Stórsta veiðigøla nakrantíð?

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
-------

Hvør vinnur olympiaduna á sumri 2011, makrelgongan ella Føroya Fólk?

Um skamma stund er fiskivinnupolitikkurin hjá makrelsamgonguni veruleiki. Í fyrsta umfari verða 20túsund tons av makreli latin til olympiskan fiskiskap. Nógv skip liggja til reiðar skjótast at fáa tonsini innanborða, meðan onnur framvegis gera klárt at vera við í seinna olympiska umfarinum við endan av juli.
Við mettu veiðiorkuni fara tað bert at ganga fáir dagar at fáa fyrstu 20túsund tonsini av ogn Føroya Fólks undir lúkurnar. Spurningurin er so, hvar verður allur makrelurin landaður?

Í Kollafirði kunnu tey í mesta lagi arbeiða 1100 tons undan um døgnið, har nótabátarnir frammanundan landa, so ilt er at síggja hvussu ogn alra okkara kemur til høldar fyri besta prísin til flestar arbeiðstímar. Eitt alternativið er sjálvsagt, at stórur partur endar sum mjøl í Fuglafirði ella samsvarandi í Íslandi?

Annar møguleiki í hesum olympiska leiki er, at nøkur risaskip, helst ogn hjá útlendingum, fara at liggja á feltinum og taka móti skundveiðini. Úrslitið verður ikki nógv øðrvísi enn í fyrra møguleikanum, nevniliga lágur prísur, avmarkað arbeiði á landi og so vinningurin til útlendingar.

Søplað burtur
Støðan kann tí gerast púra burturvið, har makrelsamgongan gevur 42úsund tons av ogn Føroya Fólks upp fyri skutil við tí úrsliti, at kærkomna makrelískoytið til búskapin verður søplað burtur fyri lakasta prísin, vánaligastu góðskuna og við minst møguligum arbeiðstímum á landi, har samfelagsmissurin lættliga kann fara at vera í 100 millióna klassanum. Hvør fær ábyrgdina av tí?
Samstundis eru eingi atlit tikin til teir skipabólkar, sum púra óforskylt av makrelmálinum hava mist veiðurættindi í norskum, grønlendskum og ES-sjógvi. Skip, sum í 2011 dokumenterað hava mist 10-tals mio kr. Hesum er eingin áhugi fyri.

Hovsa-politikkur
Nýggi hovsa-umfordeilingspolitikkurin við politiskt ásettum gjaldi fyri makrelin er nú veruleiki.
Viðgerðin av markelmálinum seinastu tíðina fær øll skilafólk at ivast í evnunum hjá politisku skipanini at skapa tryggar karmar. Óvissan um framtíðar umstøðurnar hjá fiskivinnuni hevur ongantíð verið størri enn júst nú.
Spurningurin verður tí, hvør vann olympiaduna í Føroyum 2011, makrelsamgongan ella Føroya Fólk. Spennandi at vita, tá árið fer at halla.