið við at melda seg inn í Fróðskaparsetrið. Tað er nakað ótrúliga dýrabært, mann hevur við at gera. Tað er ræðuliga alvorligt, um man skerjir teirra