Fiskidagar og junkmæti

Óhomogena samtøkan av europeiskum londum, sum kontinentalkapitalurin hevur savnað í ein superkapitalistiskan handilsfelagsskap, er í svárum trupulleikum.

Trøini vuksu ikki inn í himmalin, sum ætlað varð, og nú sita fremstu fíggjaroddvitarnir í hesum gamla heimspartinum nátt og dag, í sveittabroti, í eini roynd, at fáa lesningin upp á slætt aftur. José Manuel Barroso leikaði óður ídag, tí metingarstovnurin Moody, í kjalarslóðini av hellenska kollapsinum, hevði givið portugisiska búskapinum tg-minus, ella junkstatus, junkmæti. Dominoárinið hóttir, ein búskaparligur skógareldur kann fara ígjøgnum Europu, og mangt bendir á, at vælkenda albylið er einasti heilivágurin, fyri at linna sváru pínuna sum frægast, í eina tíð. Líkamikið hvat vit annars halda um Moody´s og greinarar teirra, so bendir alt á, at íleggjarar lurta meira eftir teirra búskaparfrøðingum enn europeisku fíggjarmálaráðharrunum, sum nú bróta vakt í Bruxelles.

Stórsta politiska nýggjheitin í Føroyum er, at ímyndin av politiskari deyðvekt, Sambandsflokkurin, er farin av um tvøran. Íhaldið í flokkinum hevur meldað pass, tí fiskimálaráðharrin, við fullum biologiskum legitimiteti, noktar teimum at slakta ungfiskin á innaru uppvakstrarøkjunum. Valfepur og taburettskriði ger um seg, og loyalitetur og agi í føroyskum politikki er skjótt fjarandi, nú sjálvt eykatinglimir, fólk sum dumpaðu fyri fólksins áliti, koma sær at taka heilar flokkar sum gíslar í stórum og meginregluliga týðandi málum.

Føroyski búskapurin er upp á seg helst frægari fyri enn hin grikski og tann portugisiski, hóast javnvágin í heimastýrisfinansunum er ørandi skeiv, og táið búskapurin er minkandi í mun til londini vit vanliga samanbera okkum við, má okkurt gerast fyri at fáa takholt aftur á gongdini. Hesin sami metingarstovnurin, Moody´s, vitjar okkum av og á, og seinast fingu vit ein sendara, tá vit vórðu degraderað í reytingini, sum sambært fíggjarmálaráðharranum kann fara at hava eina hækkandi rentu við sær. Ein lítið hugalig støða, táið almenna skuldin er alsamt vaksandi við næstan tveimum milliónum krónum um dagin.

Metingarmenninir settu orð á trupulleikan, og hóast teir høvdu ávísar vónir til fíggjarnevnd løgtingsins, so funnust teir harðliga at fíggjarlógarhallinum, høvdu lítla væntan um, at landsstýrið fór at gera nakað fyri at bøta um búskapin, serliga fóru teir illa við fiskivinnupolitikkinum, og endasalutturin var ikki til at fara skeivur av: “If Moody's perceives that the Faroe Islands will face difficulties in rebalancing its finances and achieving the Parliament's approved deficit reduction plan, this could result in a downward rating adjustment of one or more notches.” Teir ávara við hesum føroyingar, at vit saktans kunnu fara fleiri karakterir niður eftir skalanum, um vit ikki taka betri partar fyri okkum í búskapar- og fíggjarmálum.

Um góðar tvær vikur skal Jóhan Dahl í seinasta lagi prógva, um hann megnar at venda gongdini, ella rættari, um hann megnar at skipa ein fiskivinnupolitikk á vinnarabreytini heldur enn kóvboy-biologiska ørskapin hjá Fólkaflokkinum, sum nærum hevur forkomið okkum botnfiskastovnarnar. Støðan er so ring, at hon valla kann gerast verri, alternativið er skjótt eitt moratorium, eftir at sami flokkur annaðhvørt hevur sitið við ábyrgdini av fiskimálaráðnum, ella hevur stjórnað sambandsmanninum Kalsø, sum sat í fyrru ABC-samgonguni, síðani tað sum skuldi eitast at vera ein sjálvregulerandi skipan, fiskidagaskipanin, varð sett í verk.

Tað er herskin lestur, sum millumtjóðastovnurin ICES og nationali havgranskingarstovnurin Havstovan hava latið mr. Jóhan Albinus Dahl. Eilif ger eina heldur mjúkari lending enn útlendsku fiskifrøðingarnir, men harfyri skal sterkur ryggur og rímiliga dyggir akslar til at lyfta hesa byrðuna ígjøgnum politisku skipanina. Hann mælir til at haka í við 10%´um í fiskidagatalinum hjá lemma- og partrolarum og við ikki minni enn 25%´um hjá línuskipum, størri og minni úrtróðrarbátum og smærri trolbátum. Hetta er heilivágurin sum granskaraestablishmentið meinar kann gera fiskidagaskipanina fríska aftur, takið, ið kann reka brunan úr fiskidagaskipanini aftur. Alternativt mæla bæði ICES og Havstovan til, at ein recovery planur, ein endurbyggingarætlan, verður gjørdur yvir eitt ítøkiliga ásett tíðarmál. Hetta er í samsvar við semjuna, sum Tjóðveldi, Framsøkn, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu fyrr í ár undir heitinum “Tættir í framtíðar fiskivinnupolitikki”: “Flokkarnir eru samdir um, at øll veiða veidd í føroyskum sjóøki í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað samsvarandi búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum krøvum. Lívfrøðilig burðardygd skal í hesum førinum skiljast soleiðis, at vísindaligu tilráðingarnar/tilmælini skulu fylgjast, tá ið fiskiorkan, kvotur og fiskidagar, verður ásett. Og hartil, at alt tilfeingið kemur til høldar.”

Sambært machiavelliskum logikki hevði tað skilabesta verið, at skorið nóg djúpt beinanvegin. Búskaparligi batin hevði komið tað fyrr, men hesum loyva politisku barrierurnar í heimastýris-parlamentinum neyvan, somikið vita vit av royndum, og bakbitið frá Edvu, Bjørn, Marius og Alfred ger ikki málið lættari at handtera, serliga eftir at talsmaður teirra, hin politiskt merglopni Kalsø, ætlar at krøkja ungfiskaleiðirnar uppí ásetingina av fiskidøgum fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september 2011. Signalið er líkasum varpað upp undir hválvið, nú hann roynir at stýra Garðamanninum aftur á góðu og gomlu fólkafloksslóðirnar, táið tað ræður um at reka fiskivinnupolitikk í Føroyum. Búskapur og reyting eru týdningarleys, tað ræður um at sæta onkrum hissini áhugamáli og ikki samfelagnum. Í seinasta enda snýr tað seg eittans um egnar atkvøður, og tá er tað farið at líkjast vulgerari egoismu. Eini nalvaskoðandi dyrkan av sær sjálvum.

Nú skal alt standa sína roynd. Semjan millum teir fýra flokkarnar skal standa sína roynd, og ikki minst skal Jóhan Dahl fram til tann grøna pultin fyri at prógva, um hann er uppgávuna vaksin, at stjórna meginráði landsins. Fiskimálaráðnum. Tímin er at kalla komin, tí fjúrtan dagar ganga skjótt, táið tú tekst við eitt so komplekst mál sum hetta. Fyri samfelagsins sakir má og skal fiskivinnupolitikkurin fáast á beint aftur, vinnuliga uppdriftin má mennast, skal vælferðarsamfelagið hóra undan, og her eru bara tvær slóðir, tvær strategiir, at elta: At fylgja Havstovuni prinsipalt ella subsidiert. Valið stendur ímillum tilmælta niðurskurin fyri næsta fiskiár, ella drúgvaru loysnina, - umvegis eina endurbyggingarætlan. Báðar loysnir eiga at vera uppvigaðar við eini brúksskylduskipan, sum ger, at ídnastu veiðimenninir ikki verða darvaðir í sínum virksemi. Okkara politikkur hellir til fyrru loysnina, men vit kunna í ringasta føri taka undir við seinru loysnini, kann semja og ein meiriluti finnast fyri henni. Tjóðveldi hevur sum avgjørda meginreglu, at vit halda tær avtalur vit eru partar av, eisini semjuni sum gjørd var í Tinganesi hin 20. apríl í ár. Í aðrar mátar er fiskivinnupolitikkur floksins somikið nágreiniliga lýstur hesi seinastu mongu árini, innan- og uttantings, at ikki skuldu áneyðir verið fyri endurtøkum í hesum viðfanginum.

Tað liggur éin, ja, kanska liggja tvær milliardir krónur, og bíða eftir okkara politisku avgerðum. Bara í hesum segmentinum. Burturav skeiva javnvágin í serliga toska- og hýsuveiðini liggur tríati túsund tons undir meðalveiðini í eina heila øld. Rogn, livrar, skræða og innvølir eru tilfeingi, sum enn bíðar eftir sjálvsagdari virðisøking, - tí eru vit í tí hepnu støðu, í mun til so mong onnur, at potentialið leypur næstan á okkum, fyri at sleppa at lynna munandi betri undir búskap okkara.

José Manuel Barroso fór úr sínum góða skinni í dag, táið hann royndi at flyta fokus, frá sær sjálvum, sum europeiskur búskaparligur brandsløkkjari. Ein ráðgevingar- og metingarstovnur stóð fyri skotum. Moody´s. Hetta minnir ikki sørt um vaksnar menn, sum í rámasta álvara siga, at Hjalti og Eilif hava skuldina fyri, at fiskastovnarnir undir Føroyum eru so illa fyri.

Íhaldni 4-bandin í Sambandinum vendi eisini ranguna á vreiðuni út í dag. Landsstýrismaður teirra og skilagóða semjan við aðrar flokkar vóru stungin niður á alljósum degi. Íhald fyri íhaldisins sakir. Ein vitleys støða, ikki bara í mun til tilmælini frá Moody´s, um broyttan fiskivinnupolitikk, men serliga í mun til tann einastandandi møguleikan vit eiga í sjálvsagda alternativinum, at vaksa um føroyska búskapin, umvegis ein búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggan fiskivinnupolitikk. Stundandi Ólavsvøkan er markamótið, táið fæst at vita, um tað ber ella brestur fyri teimum hugaligaru Føroyum at búleikast í. Politikkur er ikki bara at vilja okkurt, hann er at vilja broytingina av skeivum og stadnaðum strukturum, sum altíð forða menningini, verða teir ikki støðugt endurskoðaðir, bøttir og broyttir.

Fiskivinnupolitikkur landsins skal hava sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska samfelagnum, og hesum máli røkka vit bara, um stovnarnir verður røktir samsvarandi einum búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum máli. Hareftir verður búskapurin, - og trivnaður og lív og lagna fólksins.