Kundu ikki givið greiðari boð

Sólbjørn Hansen og Niels Olsen sóu báðir deyða mannin í sjónum. Báðir tosaðu teir við havnaskrivstovuna, og teir kundu valla givið greiðari boð. Tí undrast teir stórliga á, at tað gingu níggju tímar áðrenn byrjað var at leita

Tá Lómur legði at kei nýggjársaftan stóðu teir báðir Sólbjørn Hansen og Niels Olsen afturi í reyv á skipinum. Lómur bakkaði ímóti, og tá hann var tveir metrar frá kei, fekk hann eina kraftiga skrúvu, soleiðis at tað ikki skuldi koma ov harðliga innat.
Tá var tað, at teir báðir bóru eyga við deyða mannin í sjónum.
– Fyri mær sá tað út sum ein deyður maður, og um ikki tað var tað, so mátti tað vera ein ónatúrliga væl eftirgjørd dukka. Tað vóru eisini boðini, sum eg gav Havnaskrivstovuni, greiðir Niels Olsen frá.
Hann er yvirstýrimaður á Lómi og saman við Sólbjørn Hansen, fyrsta stýrimanni, sá hann deyða mannin í sjónum.
– Vit gingu bara út frá og roknaðu eisini við, at løgreglan fór at koma umgangandi. Men tað var ikki støðan, sigur Sólbjørn Hansen og undrast.
Við Sosialin í gjár segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, at boðini sum vakthavandi á løgreglustøðini fekk, vóru so mikið ógreið og ósikkur, og tí valdu tey at bíða við leitingini.

Sóu jakka og buksur
Men hetta skilja Sólbjørn Hansen og Niels Olsen ikki heilt.
– Sjálvandi kunnu vit ikki siga heilt víst, at talan var um ein deyðan mann. Men vit vóru báðir á einum máli um, at tað illa fekk verið annað, sigur Niels Olsen.
– Vit sóu enn tá at hann var í buksum, og onkrum sum vit hildu vera ein anorakk. Vit sóu hvønn lit tað hevði, og tey boðini góvu vit víðari og tað hevur eisini víst seg at passa, tá maðurin varð tikin upp og hugt var at honum, sigur Sólbjørn Hansen.
Tað sum teir báðir hildu vera ein anorakk, vísti seg at vera ein jakki, men annars passaði restin – bæði litur á buksum og jakka.

Ikki hvønndagskostur
At síggja ein deyðan mann á sjónum er ikki hvønndagskostur hjá nøkrum. Tí gjørdust teir báðir eitt sindur illa við, tá teir sóu druknaða mannin á sjónum. Men tað skuldu ganga níggju tímar áðrenn nakar byrjaði at leita eftir druknaða manninum, og meir enn eitt hálvt samdøgur áðrenn teir fingu vátta, at tað sum teir óttaðust var ein druknaður maður, veruliga var ein druknaður maður.