Pløyen toldi ikki luktin í Havn

Ein ramur luktur av rotnum seiði hekk í luftini, tá ið Christian Pløyen í 1830 kom til Havnar at virka sum fúti. Havnarfólk blakaðu seiðahøvd beint út í tún ella í køstin. Fyri ein ungan mann við góðari útbúgving úr framkomna Keypmannahavn boðaði lukturin av rotnum seiði frá einum tilafturskomnum samfelag. Ta støðuna setti hann sær fyri at broyta

Pløyen kom til Havnar á fyrsta sinni 20. apríl 1830, eftir at hann 2. februar varð útnevndur til fúta í Føroyum. Fúta­starvið kom heldur óvæntað, tí hann var bara 27 ára gamal. Men nú ráddi um at bera skjótt at. 1. mars segði hann upp á Selskabet for Efterslægtens Real­skole, og 21. mars skrivaði Pløyen kongi bræv, har hann søkti um at sleppa at giftast, uttan at tað hevði verið lýst av prædikustólinum. Stutt eftir gift­ist hann heima við hús við Emmu Theodoru Manting.
Sum fúti kundi Pløyen við at seta plakat upp í býnum kunngera reglur av ymiskum slag, sum havnarfólk skuldu halda seg til. Tey sjey árini, Pløyen var fúti, gjørdi hann nakrar slíkar plakatir, og tær hava allar sína søgu at siga um lívið í Havn í 1830-árunum. Fimm av hes­um plakatunum snúðu seg um at bøta um reinførið í býnum.

Luktur heilsuskaðiligur
Ein av plaktunum varð kunngjørd 17. juli 1831. Heitið á henni var: »Placat angaaende hovederne af Seien«. Plakatin staðfesti, at tað var vanligur siður í Havn at blaka høvd av seiði á gøt­una ella á tann fyrsta og besta køstin. Hesin siður hevði við sær, at ein ótolandi luktur legði seg um býin, og slíkur luktur var »skadelig for Sund­heden«.
Fyri at koma hesum heilsuvandanum til lívs ásetti fútin, at øll skuldu blaka høvdini á sjógv, og tað skuldi gerast so langt burturi, sum til bar. Tann, sum helt áfram at kasta høvd út í tún ella í køstin, fekk bót. Har­um­framt ásetti Pløyen, fyri at leggja áherðslu á álv­aran í mál­inum, at um komið varð fram á seiða­høvd uttan fyri eini hús ella í køst­inum, skuldi tann, sum átti húsið ella køstin, ábyrgd­ast fyri tað. Eig­arin kundi snúgva sær undan ábyrgd­ini, um hann vísti á rætta brots­mannin.
Henda plakat­in passar væl inn í breiðari evro­peiska søgu. Sið­ur­in at blaka burturkast frá sær á gøtuni var ikki ser­før­oyskur, tí tað varð gjørt alla staðni í Evropa. Við ídnaðar­koll­velt­ingini kom ordilig ferð á miðsavningina, og fólkatalið í býunum vaks við rúkandi ferð.
Saman við fólkatalinum vuksu trupulleikarnir við vantandi reinføri í stóru býunum, og fólk í hópatali doyði av kolera, tyfus, gulum fepuri og øðrum sjúkum. Bakteriur og virus vóru ókend fyribrigdi. Í staðin var vanliga fatan­in, at ramur luktur var orsøk til, at hesar sjúkur smitt­aðu so illa. Henda hugsanin verð­ur á læknamáli nevnd miasma. Í orð­ingini á plak­at­ini hjá Pløyen sæst, at hann var ávirk­aður av hugs­an­ini um, at luktur hevði smittandi sjúku við sær.
Markaði Havnará
Plakatin við seiða­høvd­unum var ikki tann fyrsta, sum Pløyen kunngjørdi í royndunum at bøta um reinførið í Havn. 16. desember árið fyri, í 1830, kunngjørdi hann eina plakat um ánna. Á plakatini skilst, at havnarfólk vaskaðu klæði, ull og fisk í ánni, og har arbeiddu tey eisini skinn og annað, og kríatúr endaðu sínar dagar við at bløða út í ánna.
Endamálið við plakatini var, at havnar­fólk skuldu kunna fáa reint vatn, sum var sunt at drekka. Pløyen fekk tí ein jarnsmið at smíða eitt M, og tað merkið varð sett á tann stóra steinin, sum stóð í ánni beint áraka húsini hjá Johannes Djurhuus. Plakatin ásetti, at alt dálkandi arbeiði skuldi gerast sunn­an fyri M’ið, so reint drekkivatn fekst norðan fyri tað. Varð henda áset­ingin brotin, var bótin 1 mark, men hon tví­faldaðist fyri hvørt brotið. Sostatt kundi tað gerast dýrur óvani at dálka ánna norðan fyri markið, og betri gjørdist tað ikki av, at foreldur og hús­bøndur høvdu ábyrgd av børnum og tænastu­fólkum sínum.
Í 1832 varð nýggj niðara brúgv gjørd tvørtur um Havnará, og hana vildi Pløyen verja. Hann kunngjørdi tí 14. sep­tember eina plakat nevnd »Placat ang. den nye Træbro«. Plakatin setti for­boð móti at leggja klæði, skinn og ann­að á brúnna, og um hetta forboð varð brotið, tóku myndugleikarnir klæð­ini, og ánarin fekk eina bót í staðin fyri.

Skyldu at feia
og skola gøtuna
Triðja plakatin um reinføri í Havn varð kunngjørd 6. september 1832. Hon hevði til endamáls at halda gøturnar rein­ar. Pløyen brúkti aftur hesa ferð heilsu­ligu fyrimunirnar av reinføri sum grundgeving, tá hann grundgav fyri hesi plakatini við orðunum: »For at vedligehold den for Sundheden saa nødvendige Reenlighed.« Plakatin gjørdi tað til eina skyldu hjá øllum húsa­eigarum ella leigarum at halda gøtuna og rennusteinarnar uttan fyri hús síni rein. Tað skuldi gerast við at feia og skola gøtu og rennustein í minsta lagi hvønn leygardag. Um hesi boð­ini ikki vórðu fylgd, var revsingin ein markur, og eisini henda revsingin tví­fald­aðist fyri hvørt brotið.
Í sambandi við hesa plakatina minti fútin eisini á forboðið móti at blaka seiðahøvd á gøtuna, sum hann hevði kunn­gjørt 17. juli árið fyri. Okkurt bendir á, at tað vóru tey, sum ikki høvdu fylgt boðunum.

Hvalarov á streymasjógv
5. august 1836 løgdu 397 hvalir beinini á Eystaru vág. Havnarfólk gjørdu, sum tey vóru von, sjálvt um henda grindin í stødd var ein av teimum stóru. Pløyen var farin til Danmarkar hetta summarið, so Jens Davidsen virkaði sum fúti fyri hann. Davidsen var sjálvur vaksin upp í Føroyum, men eftir øllum at døma hevði hann tikið hugburðin um reinføri til sín.
Fimm dagar eftir drápið varð hann troyttur av øllum rotnandi grinda­rovunum í býnum. Hann gjørdi, sum Pløyen áður hevði gjørt, og setti seg at orða eina kunngerð, sum skuldi almanna­kunngerast við uppslagi. Í kunn­gerð­ini sæst, at havnarfólk gjørdu tað sama við grindakúlur, sum tey høvdu gjørt við seiðahøvd. Davidsen kunngjørdi í hvussu er, at tað nú var bannað at lata kúlur og aðrar hvala­leivdir liggja í býnum og flóta. Nú høvdu øll skyldu til at føra slíkt burtur­kast út á streymasjógv, og tey skuldu eisini rokna við, at tað fór at fáa av­leið­ingar, um hesi boð ikki vórðu hildin.

Fyllskapur og nótakast
Hinar báðar plakatirnar, sum ikki bein­leiðis høvdu nakað við reinføri at gera, vóru um ávikavist fyllskap og nóta­kast.
Plakatin um brennivín staðfesti, at tað var sera vanligt at drekka brennivín í Havn. Fyri at koma tí til lívs ásetti plakatin 7. november 1830, at framyvir fóru tey, sum gingu full í býnum, uttan víðari at verða koyrd í Corps de Garde at sova rúsin út. Síðani skuldu tey rokna við at verða ákærd eftir galdandi regl­um og fáa revsing fyri brotsverk sítt.
Í Havn hevði seiður stóran týdning. Stórar seiðatorvur komu javnan inn á vágirnar, og í 1788 stovnaðu havnarfólk »thorshavnske Seyefiske-Selskab med Vaad«. Endamálið var at hava eina stóra felags nót, so sum mest fekst burtur úr.
Trupulleikin hjá felagnum var, at bygdar­fólk streymaðu til Havnar, so skjótt sum tey hoyrdu, at seiðatorvur vóru á Havnarvág. Í 1795 vendi felagið sær til kongs um at fáa einkarætt til at kasta nót í Havn. Rentukamarið við­gjørdi málið í nøkur ár, men 28. mars 1798 varð avgjørt at ganga ynskinum um einkarætt á møti.
Við nótini fingu havnarfólk seið í milliónatali. Í døgunum frá 24. januar til 20. februar 1810 komu 2.217.000 seið­ir í nótina. Tann veturin var veiðan so góð, at bygdarfólk fingu 858.900 seiðir úr rúgvunum, sum havnarfólk høvdu veitt.
Plakatin, sum kom upp at hanga 25. november 1835, bendir á, at tað við­hvørt kundi vera rokaligt, tá nótin varð kastað, tí plakatin ásetti, at bæði børn og vaksin skuldu halda seg so langt burtur frá teimum, sum luttóku í nóta­kast­inum, at tey ikki vóru í vegin. Har­um­framt skuldu øll akta boðini, sum for­menn­inir fyri nótakastinum góvu. Vóru hesi boð ikki fylgd, var bótin vís. Skil skuldi vera í øllum.

- - -

Royndir Pløyens at bøta um reinføri í havnargøtum eru ítøkilig dømi um ta moderni­seringina av føroyska samfelagnum, sum eyðkendi 19. øld. Henda moderniseringin er evnið í stórari verkætlan, sum Granskingar­ráðið í fjør játtaði stuðul til. Verk­ætlanin eitur »Det færøske samfunds trans­formation – Et helheds­perspektiv på de sociale og økonomiske kræfter der skabte det moderne Færøerne.« Partur av verk­ætlanini er at kanna, hvussu stóran leiklut teir fáu embætis­menninir í Føroyum høvdu í nútímans­gerð­ingini av føroyska samfelagnum.