Tit eru bundin at grundlógini

Tað er grundlógin, sum leggur karmarnar fyri uttanríkispolitisku heimildunum hjá føroyingum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Lars Løkke Rasmussen staðfestir aftur, at grundlógin leggur karmarnar fyri uttanríkispolitiska virkseminum hjá Føroyum.

 

Tað gjørdi hann í spurnartímanum í Fólkatinginum í síðstu viku, tá Magni Arge spurdi hann, um nakrar ætlanir vóru at gera broytingar uttanríkispolitisku heimildunum hjá Føroyum.

- Eg vænti ikki, at nakar við innliti í donsk-føroysk viðurskifti er í iva um, at júst spurningurin um uttanríkispolitisku viðurskiftini fer at føra til fleiri samanbrestir millum londini, um man ikki fær størri rásarúm, segði Magni Arge og vísti á, at Føroyar og Danmark jú til tíðir sita hvør sínu megin borðið, tá Føroyar skulu gera avtalur við ES.

- Vit hava tørv á at virka í altjóða samfelagnum, bæði tá vit skulu samráðast um atgongd til tilfeingi og til útflutningsmarknaðin, sigur hann.

- Hevur stjórnin nakrar ítøkiligar ætlanir um hvørji fet hon vil taka, so Føroyar í veruleikanum fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm, spurdi Magni Arge.

 

Lars Løkke Rasmussen byrjaði við einum hóvligum, diplomatiskum svari um at stjórnin hevur eitt ynski um at kjakast um hesi evnini við Føroyar og at málið var uppi og vendi á seinasta ríkisfundinum. Tá avtalaðu forsætisráðharrin og løgmaður at fara undir at endurskoða tað, sum forsætisráðharrin kallar DFG-skipanina, Danmar for såvidt angår Færøerne og Grønland. Endamálið er at gera hana smidligari.

 

Hann vísir tó á, at grundlógin og Helsingfors-avtalan seta nakrar løgfrøðiligar karmar um, hvat sum er gjørligt.

- Magni Arge veit væl, at okkara møguleikar eru avmarkaðir av ymiskum orsøkum, so sum grundlógini og Helsingfors-avtaluni. Hetta eru karmarnir fyri einari størri sjálvstøðugari føroyskari luttøku í norðurlendska samstarvinum, segði Lars Løkke Rasmussen.

 

- Síðani er tað tað pragmatiska, praktiska. Hvussu kunnu vit í veruleikanum tryggja, at man kann møta teimum, eftir mínum egna tykki, nátúrligu tráanunum í Føroyum eftir at spæla sín egna leiklut, sigur hann.

 

Magni Arge vísir síðani á, at tað er júst hetta, sum er trupulleikin, danska tulkingin av heimildunum í grundlógini.

- Heldur man á at tulka grundlógina , sum man hevur gjørt seinastu árini, so enda vit í hesum stríðnum undir øllum umstøðum. Merkir hetta, at forsætisráðharrin er tilreiðar at fara inn í eitt kjak og finna loysnir, sum liggja uttan fyri karmarnar hjá grundlógini – ella skulu vit kanska bara traðka út úr grundlógini og finna ein annan hátt at gera tingini, spyr Magni Arge.

 

Lars Løkke Rasmussen er tó ikki sinnaður at víkja frá grundlógini.

- Tað nyttar ikki, at man lítilsgerð grundlógina til ein viðfáning, og so bara tulka hana á ein annan hátt. Grundlógin er ein løgfrøðiligur karmur, har er árdømi á henni, sigur hann, men er tó væl vitandi um, at tað eru ymiskar tulkingar av hesum í Føroyum og í Danmark.