Prísurin fyri at spara fimm milliónir krónur er eftir øllum at døma sera høgur. Í fíggjarlógini fyri 2009 er Fróðskaparsetur Føroya skert tilsamans fimm milliónir krónur, og nú nýsetta stýrið er farið til verka, byrjar ítøkiligi kostnaðurin av hesi sparing at koma undan kavi.
Á Fróðskaparsetri Føroya kunnu vátta tey, at eitt worst-case scenario er at Søgu- og Samfelagsdeildin verður niðurløgd, nýggja útbúgvingin master í løgfrøði, sum eftir ætlan skuldi setast á stovn, verður ikki sett á stovn, umframt at átta fólk verða søgd úr starvi og tvey fólk verða ikki sett í starv. Eisini verður tosað um at rektarin, Jóan Pauli Nielsen, ikki longur skal undirvísa, men bert vera rektari, og tískil er talan tilsamans um 11 størv, ið væntandi verða niðurløgd av hesi sparingini.
Men sambært nýsettu stýrisforkvinnuni fyri Fróðskaparsetrið, Lis Mortensen, er hetta bara eitt av fleiri worst case scenarium.
- Tað, sum nýggja stýrið roynir nú, er at fáa innlit í hvat Fróðskaparsetrið er fyri nakað. Vit verða noydd til at hyggja uppá hvat tað er fyri ein veruleiki, vit eru blakaði út í. Vit royna nú at kortleggja hvørji scenariu vit kunnu síggja fyri okkum. Men veruleikin er óalmindiliga dapur í løtuni, og vit arbeiða við fleiri worst case scenarium í løtuni, sigur Lis Mortensen, forkvinna í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Fylgjurnar eru ræðuligar
Lis Mortensen øtast við tær avgerðir, nýggja stýrið er sett fyri at taka.
- Sakin er tann at vit tosa um eina dapra støðu upp á tann mátan, at hetta gongur útyvir eitt umhvørvi, nøkur starvsfólk og útyvir tað arbeiðsumhvørvið, sum er har. Vit mugu taka atlit til, hvat fáa tey at arbeiða við, sum eru eftir, sigur Lis Mortensen.
Men sambært henni eru tað nógv verri atlit, tey eisini mugu taka, tá tey gjøgnumganga øll scenariuni.
- Vit mugu spyrja, hvat er tað vit gera við tey ungu lesandi, sum hava sett sítt álit til at fáa eina útbúgving og eina lívsleið við at melda seg inn í Fróðskaparsetrið. Tað er nakað ótrúliga dýrabært, mann hevur við at gera. Tað er ræðuliga alvorligt, um man skerjir teirra møguleikar fyri at fáa eitt prógv. Tey hava longu innstillað og forpliktað seg til at fáa eina útbúgving, og nú mugu vit kanska skerja teirra møguleikar, greiðir Lis Mortensen frá.
Fyri lúsa 5 milliónir
At mann má spara í niðurgangstíðum er nakað Lis Mortensen hevur forstáilsi fyri. Men tað, sum hon øtast við, er at man missur so ótrúliga nógv, fyri so relativt lítið.
- Tað er ótrúligt, at mann í 2009 vil skerja ein stovn og missa so nógv fyri lúsa fimm milliónir krónur. Tað er líka við at ein vanlig familja kundi borið hasa skuldina. Við hesum smáu pengunum vil man steðga eini tilgongd, sum er byrjað, vísir Lis Mortensen á.
Tann tilgongdin, Lis Mortensen sipar til, er menningarætlanin, sum Fróðskaparsetrið stakk út í kortið saman við Mentamálaráðnum og politikarunum.
- Í felag hava politikarar, Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið stungið út í kortið, hvat tað er, tey vilja. Til val hoyra vit allar flokkar og allar politikarar tosa um vitan og menning og gransking, men tað sum teir nú gera, er at teir við hinari hondini fara inn í eina fíggjarlóg, og vil steðga øllum menningarætlanum, sum um ikki annað bara rukku nøkur ár út í framtíðina. Menningarætlanimn var longu skerd munandi, tá hon kom fyri tingið, og so fer man inn og skerir hesa longu skerdu, økonomiseraðu menningarætlanina við heili fimm milliónm afturat, staðfestir Lis Mortensen.
Gransking? Gloym tað!
Úrslitið av hesi skerjing er at Søgu- og Samfelagsdeildin, sum er tann stórsta deildin á Fróðskaparsetri Føroya, allarhelst má lata aftur. Masterútbúgvingin í løgfrøði verður slept, áðrenn hon yvirhøvir er byrjað, og í øllum førum 9 fólk verða søgd úr starvi.
- Tað sum hendir við hesum skerjingunum er, at Fróðskaparsetrið má steðga sínum ætlanum. Og so tá talan er um gransking? Gloym tað! Tað sum mann ger við hesum,er at man biður væl lærd fólk við høgum útbúgvingum, sum koma uttanifrá, um at pakka sítt kuffert og fara avstað aftur, staðfestir Lis Mortensen.
Støðan á Fróðskaparsetri Føroya er eftir øllum at døma katastrofal í løtuni. Nógv verður fundast aftur og fram, meðan nýsetta stýrið roynir at seta seg inn í viðurskiftini og finna útav, hvar tey skulu seta knívin, soleiðs at hann ger sum minst skaða fyri tey lesandi og virkandi á Fróðskaparsetri Føroya.










