aðru ferð á venjingarleguni í Cadiz í Spania. Vit hava endurgivið Allan Simonsen fyri at siga, at úrslitini hava ikki so nógv at siga í slíkum dystum. Tað, sum ræður um, er at fáa spælið at hanga saman [...] r, sum ikki vóru á vøllinum mánadagin, vóru Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen og John Hansen. Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so hevur Jens Martin higartil spælt tveir venjingardystir á ferðini í Spania [...] soleiðis at fyritreytirnar verða betri fyri góðum úrslitum í EM undankappingardystunum, sum eru á skránni seinni í ár. Men vit høvdu kent bæði venjaran og spælararnar illa, um vit ikki hildu, at teir gingu
samferðslumálum greiddi frá, at stovnurin verður fluttur per 1. januar 2008, og at tey 21 starvsfólkini vóru vælkomin at fylgja við suður. Skelkað álitisfólk Ikki minst vóru álitisfólkini skelkað, tí hóast [...] teimum 21 starvsfólkunum á Strandferðsluni ætlanir um at flyta til Tvøroyrar. Stórt inntriv Regin Vágadal, rakstarleiðari á SSL, sigur við Sosialin, at nógvir spurningar vóru settir, sum snúðu seg um [...] arin heldur, at nú er vandi fyri, at fólk siga upp í óðum verki, tí tey eru ótrygg um framtíðina. - Landsstýrismaðurin segði, at hann vildi lata tað upp í hendurnar á nýggja stjóranum, at skipa viðurskiftini
til Havnar at vera í húsi hjá Jens Paula í Dali, sum hevði navigatiónsskúla heima hjá sær sjálvum. Her var nóg mikið at gera. Men skjótt vóru boð aftur eftir Sannelenu at koma heim aftur at hjálpa mammuni [...] Tjørnuvík.Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir og í ætt. Mammurnar vóru systkinabørn. Tey plagdu altíð at spæla saman, og tey vóru altíð so ómetaliga væl. Henge var júst farin uppí Losjuna á Eiði, sum [...] ikki, at hetta var nakað at káva útyvir, og so skuldi tað heldur ikki gerast! Eitt stuttligt upplivilsi var tá ið Dávur í Tjørnuvík, tá 95 ár, kom inn á gólvið hjá Sannelenu í ringum skørum, eftir at EB/Streymur
siga heilt víst, at talan var um ein deyðan mann. Men vit vóru báðir á einum máli um, at tað illa fekk verið annað, sigur Niels Olsen. – Vit sóu enn tá at hann var í buksum, og onkrum sum vit hildu vera ein [...] við, at løgreglan fór at koma umgangandi. Men tað var ikki støðan, sigur Sólbjørn Hansen og undrast. Við Sosialin í gjár segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, at boðini sum vakthavandi á løgre [...] seg at passa, tá maðurin varð tikin upp og hugt var at honum, sigur Sólbjørn Hansen. Tað sum teir báðir hildu vera ein anorakk, vísti seg at vera ein jakki, men annars passaði restin – bæði litur á buksum
enn at bíða. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á væl nøgda Sigfríð Clementsen, stafðesti B36-venjarin eisini, at hetta hevði verið júst eftir uppskriftini. - Vit skuldu út at spæla og út fyri at gera [...] venjaranum vóru greið undan dystinum. B36 skuldi ikki stilla seg aftur at spæla tindasvínafótbólt. Teir skuldu vera við til at mynda dystin, tó at størsti denturin sjálvandi skuldi leggjast á verjupartin [...] ikki gerandis kostur í so máta. Spurdur um hetta, kundi venjarin illa dylja, at hann var errin av sínum monnum, men hann manar framvegis til, at beinini skulu haldast væl og virðiliga á jørðini. - Vit eru
1918. Hetta var so tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki vóru varir við, at sjúkan var komin til Føroya. Sum áður nevnt var tað ein kaldur vetur, Johan varð føddur. Tað var so kalt, at vatnið í fatinum [...] . Hitin var so høgur, at eg visti ikki rættiliga til mín. Eg hómi bert, at eg langt burtur hoyrdi Margrethu spyrja, um Kristian mundi fara at doyggja. Men eg fór tá at batna og fór upp at skifta klæði [...] ein ring sjúka, sum kom at kennast í nærum øllum heimum í Havn, og tey vóru nógv, sum doyðu. Tað vóru dagar, tað var meira enn ein jarðarferð og neyvan ein vika uttan, at fleiri vóru. Vit sluppu heldur ikki
var, at við honum fylgdi boð um m.a. at útbyggja elveitingina og byggja Oyggjarvegin. Men hví tað? Jú, tí longu tá vóru ætlaninar um Føroyar í frontlinjuni í stoypiskeiðini. Allir partar vistu, at føroyingar [...] m, at teir hildu seg á røttum politiskum vegum. Í tí sambandi hildu teir, at neyðugt var at halda eitt eyka vakið eyga við Erlendi, sum var útspioneraður bæði um telefonina, men eisini soleiðis at persónar [...] hjá amerikumonnum/Nato um eitt eyga á Sornfelli - so kravdu amerikumenn, at danir settu í gongd vælferðarprojektir, sum NATO- londini skuldu fíggja á tann hátt, at danir løgdu peningin út og stóðu fyri
embætismenn gera alt, sum gerast kundi, fyri at órógva kanningararbeiðið hjá løgregluni. Nixon skilti, at hann hevði einki í at velja, og tveir mánaðir seinni kom hann á amerikansku sjónvarpsskíggjarnar við teimum [...] av upptøkum Tað, sum loksins gjørdi enda á politiska lívi Nixons, vóru bandupptøkurnar úr tí ovala rúminum í Hvítu Húsunum. Nixon hevði sjálvur givið boð um, at allar tær nógvu samrøðurnar, sum hann hevði [...] skuldu festast á band. Hetta gjørdist eisini hansara politiski bani. Tá FBI bað um at fáa bandupptøkurnar, sýtti forsetin fyri at lata tær frá sær. Rannsóknarmenninir hjá samveldisløgregluni vóru ikki í iva
valdir á sama lista. Vit vitstu av hvørjum øðrum frammanundan hesum – skyldmenn sum vit vóru úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu – omma mín í Grógv og Kalli, pápi hansara, vóru trímenningar – men eftir at vit hittust [...] støðugt lá á kósini og takinum fyri at fáa felagsskapin at virka. Tað er ikki ov nógv sagt, at Víkingur var hjartabarnið hjá Ólavi. Sjálvur var hann gamal LÍF´ari, og eitt teimum stóru talentunum á bygdarliðnum [...] táið ófrættaboðini komu so óvæntað. Lítið meiri enn at deyðin hevði tikið foreldrini Karlamagnus og Elkin úr foldarlívinum, heim í teir ævigu bústaðirnar, vóru boðini nú eftir Ólavi. Aldurin var kanska
virus vóru ókend fyribrigdi. Í staðin var vanliga fatanin, at ramur luktur var orsøk til, at hesar sjúkur smittaðu so illa. Henda hugsanin verður á læknamáli nevnd miasma. Í orðingini á plakatini hjá [...] minti fútin eisini á forboðið móti at blaka seiðahøvd á gøtuna, sum hann hevði kunngjørt 17. juli árið fyri. Okkurt bendir á, at tað vóru tey, sum ikki høvdu fylgt boðunum. Hvalarov á streymasjógv 5. august [...] Endamálið var at hava eina stóra felags nót, so sum mest fekst burtur úr. Trupulleikin hjá felagnum var, at bygdarfólk streymaðu til Havnar, so skjótt sum tey hoyrdu, at seiðatorvur vóru á Havnarvág. Í