Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham viðgekk, at teir vóru í ringum skørum stórar partar av dystinum, tá ÍF misnýtti stórar og upplagdar málmøguleikar. Men hann legði eisini herðslu á, at hann eigur eina rutineraða manning, ikki minst tí lið hansara hevði royndirnar frá 2007, 2008 og 2009 at spæla steypafinalu. – Vit hava eitt av teimum mest rutineraðu liðunum í Føroyum í løtuni, og onkursvegna megnaðu teir at koyra tað heim, tí vit vóru veruliga trýstir ímóti dystarenda, viðgekk Heðin Askham aftaná dystin. Men Heðin duldi ikki hvat liðið fer eftir nú: - Tað er einki at ivast í, at nú fara vit eftir føroyameistaraheitinum, hesin sigurin er, ið hvussu er startskotið til tað. Nú vóna vit veruliga, at tað kemur glið á. Eg eri einastandi glaður fyri henda sigurin, tí vit vóru ongantíð tryggir, og teir vóru veruliga naskir, men eg haldi kortini, at sum verjuspælarnir hjá mær eisini søgdu við meg, at teir høvdu tamarhald á støðuni.