- Tá ið stevnuskráin hjá Miðflokkinum varð skrivað, hugdu vit rættiliga nógv eftir stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum.
Tað fingu lurtararnir at vita í sendingini hjá Óla Breckmann á Rás2.
Í sendingini varð kjakast um vandan í stendst av, at barnatalið lækkar.
Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Rodmundur Nielsen úr Fólkaflokkinum, draga eina línu í hesum máli. Teir báðir eru so rørandi samdir um, at kommunur skulu hava loyvi til at rinda foreldrum fyri at passa børnunum heima, heldur enn at koyra tey á ansingarstovn.
Men tað er ikki so løgið, at teir báðir draga eina línu.
Bill Justinussen upplýsti nevniliga at í stevnuskránni hjá Miðflokkinum og stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum, eru nakrar orðingar júst tær somu.
- Tað kemur ikki av ongum, tí tá ið vit upprunaliga skrivaðu stevnuskránna hjá Miðflokkinum, varð stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum ofta havd á lofti, tí har eru nógvar góðar orðingar, sigur Bill Justinussen.
Ein av teimum orðingunum í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum, sum Miðflkkurin hevur tikið til sín, er at peningurin skal fylgja barninum.