Gølan var og er framvegis tann størsta, sum nakrantíð hevur rakt tað politiska lívið í USA, og navnið Watergate verður í mong ár afturat ímyndin av lygn, sviki og meiri enn ivasomum gerðum í teirri politisku skipanini.
Tey flestu hava ta áskoðan, at Watergate-gølan var eitt tekin um, hvussu rotin tann politiska skipanin í USA var vorðin, men tað eru eisini tey, sum vísa á, at gølan júst vísti, hvussu væl hendan sama skipan er kjølfest, tá hon megnaði at varðveita støðu sína sjálvt eftir ein so svikafullan forseta sum Richard Nixon.
Gølan byrjaði mánadagin tann 17. juni í 1972, tá fimm mans vórðu avdúkaðir fyri athava brotið inn í floksbygningin hjá demokratiska flokkinum Watergate. Teir fimm menninir vóru farnir inn í bygningin at kanna nøkur lurtitól, sum vóru vorðin smuglað inn í bygningin nakrar mánaðir frammanundan.
Republikanarin Richard Nixon sat sum forseti í Hvítu Húsunum. Val var í hondum, og hjá forsetanum ráddi um at nýta allar snildir fyri at verða afturvaldur. Tað eydnaðist eisini Nixon at verða afturvaldur og tað við stórum meiriluta. Men samstundis varð forsetin drigin upp í eina gølu, sum snúði seg um politiska avlurting, sabotasju og ólógligan valstuðul.
Sjálvur sýtti Nixon fyri at hava verið uppi í nøkrum slíkum, og tá hann tann 8. august í 1974 segði seg úr forsetaembætinum, var tað fyri at sleppa undan at verða drigin fyri ein ríkisrætt. Hann varð kortini ákærdur fyri at hava roynt at fjala sannleikan, men eftirmaður hansara í forsetaembætinum, Gerald Ford, veitti honum grið.
Ístaðin vórðu meiri enn 40 embætismenn hjá forsetanum ákærdir og drignir fyri rættin, og fleiri teirra fingu langa fongsulsrevsing.
Feldur av upptøkum
Tað, sum loksins gjørdi enda á politiska lívi Nixons, vóru bandupptøkurnar úr tí ovala rúminum í Hvítu Húsunum. Nixon hevði sjálvur givið boð um, at allar tær nógvu samrøðurnar, sum hann hevði við sínar næstu medarbeiðarar í tí ovala rúminum, skuldu festast á band. Hetta gjørdist eisini hansara politiski bani.
Tá FBI bað um at fáa bandupptøkurnar, sýtti forsetin fyri at lata tær frá sær. Rannsóknarmenninir hjá samveldisløgregluni vóru ikki í iva um, at forsetin hevði verið vitandi um innbrotið í Watergate, og málið varð tí lagt fyri amerikanska hægstarætt. Í juni í 1974 álegði hægstirættur forsetanum at útflýggja bondini. Har kundu menn hjá FBI hoyra sjálvan forsetan biðja sínar embætismenn gera alt, sum gerast kundi, fyri at órógva kanningararbeiðið hjá løgregluni.
Nixon skilti, at hann hevði einki í at velja, og tveir mánaðir seinni kom hann á amerikansku sjónvarpsskíggjarnar við teimum kendu orðunum "I shall resign" (Eg fari frá).
Deep Throat
Tað vóru tveir blaðmenn hjá blaðnum Washington Post, Bob Woodward og Carl Bernstein, sum avdúkaðu Watergate-gøluna, men øll tey 30 árini síðani hava teir sýtt fyri at siga, hvør segði teimum tíðindini um innbrotið.
Sjálvir valdu teir báðir at kalla kelduna "Deep Throat", og hesi árini hava fleiri roynt at avdúka tað veruliga navnið. Summi vilja vera við, at tað var annaðhvørt uttanríkis-ráðharrin Henry Kissinger ella trygdarráðgevin Alexander Haig, sum avdúkaðu Nixon, men hetta halda onnur vera óhugsandi.
Uppaftur onnur halda, at tað var Pat Buchanan, sum arbeiddi hjá Nixon, sum avdúkaði Watergate-innbrotið, meðan onnur vilja vera við, at tað mundi vera Ron Ziegler, sum var talsmaður forsetans.
Bob Woodward og Carl Bernstein siga, at Deep Throat er ein maður, sum framvegis er á lívi, men meiri vilja teir ikki siga. Bob Woodward hevur sagt, at hann er til reiðar at avdúka kelduna, fær hann loyvi til tess, ella tá keldan doyr. Sambært blaðmanninum hava teir framvegis samband við ta loyniligu kelduna.
Sum vera man hava nógvir søgufrøðingar skrivað søguna um Richard Nixon og Watergate, men allastaðni vantar tað týdningarmesta navnið - navnið á honum, sum avdúkaði gøluna, sum feldi forsetan.
Síðani fyrrverandi útgávustjórin á Washington Post, Kathrine Graham, doyði, eru tað bara Bob Woodward og Carl Bernstein og núverandi blað-stjórin, Ben Bradlee, sum kenna loyndarmálið.