Skiparin: - Kaffikoppurin eigur lívið í mær

- Tað var merkiligt, at eg júst tá skuldi fara niður at fáa mær kaffi. Ja, tað var tað.
- Gjørdi eg ikki tað, stóð eg neyvan her í dag og tosaði við teg, greiður skiparin Páll Johan Poulsen frá.
Mikudagin í farnu viku fekk rækjutrolarin Fríðborg ein brotasjógv sum legði skipið fullkomuliga lamið. Í samfullar 16 tímar róku teir fyri vág og vind.

Klokkan er farin beint av 11 í gjáramorgunin, tá manningin á Fríðborg aftur fekk fast undir fótum.
Teir høvdu verið í Íslandi og landað, og vóru á veg til nýggjan túr, tá óhappið hendi: Um áttatíðina um kvøldið gjørdi ein brotasjógvur miklan skaða umborð.
Her var einki annað at gera enn at sigla heim. Og tá skipið legði at landi í gjár, var gleðin hjá manningini at hitta sínu kæru aftur eyðsýnd.
- Jú, tað var gott at koma heim hesaferð. Tað má av sonnum sigast, sigur Páll Johan við Sosialin.
Fyri skipinum stóð somuleiðis reiðarin Osmund Justinussen á havnalagnum í Runavík. Hann kundi beinanvegin staðfesta, at nógvur skaði var hendur á brúnni og aðrastaðni umborð á trolaranum.
- Hetta verður ein umfatandi umvæling, staðfesti Osmund.

- Hevði ikki lirraði í mær!
Mikukvøldið 3. januar var Fríðborg stødd 350 fjórðingar suður úr Kappanum.
- Tað var keðiligt veður, men kortini ikki so øgiliga óslætt.
- Í stuttum hendi bert tað, at vit fingu eitt skeivt brot, greiðir Páll Johan frá.
Stóra og skeiva brotið rakti í veruleikanum mitt á brúnna og nakað út í bakborð, og førdi við sær at tríggir rútar fóru í sor og ein fjórði er rivnaður.
Øll útgerðin undir loftinum skrædnaði niður yvir instrumentbrettið og yvir skiparastólin, eins og sjógvur kom í øll tey nautisku tólini.
Sjálvur sá Páll Johan ikki hendingina, tí hann júst í hesi løtuni var á veg niður í messuna at fylla sær kaffikoppin.
- Sat eg í stólinum tá, so hevði ikki lirrað eftir í mær!, sigur hann.

Heppin
Páll Johan koma á vaktina um hálvgum sjey tíðina hetta minniliga mikukvøldið fyri eini viku síðani.
- Brúgvavaktin og eg sótu heruppi á brúnni og tosaðu um, at veðrið sá so gott út beint tá.
- Eg segði so við hann, at eg fari líka niður í messuna at fáa mær heitari kaffi í koppin. Men so langt kom eg kortini ikki, greiðir skiparin frá.
Áðrenn hann kemur niður í messuna og fær stoytt sær kaffið í koppin, fær skipið henda ógvusliga brotasjógvin.
- Ja, eg var heppin. Eingin ivi um tað!

Merki í stólinum
Vanliga situr skiparin í hesum stólinum, sum gevur honum yvirlit og útsjón yvir útgerðina og sjógvin fyri framman.
At hann ikki var staddur her, júst tá brotasjógvurin kom, er helst orsøkin til at hann er á lívi í dag.
- Alt panelið kom beint niður yvir stólin, har eg plagi at sita. Tú kanst bara hyggja eftir hesum merkinum í stólinum, sigur hann.
Í stólarygginum á skiparastólinum sæst ein týðilig riva - og eitt týðiligt tekin - um ta megi og ferð sum sjógvurin hevði.
Gott at ein mannakroppur ikki var fyri!

Fingu einki gjørt
Páll Johan skilti beinanvegin, at her var vandi á ferð og skundaði sær upp á brúnna.
Hetta var ikki heilt einfalt, tí nógvur sjógvur rann niður trappurnar. Men upp kom hann kortini.
Her kundi hann beinanvegin staðfesta, at støðan var álvarsom: Øll tann nautiska útgerðin á brúnni hevði fingið skaða og var slóknað.
Hinvegin so kundi hann gleðast um, at sjálvur høvuðsmotorurin ikki var steðgaður.
- Hvat eg hugsaði eina slíka løtu?! Tja, - at vit ikki fingu manerera. Vit fingu snøgt sagt einki gjørt.
- Eg visti, at tað rættasta var at fáa lagt síðuna á skipinum upp ímóti vindinum, sigur Páll Johan.
Løtu seinni hevði skipað lagt síðuna til vindin.

Hepni í vanhepni
Við sløktari nautiskari útgerð og í heldur buldrasligum veðri, lá Fríðborg og rak fyri vág og vind í samfullar 16 tímar.
Hesar tímarnar nýtti manningin til at rudda upp umborð á skipinum, samstundis sum teir vistu at Havborg var á veg ímóti teimum. 110 fjórðingar vóru millum skipini, ta óhappið hendi.
Sum eitt hepni í vanhepninum var eingin skaði hendur sendaranum í radiorúminum.
- Havborg var tíbetur bert var 100 fjórðingar burtur frá okkum.
- Men vit vóru hepnir, tí hesin sendarin sum virkaði, hann røkkur altso 150 fjórðingar! Soleiðis fingu vit givið boð frá okkum, greiðir Páll Johan frá.
Neyðmóttakarin slóknaði eisini av brotasjógvinum. Tá hann ger tað, sendir hann samstundis út neyðarkall, og tí vistu teir umborð at onnur skip vóru kunnað um støðuna.

Øtlaði
Tá brotasjógvurin kom var keðiligt veður, men støðan gjørdist ikki betri umborð út á morgunin: Tá øtlaði hann av sonnum veðrið.
Hóast hetta hendi ikki annar skaði umborð, og gleðin var tí stór umborð á Fríðborg, tá teir fingu eygu á Havborg.
Ein maður umborð fekk skaða í síðuna, tá brotasjógvurin kom og skal hann til kanningar hjá lækna.
So líðandi fingu teir tey neyðugu nautisku tólini at rigga aftur, m.a. róðurmaskinuna, hóast teir máttu sigla og stýra við hond eftir magnet-kumpassini.
Havborg var í nánd av teimum ta fyrstu tíðina, men tá tað vísti seg at Fríborg hóast alt kundi sigla, skiltust skipini bæði - Havborg fór norðureftir til fiskiskap, meðan Fríðborg setti kós móti Runavík.


Ikki fyrstu ferð
Ógvusligi brotasjógvurin umborð á Fríðborg er ikki fyrsti brotasjógvurin hjá Páll Johan sum skipara.
Fyri seks árum síðani sigldi hann við Sólborg og var komin heim av túri. Hann fór tá ein túr sum skipari við Trasti, tí teir manglaðu ein avloysara.
28. januar 2001 fekk skipið ein brotasjógv í ringum veðri.
Trastur var tá staddur millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka í slíkum roki, at illa sást fram um stavn.
Hesin brotasjógvurin rakti, eins og hesin seinasti, brúnna, har øll tann nautiska útgerðin fór.
- Har gjørdist ikki annað enn at sleipa okkum inn aftur til lands, sigur Páll Johan.