Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein planki, á leið 2 x 2 tummar, lá mitt á vegnum í Eysturoyartunlinum. Fólk vóru tí send á staðið at rudda plankan burtur. Helst er tað onkur, sum hevur mist plankan úr lastinum – og tað merkir eisini, at hann hevur ikki ansað nóg væl eftir, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Um 19 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein hundur gekk og mól umleið ein kilometur inni í Norðoyatunlinum. Aktingarmaður varð sendur í tunnilin at fáa fatur á honum.
Um eitttíðina í nátt kom fráboðan um, at ein fullur maður sat við bispagarðin í Jóannesar Patursonagøtu í Havn. Ein løgreglubilur fór á staðið og hjálpti honu til hús. Hann var ikki førur fyri sjálvur at vinna vegin fram.
Í sambandi við at Nám X hava havt síðsta skúladag hevði veitsla verið í Sandagerði. Har fekk løgreglan fráboðan um, at ein næmingar var, sum hevði fingið ov nógv at drekka. Ringt varð eftir foreldrunum. Hetta var klokkan 2 í nátt, sigur vakthavandi á politstøðini.