19. partur
Spanska sjúkan gevur eisini síni minnir. Hetta var ein ring sjúka, sum kom at kennast í nærum øllum heimum í Havn, og tey vóru nógv, sum doyðu. Tað vóru dagar, tað var meira enn ein jarðarferð og neyvan ein vika uttan, at fleiri vóru.
Vit sluppu heldur ikki undan. Margretha var tann fyrra sum gjørdist sjúk í 1918. Hetta var so tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki vóru varir við, at sjúkan var komin til Føroya.
Sum áður nevnt var tað ein kaldur vetur, Johan varð føddur. Tað var so kalt, at vatnið í fatinum í okkara kamari frysti í botn um náttina. Tað var stutt eftir, at Margretha var komin upp aftur, at hon fekk sponsku sjúkuna. Hon fekk høgan fepur við kuldaskjálvtum. Hildið var, at hetta var barsilsfepur, men tað var tað neyvan.
Stutt eftir gjørdist eg sjálvur sjúkur. Eg hevði sitið allan dagin til eitt langt forhoyr, sum var hildið í rættarsalinum í Skansanum.
Móti endanum føldi eg meg illa men gjørdi tó forhoyrið liðugt. Bókstavirnir dansaðu fyri mínum eygum, sum eg skrivaði.
Aftaná mátti eg fara beint til hús, og tá var fepurin beint undir 40 stig. Tá var einki, sum æt antibiotika. Fólk vóru, sum rímiligt er, sera bangin fyri høgum hita. Roynt varð at fáa hann niður við kinintablettum, sum eisini vórðu brúktar móti malaria. Vit høvdu slíkar heima, so boð vórðu ikki send eftir lækna. Hesar tablettir vóru so ógvuliga stórar. Eg havi altíð eins og mamma havt trupulleikar við at svølgja tablettir. Eg mátti tí tyggja hesar. Tá var smakkurin so ræðuligur, at eg spýði.
Eg minnist ikki nógv frá teimum fyrstu tveimum samdøgrunum. Hitin var so høgur, at eg visti ikki rættiliga til mín. Eg hómi bert, at eg langt burtur hoyrdi Margrethu spyrja, um Kristian mundi fara at doyggja.
Men eg fór tá at batna og fór upp at skifta klæði og seingjarklæði, sum øll vóru dýggjvát av sveitta.
Tað var vist býtt at fara so tíðliga úr seingini. Eg var illa fyri og hevði tapt 5 kg hesar tríggjar dagarnar. Men longu fjórða dagin fór eg aftur til arbeiðis. Og 14 dagar seinni fór eg eftir torvi. Men eg var tó kortini ikki enn komin heilt fyri meg, og eg mátti hvíla meg fleiri ferðir.
Ikki fyrr enn summarið eftir, tá ið eg bar ein leyp heim og hostaði ein klump upp úr lunganum, fór eg rættiliga at kenna meg betur fyri fyri hvønn dag, ið gekk.
Keyptu hús
Sum nevnt var tað okkara ætlan at keypa húsini hjá Hans Simonsen, um tey vóru til sølu. Hann var pápi Jóannes Simonsen, kendur frá Fiskasøluni. Pápi iðraði seg eisini um, at hann ikki hevði boðið uppá húsini, tá ið tey vórðu seld til Hans.
Men nú keyptu vit húsini fyri 11.000 krónur, nógvir pengar tá í tíðini. Vit høvdu nú eini hús, sum eftir tátíðini var stórt. Tað var ein hátíðarlig løta, tá ið vit fluttu inn í egin hús, sum vit bóðu Várharra um at vælsigna.
Tilboð um at arbeiða hjá Dahl í Vági
Eg kundi kanska havt fingið eina heilt aðra lívsleið enn eg fekk. Í 1917 fekk eg bræv frá Petur Dahl í Vági, systkinabarn mammu mína. Hann bjóðaði mær eitt skrivstovustarv í reiðarínum í Vági, og lønin skuldi vera kr. 2.000 árliga, sum var nógv tá í tíðini. Eg spurdi Margrethu. Hon helt, at hóast hetta var eitt gott tilboð, so var forrætning meira óviss, enn tað fasta starv, eg hevði. Hetta helt eg eisini, og Petur Dahl fekk avboð.
Hann segði, at tá ið hann hevði bjóðað so høga løn var tað, tí hann vildi hava fyrstafloks arbeiðsmegi. Kanska hevði eg kunnað blivið stórkeypmaður, um eg tók av! Men tá visti eg heldur ikki, at eg fá ár seinni fór at gerast sýslumaður.
Fjølbroytt at vera sýslumaður
Tá ið eg varð útnevndur til fulltrúa hjá sorinskrivaranum, segði Jens Evensen, at “tú verður sýslumaður, áðrenn tú verður gamal.”
Hetta hendi kanska skjótari, enn nakar hevði hugsað sær. At vera sýslumaður varð tá roknað fyri at vera eitt sera týdningarmikið starv. Veruliga er hetta elsti rættarligi stovnurin í Føroyum.
Spurdur hvat ein sýslumaður var, var tað lættari at svara, hvat tað ikki var.
Veruliga skuldi ein sýslumaður hava fyrstu viðgerð av øllum trupulleikum og sakum, sum komu undir rættin, ákærumyndugleikan og amtmansembætið. Men tá sýslumaðurin eisini hevði so nógv samband við fólkið á staðnum, kom hann ofta at vera løgfrøðiligi sálarsyrgjarin hjá fólkinum. Hetta fór við nógvari tíð, og tað var sjálvsagt ókeypis.
Tá ið tíðini vóru seks sýslur: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Henda síðsta varð roknað fyri at vera tann størsta og týdningarmesta sýslan.
Tann, sum hevði hetta stóra starv í Suðuroy, var Oliver Effersøe, sum var útbúgvin løgfrøðingur. Hann hevði fingið starvið eftir pápa sín Gudmund Effersøe, sum var sonur Jón Effersøe. Hann var komin til Føroyar sum politiskur flóttamaður eftir at hava stuðlað Jürgen Jürgensen, Hundadagakongin, tá ið hann í 40 dagar tók valdið í Íslandi.
Oliver Effersøe var ein vakur og tignarligur maður. Tað visti hann eisini sjálvur, og hetta gjørdi hann nokk so stóran uppá tað. Tí var hann ikki væl umtóktur millum fólk. Hetta gav baksláttur fyri hann í politikki. Tískil gjørdi hetta tað lætt fyri systursonin Edvard Mitens at taka tingumboð frá sambandsflokkinum í Suðuroy, har Oliver var fremsta umboð.
[Tað var kanska eisini hetta sum kom til sjóndar við fólkaatkvøðuni í 1916 um Vestindisku oyggjarnar tá ið Tvøroyri sum einasta bygd í Suðuroy atkvøddi fyri uppskotinum at selja oyggjarnar, og var hetta beint ímóti tilmælinum hjá Sambandsflokkinum.
Sambært bókini um Petur Alberg var tað eisini hetta, sum hendi við løgtingsvalinum í 1918, tá ið eitt sera gott val til sjálvstýrisflokkin í Suðuroy tryggjaði sjálvstýrismeiriluta á tingi. Tá var Oliver Effersøe enntá blivin formaður í Sambandsflokkinum í 1917.]