Rumbul og skrumbl eyðkendi tingfundin fríggjadagin og leygarnáttina, tá løgtingið í samfullar 18 tímar viðgjørdi 27 lógaruppskot, segði formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, í lesarabrævi fyrr í vikuni. Hann hevði eygleitt, at bæði møði og øði eyðkendu viðgerðirnar og átalaði tilvildarligu atferðina hjá løgtinginum hendan søguliga drúgva tingfundin. Eisini Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum helt støðuna vera púra burturvið. Tingviðgerðin var merkt av ráksnúni og taktiskum snildi, og nú var ein reyð avgjaldsgonga vorðin parlamentariska grundarlagið undir Kaj Leo Johannesen, løgmanni, segði hann.
Soleiðis sum fólkafloksmenn hava útlagt veruleikan, er lítið og onki skil í nøkrum. Hetta halda teir helst, tí tað vanliga hevur verið, at ein meirilutasamgonga hevur sitið trygt á valdinum og samtykt tað, hon sjálv legði fram, meðan andstøðan mátti smyrja seg við at hava góð hugskot, ið ongantíð vórðu samtykt, tí meirilutin ræður jú. Men meirilutin kann vera eitt fyribrigdi í ymsum hamum. Meirilutin kann vera tann sami meirilutin í fýra ár, men hann kann eisini vera fýra, fimm ymsir meirilutar í ein mánað. Hetta seinna fyribrigdið hevur gjørt um seg nú í seinastuni, og tað er áhugavert.
Troytt av blokadum
Tosaði tú við løgtingsfólk fyri einum hálvum ári síðan ella so, serliga tey yngru, men eisini onnur, so hoyrdi tú skjótt, at tey vóru troytt av at sita í einum tingi, har semja var um nógvar góðar tankar tvørtur um flokkarnar, men har tankarnir ongantíð gjørdust samtyktur politikkur, tí partar av tinginum blokeraðu fyri tí. Ta greiðastu útsøgnina um júst hetta hevði Poul Michelsen, tá hann fór úr Fólkaflokkinum. Hann vildi hava alskyns reformar framdar á tingi, ikki minst ígjøgnum Fólkaflokkin, men skiftandi minnilutar stóðu á bremsuni, og onki bar til. Endin varð so, at hann takkaði fyri seg.
Tingmenn úr øðrum flokkum hava eisini á annan hátt víst sína misnøgd við, at løgtingið hevur flutt seg so lítið í stórmálum. Nakrir teirra gjørdu tí ikki mætari enn at leggja uppskot fram á ting um at minka talið á tingmonnum úr 33 niður í 25. Hóast hetta kundi tykjast sum eitt populistiskt uppskot, ið skuldi tekkjast veljarunum, hevði tað ivaleyst eisini sín uppruna í eini frustratión millum uppskotsstillararnar um, at løgtingið hevur verið so trekt at flyta í mongum málum. Færri tingfólk kundu tí kanska bøtt um standin, men hetta vildu tingfólkini sjálv ikki hoyra talan um, og tí fall uppskotið.
So var tað, at Fólkaflokkurin fór burtur úr landsstýrinum. Hann kundi ikki taka undir við fíggjarkørmunum, segði hann og fór, samstundis sum fleiri av hinum flokkunum rumblaðu um tilfeingisgjald og aðrar nýskipanir, ið flokkurin hevur verið hart ímóti. Fólkaflokkurin vildi hava og hevði kanska eisini væntað nýval beinanvegin, men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, skalv ikki á hondum. Hann fór fyrst at tosa við Miðflokkin og Framsókn um samgongu, men tað gekk ikki, og so gjørdi hann tað, sum ongin hevði væntað. Sambandsløgmaðurin fór at tosa við Tjóðveldi um samstarv.
Ein søgulig semja
Makrelsemjan millum minnilutasamgonguna, Tjóðveldi og Framsókn var ein sera áhugaverd semja, ikki bara tí hon sum tann fyrsta politiska avtalan nakrantíð ruddar slóð fyri nógv umrødda tilfeingisgjaldinum á ogn Føroya fólks, men eisini tí hon vísir, at til ber hjá eini minnilutasamgongu í Føroyum at gera avtalu við andstøðuna um eitt stórt prinsippmál. Tað var jú hetta, sum ongantíð bar til. Avtalan lýsir neyvt, hvussu partar av høvuðsvinnuni skulu umskipast eftir nýggjum meginreglum, og tað má sigast at vera ein nýskapan í føroyskum politikki, ið kundi verið spírin til fleiri tílíkar týðandi avtalur.
Flokkarnir, ið hava gjørt makrelavtaluna, hava sjálvandi gjørt hana, tí teir halda, at hon var neyðug at gera. Men teir hava ivaleyst eisini arbeitt hart fyri at fáa hana framda, tí teir vildu prógva, at til bar at gera eina avtalu millum eina minnilutasamgongu og andstøðuna. Hava veljararnir verið deyðatroyttir av kegli og stillstøðu í politikkinum, so hava politikararnir sanniliga eisini verið tað. Ein brennandi hugur hevur tí verið millum fleiri politikarar at fáa flutt føroyskan politikk inn í eina nýggja tíð, har skynsemi og framdrift seta dagsskránna og ikki uppslítandi kríggj í gomlum skotgravum.
Tá makrelavtalan var vorðin veruleiki, skuldi ein hildið, at stjórnarskipanaruppskotið, ið jú hevur skulað skapt ta breiðu semjuna á tingi um støðu Føroya, eisini fór at verða samtykt í besta sóma. Hetta vónaði formaðurin í nevndini, Hans Pauli Strøm, ið hvussu er inniliga. Men tá málið var fyri, atkvøddu fimtan tinglimir fyri at beina málið aftur í nevnd, og fjúrtan atkvøddu ímóti. Lítið hoyrdist um, hvør atkvøddi hvat, men í meirilutanum vóru atkvøður hjá Tjóðveldinum, Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum, tvs. gamla fullveldisvonginum.
Hans Pauli Strøm var í øðini um, at málið endaði aftur í nevnd, og tað var eitt nú Sjúrður Skaale eisini, men hetta málið vísti so, at tann altavgerandi ósemjan í føroyskum politikki – hvørji eru vit, hvussu skulu vit fatast, skulu vit virða allar aðrar skipanir, ella skulu allar aðrar skipanir virða okkara – enn ger seg galdandi. Summir flokkar vilja bara ikki samtykkja orðingar, ið kunnu verða tulkaðar sum, at føroyingar sjálvir siga seg fara undir donsku grundlógina. Aðrir flokkar taka støði í dagsins veruleika og siga, at tílíkt er akademiskt tos, ið skal halda einum elligomlum stríði á lívi.
Óvæntaðar samtyktir
Fekst ongin semja um stjórnarskipanina, so var ólíka lættari at skapa meirilutar á tingfundinum fríggjadagin og leygarnáttina og í onkrum máli, ið varð viðgjørt fyri tann fundin. Uppskotið um at bryggja sterkt í Føroyum er loksins samtykt, eftir at tingfólk ímóti dupultmorali fleiri ferðir hava roynt at fingið tingið at taka undir við tí. Minnilutar, sum frammanundan høvdu blokerað fyri, at uppskotið varð samtykt, heittu undir viðgerðini á løgmann um at steðga óskilinum og skriva út val, áðrenn tingið gjørdi ov stóran skaða. Gomlu blokadurnar virkaðu ikki meira, og ynskini um val kundu tí mint um ráðaloysi.
Á drúgva tingfundinum fyri viku síðan loysnaði so av álvara, hvat óvæntaðum meirilutum viðvíkur. Tingskipanin varð eitt nú broytt, so mál, ið viðvíkja grundlógini, heimastýrislógini og millumtjóða sáttmálum, ikki kunnu verða burturvíst í løgtinginum. Hetta uppskotið áttu andstøðulimir, og tað varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Eisini varð samtykt at seta niður rættarskipanarnevnd, sum skal gera uppskot um grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar og koma við áliti í seinasta lagi í november 2012. Hetta kann gerast byrjanin til, at dómstólarnir verða føroyskir.
Uppskot um at endurstovna Ferðaráð Føroya og geva tímaløntum rætt til barnsins fyrsta sjúkradag vórðu eisini samtykt á drúgva tingfundinum, og hóast øsingin var stór viðhvørt, so var fundurin í roynd og veru merkisverdur. Hvat hevði hent, um løgtingið í longri tíð arbeiddi á hendan hátt, tí tingfólk ikki tímdu at skipa vanligar samgongur, har minnilutar ofta blokera fyri, at stórmál verða samtykt? Ivaleyst hevði politikkurin verið tilvildarligur viðhvørt, men summar broytingar høvdu heilt vist komið ígjøgnum, sum annars hava verið steðgaðar í fleiri ár.
Er hesin arbeiðsháttur verdur at royna? So avgjørt ikki, halda summir politikarar, sum við einum føstum meiriluta vilja hava sítt ígjøgnum og annars halda allari andstøðu burtur frá ávirkan. Men viðhvørt fara paradigmuskifti fram í politikki. Tíðirnar broytast, og brádliga verður stundin búgvin til at seta í verk tankar, sum fyrr vóru fjarir dreymar. Kanska er stundin tí komin til at royna eina minnilutasamgongu eftir valið, sum ger fastar avtalur um stuðul til nýskipanir. Tað kundi riggað. Men mótstøða verður ivaleyst ímóti tí. Mótstøða frá teimum, sum vilja hava ein tryggan meiriluta at forða fyri tilvild og ov stórum broytingum.
- - -
Fakta:
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur ikki verandi støðu í politikkinum minna um ruðuleika. Í lesarabrævi mikudagin skrivar hann:
»Vit hava nú sett sjøtul á eina broytingartíð í føroyskum politikki. Einstakir tinglimir kunnu ikki longur blokera mál og hóreiggja sær, sum teimum lystir. Fólk eru troytt av, at minnilutar seta alt í veð – bæði samgongu og flokk – fyri at steðga málum, tey ikki persónliga kunnu taka undir við. Hetta hevur verið til stóran ampa fyri politiska arbeiðið og tarnað neyðugum reformum og broytingum í okkara samfelag.«