Vilja tvinga læknar til heimlandið

Læknatrot fær strangari sjónarmið fram

Tað er ikki bara í Føroyum, at man stríðist við læknatrotið og tí veruleikanum, at læknar velja onnur lond at starvast í enn heimlandið. Tí eisini í Danmark er ein trupulleiki, at nýútbúnir læknar fara til onnur lond at arbeiða. Kristeligt Dagblad skrivar í dag, at áleið 500 danskir læknar arbeiða í Norra, og samstundis er læknatrot fleiri staðni í Danmark.

 

Spyr man donsk sjúkrahús, so er ein loysn, at man krevur eitt slag av vernarplikt til læknar, har teir í eina tíð eftir lokna útbúgving skulu arbeiða í Danmark. Tað heldur í øllum førum leiðslan á Regionhospitalen Nordjylland, sambært Kristeligt Dagblad. 

 

- Vit hava áleið 15-20 prosent ómannað læknastørv. Eg haldi, at man kann fara at umhugsa eina slíka loysn, hóast mær ikki dámar at tvinga fólk til nakað, sigur Claus Brøckner Nielsen, sum er læknafakligur leiðari á sjúkrahúsinum. 

 

Ein slík skipan sæst hjá flogskiparum í donsku verjuni. Hesir eru bundnir at sáttmála í 12 ár, eftir lokna útbúgving. Læknaútbúgvingin í Danmark er millum dýrastu útbúgvingarnar, og tí er hóskandi, at man hyggur eftir at gera slíka skipan eisini fyri læknar, sjálvt um hon kanska skal umskipast nakað, heldur danski læknafakligi leiðarin. 

 

- Man skal ansa eftir við at tvinga læknar, men tað er rættvíst at siga, at teir noyðast at geva nakað aftur til samfelagið. Um trupulleikin verður nóg stórur, so kunnu vit ikki avvísa møguleikan við vernarplikt, sigur hann við Kristeligt Dagblad. 

 

 

Morten Freil, stjóri i Danske Patienter, som er ein móðurfelag fyri fleiri av donsku sjúklingafelagsskapunum heldur, at trupulleikin er vaksandi. 

 

- Tað er ein sera stórur trupulleiki, at vit hava so stórt læknatrot í fleiri økjum í Danmark, og samstundis síggja vit, at alsamt fleiri læknar fara til útlandi at arbeiða. Danska heilsuverkið er undir trýsti, og vit noyðast at venda gongdini, sigur hann við Kristeligt Dagblad.