hesa skipan og tær lógir, skyldur og rættindi, sum verða til í samsvar við hana. at øll eiga rætt til lív og trygd. at øll eru fræls og frí og vard móti ágangi. at øll eiga rætt at trúgva og útinna sína [...] okkara egnu fatan av rættarstøðu okkara í sama felagsskapi. Danskir myndugleikar hava í tíð og ótíð mint okkum á, at tað er í Føroyum vit skulu finna út av, hvør vit eru og hvar vit vilja fara. Tí kom tað helst [...] ligið innanfyri givnar karmar, og føroyskur politikkur kundi í nógv størri mun snúð seg um at viðgera tey mál, sum liggja og bíða og sum eru ein hóttan ímóti føroyski tjóðini og hennara møguleikum fyri sj
fyri og ímóti – og í heila tikið at hoyra eitt kvalifiserað kjak um ymiskar átrúnaðarligar stríðsspurningar. - Kjakini um átrúnað eru elligomul, men tey eru framvegis aktuell, serliga í Føroyum, tí her [...] samkyndum, rúsdrekkapolitikki og øðrum. Og tá er kjakið sum oftast á einum sera lágum, ófakligum og anti-filosofiskum støði. Ráðstevnan er ein roynd at fara í dýpdina og kanna, hvat grundarlagið er fyri [...] um í Føroyum. Tað er heldur ikki endamálið. - At viðgera grundarlagið fyri trúgv ella vantrúgv er einans at taka hesi viðurskiftini í álvara. Og hetta tiltakið hevur til endamáls at skapa vitan og innlit
Trøini vuksu ikki inn í himmalin, sum ætlað varð, og nú sita fremstu fíggjaroddvitarnir í hesum gamla heimspartinum nátt og dag, í sveittabroti, í eini roynd, at fáa lesningin upp á slætt aftur. José Manuel [...] Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu fyrr í ár undir heitinum “Tættir í framtíðar fiskivinnupolitikki”: “Flokkarnir eru samdir um, at øll veiða veidd í føroyskum sjóøki í seinasta lagi í 2015 skal verða [...] góðu og gomlu fólkafloksslóðirnar, táið tað ræður um at reka fiskivinnupolitikk í Føroyum. Búskapur og reyting eru týdningarleys, tað ræður um at sæta onkrum hissini áhugamáli og ikki samfelagnum. Í seinasta
tosað hart og verið framfýsin og bersøgin í talu og verki. Hann limaði seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og harvið Tjóðveldisflokkin, 19 ára gamal, í 1975, og hevði verið partur av flokkinum í samfull [...] uppgávuna í størri álvara og brynja yngra ættarliðið at stjórna føroyska samfelagnum. Tað vísir, at eingin hugsar longur enn til dagin í dag og møguliga í morgin. Flokkarnir fara óskipaðir á val, og soleiðis [...] valevnini í dag. Tey, sum eru í uppskoti til løgtingið, hava onga upplæring fingið í, hvat flokkurin vil og ætlar, og at tað er politiska hugsjónin, sum SKAL haldast. Vilja tey ikki tað, skulu tey fara í annan
politikk, og hvønn týdning kristindómurin hevur og hevur havt fyri vesturlendska siðmenning. Teir báðir halda, at kjakið um átrúnað er sjónligt í Føroyum, bæði á alnótini og í siðbundnu miðlunum, men sjáldan [...] verður hetta eitt høvi hjá fólki at fáa innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um religión, virðir og lívsáskoðan. Tað eru Heini í Skorini og Janus á Ryggi, sum hava tikið stig til ráðstevnuna [...] religión og religiónskritikk í Føroyum. - Frá ymiskum sjónarmiðum verða nakrir av stóru spurningunum viðgjørdir, sum eitt nú Guds eksistensur, menningarlæra Darwins, viðurskiftini millum átrúnað og politikk
altingskvinnan, Siv Friðleifsdóttir, sum vitjaði í Føroyum í síðstu viku í sambandi við fund hjá Tingmannaráð Útnorðurs var inni á gólvinum í Miðlahúsinum, har hon greiddi okkum frá áhugaverdum [...] íslendska rúsdrekkasølan í staðin skal standa fyri søluni. Hetta ljóðar rættiliga restiktivt. Men hví ikki tað? Hvør hevði ímyndað sær fyri fáum árum síðani, at vit í 2011 kunnu halda roykfríar [...] aðurin í heilsumálum helt tað als ikki vera hóskandi, at apotekini skulu selja tubbakk. Hann segði í sjónvarpinum, at hann hevði ætlað at givið fólki ókeypis roykiavvenjing í nakrar
hava vit ongantið sæð fyrr. Hvussu í allari víðu verð kunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin framhaldandi sita úti i Tinganesi og so bara lata Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen stýra landinum uttan [...] Politiska støðan er sera vandamikil og merkt av ábyrgdarloysi. Vit hava eitt landsstýri, sum hevur latið seg bundið hendur aftur um bak og letur Tjóðveldi alt vald upp í hendurnar. Samtíðis sigur Tjóðveldi [...] fullkomiliga av kós og nú talan er um at lata fleiri stór útlendsk skip við útlendskari manning sleppa framat at fiska makrel eru Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn í ferð við at offra
partur endar sum mjøl í Fuglafirði ella samsvarandi í Íslandi? Annar møguleiki í hesum olympiska leiki er, at nøkur risaskip, helst ogn hjá útlendingum, fara at liggja á feltinum og taka móti skundveiðini [...] makrelmálinum hava mist veiðurættindi í norskum, grønlendskum og ES-sjógvi. Skip, sum í 2011 dokumenterað hava mist 10-tals mio kr. Hesum er eingin áhugi fyri. Hovsa-politikkur Nýggi hovsa-umfordeilingspolitikkurin [...] veruleiki. Í fyrsta umfari verða 20túsund tons av makreli latin til olympiskan fiskiskap. Nógv skip liggja til reiðar skjótast at fáa tonsini innanborða, meðan onnur framvegis gera klárt at vera við í seinna
formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag at manglandi kjakinum í Føroyum, serliga um fíggjarmál og búskap. Arbeiðsgevarar eru vanir at skula vísa á úrslit og laga virksemi sítt eftir gongdini í búskapi og viðkomandi [...] tillagingar og betrar útlitini. Dømi var nevnt við versnandi kreditmetingini hjá greiningarfyritøku. Rætt hava tey í Vinnuhúsinum í hesum máli. Landið og fyritøkur kunnu ikki samanberast í øllum, men í báðum [...] Tey flestu og bestu starvsfólkini fær vinnulívið við at til ber at útbúgva seg í Føroyum. Gott er at fara út við hvørt, men flestøllum má standa í boði at taka part av útbúgvingini í Føroyum, herundir at
Rumbul og skrumbl eyðkendi tingfundin fríggjadagin og leygarnáttina, tá løgtingið í samfullar 18 tímar viðgjørdi 27 lógaruppskot, segði formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, í lesarabrævi fyrr [...] skapa meirilutar á tingfundinum fríggjadagin og leygarnáttina og í onkrum máli, ið varð viðgjørt fyri tann fundin. Uppskotið um at bryggja sterkt í Føroyum er loksins samtykt, eftir at tingfólk ímóti [...] fyribrigdi í ymsum hamum. Meirilutin kann vera tann sami meirilutin í fýra ár, men hann kann eisini vera fýra, fimm ymsir meirilutar í ein mánað. Hetta seinna fyribrigdið hevur gjørt um seg nú í seinastuni