ógreitt hvør vinnarin fór at verða. Tí hóast fleiri bólkar vóru heilt góðir, so var eingin veruliga framúrskarandi. Tó skal eg viðganga, at tá Heavy Mojo fór av pallinum eftir eina sera lívliga framførslu [...] umtóktan, var sera væl umboðaður á konsertini, hetta tykist at vera tað, sum rørir seg mest á tónleikapallinum kring allan heim. Men eingin bólkur hevði eitt so sannførandi boð uppá hesa tónleikagrein, sum [...] heilt egna blandi av rappi og rokki, so hugsaði eg, at tað skuldi ikki undra meg um hesin bólkur fór at vinna. Fyrra lagið hjá bólkinum var ok, kanska ikki besta lagið á kvøldinum, men rættiliga egið, meðan
uppgávuna lættari við at skipa fyri vali við mótvalevni til formansstarvið minni enn tvey ár eftir, at hann hevði tikið við. Tað sæst aftur í tølunum, har hann framvegis krýpur á knøunum niðri á 2 prosentum. Tá [...] undirtøkan farin at rilla. Nú er talið komið niður á 20 prosent. Ivaleyst hevur tað ávirkan, at alt fleiri røddir tosa um eitt formansskifti í flokkinum, eisini hann sjálvur. Trupulleikin verður so, um flokkurin [...] um dyr, hvussu tú nú velur at síggja tað. Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður og við tí vaks stuðulin, so hann enntá tók seg framum Anfinn. Men nú tykist stuðulin so longu at minka aftur. Og tann gjógv
siga heilt víst, at talan var um ein deyðan mann. Men vit vóru báðir á einum máli um, at tað illa fekk verið annað, sigur Niels Olsen. – Vit sóu enn tá at hann var í buksum, og onkrum sum vit hildu vera ein [...] við, at løgreglan fór at koma umgangandi. Men tað var ikki støðan, sigur Sólbjørn Hansen og undrast. Við Sosialin í gjár segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, at boðini sum vakthavandi á løgre [...] seg at passa, tá maðurin varð tikin upp og hugt var at honum, sigur Sólbjørn Hansen. Tað sum teir báðir hildu vera ein anorakk, vísti seg at vera ein jakki, men annars passaði restin – bæði litur á buksum
og boðar løgregluni frá, hvat teir umborð á Lómi hava sagt honum, at teir sóu skola upp, tá farmaskipið legði at. Sambært Una Vestureið avtala løgreglan avtalar við Havnarskrivstovuna, at teir á Havnars [...] er um at koma at og báturin ger eina kraftiga skrúvu, fyri ikki at koma ov harðliga innat. Teir báðir, Niels Olsen og Sólbjørn Hansen, rópa á Jóhan Christiansen frá Havnarskrivstovuni, sum stendur á landi [...] 2. januar segði Jón Klein Olsen, at løgreglan tó ikki vildi hava boðini liggjandi á sær, og tí avráddi man eftir at hava prátað við Havnarskrivstovuna fyri aðru ferð, at ein leiting skuldi setast í verk
Brúgvavaktin og eg sótu heruppi á brúnni og tosaðu um, at veðrið sá so gott út beint tá. - Eg segði so við hann, at eg fari líka niður í messuna at fáa mær heitari kaffi í koppin. Men so langt kom eg kortini ikki [...] umborð. Her var einki annað at gera enn at sigla heim. Og tá skipið legði at landi í gjár, var gleðin hjá manningini at hitta sínu kæru aftur eyðsýnd. - Jú, tað var gott at koma heim hesaferð. Tað má av [...] hann júst í hesi løtuni var á veg niður í messuna at fylla sær kaffikoppin. - Sat eg í stólinum tá, so hevði ikki lirrað eftir í mær!, sigur hann. Heppin Páll Johan koma á vaktina um hálvgum sjey tíðina
gøtumonnum at byggja eitt so stórt skip til at fiska bíligan fisk hildu mong vera burturvið, so tað var meiri av vana og vælvild, at menn søgdu seg hava góðar vónir um skipið, tá tað kom. Á bryggjuni í [...] næstu árini gekst heldur frægari, sum stabbamyndin á síðuni eisini vísir. Hetta komst millum annað av, at menn komu eftir, at tað bar til at royna eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Undangongumaður í [...] hava fingið boð upp á tey fýra skipini og teirri loyvi og kvotur. Jákup Jacobsen sigur, at teir hava ongantíð fingið nakað veruligt boð - ikki á pappíri, sum hann tekur til. Hann viðgongur, at onkuntíð hevur
átta leygarmorgunin var aftur boð eftir løgregluni. Úr vesturbýnum í høvuðsstaðnum vóru fólk vaknaði við kaldan dreym, tá ein hvøllur brestur brádliga var at hoyra. Fólk fóru at hyggja hvat hetta mundi vera [...] minuttir eftir at vit høvdu fingið fráboðanina, hingu fløggini aftur har tey skuldu. Okkara menn vóru úti, og sóu dreingirnar við fløggunum í býnum. Fløggini vóru sett upp á pláss aftur, og so verður ikki [...] tí oman at reka á dyr, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at hetta er við at vera ein afturvendandi trupulleiki. Sunnudagin fekk løgreglan eisini fráboðan um herverk á tveir bilar, har speglið á tí eina
Brandur segði, at vanligt er, at tveir mans eru á brúnni, tá ið skipið nærkast landi, og tí purraði hann ein mann út. - Fyri at tryggja sær, at alt er í lagi, plaga vit at royna útbúnaðin á brúnni, áðrenn [...] alt bendi á, at skipið kortini fór at stoyta, helt hann, at best mundi vera, um skipið stoytti við gronini fyri. - Tá ið ikki bar til at umgangast stoytin, royndi eg at gera tað, eg kundi fyri at minka um [...] tað fór á land. Av skipum - Veðrið var gott, og tað gekk væl at fáa fólkið av skipinum. Øll vóru komin í yvirlivilsisdraktirnar og vóru farin niður á dekkið, har neyðútgongd er. Brandur segði, at í fyrsta
samferðslumálum greiddi frá, at stovnurin verður fluttur per 1. januar 2008, og at tey 21 starvsfólkini vóru vælkomin at fylgja við suður. Skelkað álitisfólk Ikki minst vóru álitisfólkini skelkað, tí hóast [...] teimum 21 starvsfólkunum á Strandferðsluni ætlanir um at flyta til Tvøroyrar. Stórt inntriv Regin Vágadal, rakstarleiðari á SSL, sigur við Sosialin, at nógvir spurningar vóru settir, sum snúðu seg um [...] arin heldur, at nú er vandi fyri, at fólk siga upp í óðum verki, tí tey eru ótrygg um framtíðina. - Landsstýrismaðurin segði, at hann vildi lata tað upp í hendurnar á nýggja stjóranum, at skipa viðurskiftini
var so nógv á, eg minnist Dánjal Abrahamsen fór at draga og eg at taka ímóti. Eg var so kaldur, eg hevði róð sveittur og so bíðað eftir lýsing. Tað varð skjótt, at eg bleiv heitur, so nógv var á. Vit [...] umstøðunum, so fiskurin loyptist ongantíð. Hann lat tey ikki breiða á svartari hellu í skarpari sól. Hann brúkti barometrið og roðan á luftini at meta seg eftir og plagdi at siga, at helt hann sær á fløðandi [...] og so var tað Sofus Olsen. Jóannes var ein sovorðin kempa og sterkur maður. Hetta var annað árið, at gummistivlar vóru at fáa. Tað gekk illa hjá honum at fáa stivlar sum passaðu, tí teir vóru ov trongir