Slættur og rættur skattur

Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
-----------

Liberal fatan er, at skattur skal álíknast eftir evni, heldur enn eftir avriki. Tann ið grevur talentirnar niður má rinda sama skatt sum tann ið vekslar tær.

Herfyri fanst formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag at manglandi kjakinum í Føroyum, serliga um fíggjarmál og búskap. Arbeiðsgevarar eru vanir at skula vísa á úrslit og laga virksemi sítt eftir gongdini í búskapi og viðkomandi umstøðum. Tí undrast teir á, at landið ikki ger sínar tillagingar og betrar útlitini. Dømi var nevnt við versnandi kreditmetingini hjá greiningarfyritøku. Rætt hava tey í Vinnuhúsinum í hesum máli. Landið og fyritøkur kunnu ikki samanberast í øllum, men í báðum førum krevjast samskipandi leiðsla og alsamt tillagaðar útreiðslur, inntøkur og íløgur.

Okkara liberala boð er, at landið má satsa stórt uppá førleikamenning, lestrarpláss og gransking. Føroyingar liva av tí ið loysir seg at gera, har vit eru nóg dugnalig at vera kappingarfør. Føroyskar fyritøkur útflyta telduforrit, oljuútgerð og manna útlendsk skip, føroyskar fyritøkur veita tænastur og selja vørur til útflutnings eins væl og til innlendis nýtslu. Felags er, at tær mugu hava dugnalig fólk við viðkomandi førleikum. Tey flestu og bestu starvsfólkini fær vinnulívið við at til ber at útbúgva seg í Føroyum. Gott er at fara út við hvørt, men flestøllum má standa í boði at taka part av útbúgvingini í Føroyum, herundir at halda fakið viðlíka og eftirútbúgva seg.

Men hetta merkir eisini, at vit mugu siga nei til aðrar almennar útreiðslur. Besta boðið er at lata fólk fara fyrr í skúla og verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Lagalig tillaging av skúlaaldri og pensjónsaldri økja munandi um arbeiðsstyrkina og harvið búskapin – og spara munandi um almennu útreiðslurnar. Men eisini aðrar almennar útreiðslur, ov nógv umsiting, og ov stór umfordeiling, serliga ‘fíggjarligt sjálvbedrag’ sum rentustuðul og aðrar veitingar, sum næstan øll fáa og stórt sæð tey somu mugu fíggja ígjøgnum hægri skattir á øðrum økjum, mugu minkast munandi uppá sikt.

Slættur og rættur
Eysturoyar vinnulívsfelag skipaði fyri frálíkari ráðstevnu um royndirnar hjá Estlandi. Spennandi var at hoyra, hvussu lætt gekk at stovna fyritøkur, og serliga hvussu skatturin er einfaldur, slættur og rættur. Fyritøkur gjalda ikki vinningsskatt; men vinningsbýti eins og annað útgjald verður skattað – við sama satsi sum øll inntøka.

Hetta er vert at nýta sum fyrimynd. Men, eisini kom fram, at Estland somuleiðis hevur rættilig høg arbeiðsmarknaðargjøld, eins og rímilig meirvirðis- og umhvørvisgjøld og ognarskatt at fíggja almenna geiran. Estiski fíggjarmálaráðharrin harmaðist, at ikki hevði eydnast at skatta dýrar íbúðir og jørð (sum hevur sama týdning har sum fiskastovnar hjá okkum). Hann vildi greitt skatta potentiali, tilfeingi, høvi at tjena pengar, eins væl og forbrúk, men ikki vinning hjá fyritøkum, tí vinningur skal nýtast til nýíløgur og vøkstur. Vinningur skal ikki skattast fyrrenn hann verður útgoldin.

Falska liberala háttalagið hjá Óla Breckmann og Fólkaflokkinum hevur verið at fremja spjaddar skattalættar uttan at taka tær neyðugu hørðu avgerðirnar um almennar umraðfestingar og alternativar skattir. Veruliga liberalur politikkur er at duga at stýra almenna geiranum miðvíst, javnviga fíggjarlógina og áseta skattin við skili.