neiligum. Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum, av tí at pápi hansara var trúboðari har. Spurdur, um hetta hevur verið ein fyrimunur, sigur Hans Eiler: - Tað er ringt at vera profetur í egnum heimlandi [...] upp til. Hans Eiler viðgongur tó í dag, at hetta kundi vera trupult. - Eg var kanska nógv í tí einu samkomuni ta fyrstu tíðina, Soli Deo Gloria, men tað var tí, at tey bóðu meg um tað. Tað gjørdi, at [...] kallar ein karismatiskan vong í Fólkakirkjuni. - Øll hava væntanir, og tú merkir væl, at fólk leggja merki til, hvussu tú prædikar, og hvønn tú umgongst. Eg vildi vera prestur fyri øll, og hetta haldi eg
kundi ikki hugsað sær nakað betri enn hetta. - Hetta er tað besta eg veit. Einki er sum at dykka í taranum út fyri Rituvík, sigur hon. Minst eina ferð um vikuna Tað var kanska meiri av tilvild at Alisa byrjaði [...] hon eyga á nakrar menn, sum dykkaðu, og tá hon varð spurd um hetta var nakað fyri hana, so svaraði hon beinanvegin ja. Síðani tá hevur verið ein íðin froskkvinna. Tað er fleiri viðurskifti, ið spæla inn tá [...] verið hugsingur um at fara útí. Men eg ætli mær so ein túr seinni í vikuni, sigur hon. Vikuna frammanundan hevði hon eisini verið og dykkað. Ta ferðina var hon enn einaferð á Rituvíkini. Enn er Alisa bert
Skálafjarðartunnilin verður veruleiki, so hevur hetta økið heilt avgjørdar møguleikar fyri at gerast ein týðandi framtíðar miðdepil. So á tann hátt er hetta rætt plaserað, sigur Gunnar Hoydal og sipar til [...] hevur ein profil. Á teldumyndunum sær hetta tilforlátiligt út, veðrið er gott o.s.fr. Men, og tað er eitt stórt men: vit eiga ikki at gloyma veðurlag og umhvørvi, og eg spurdi meg sjálvan: er hetta alt eitt [...] nevnir hann tey sokallaðu Randarhúsini, sum eru ein roynd at skapa verju í móti veðri og vindi. Orðið Randarhús kemur sjálvandi av rond, sum skal verja, og hetta heldur Gunnar Hoydal vantar á Stórutjørn. Hann
Stenadon, og vanliga verður sagt, at ein flótandi boripallur gevur meira virksemi á landi enn eitt boriskip, sum hevur tað mesta av útgerðini umborð. Ein boripallur fær ein størri part av forsýningunum úr landi [...] Hann sigur, at eitt norskt felag kemur higar at gera eina kemiska blanding eftir uppskrift. - Hetta er ein blanding, sum vit ikki hava so nógv skil fyri, sum hann tekur til. Talan er um tað, sum rópt verður [...] summar, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at olja er í undirgrundini hjá okkum. Tað er bara ein spurningur um at gera ein innsats fyri at finna hana, og teir møguleikarnir gerast alt betri sum frá líður við nýggjum
missiónsarbeiðið. Menningarsamstarv er eisini ein partur av hesum virksemi. Tí var løgmaður, sum umsitur menningarmál í landsstýrinum, boðin at seta stevnuna. Stevnan var alt vikuskiftið, og endaði seinnapartin [...] so leingi sum hetta við at hjálpa øðrum er á dagsskránni kunnu vit kalla okkum eitt framkomið samfelag. - Samfeløg sum hava yvirskot til eisini at hugsa um onnur enn seg sjálvan, eru góð samfeløg, segði [...] fátækradømið í heiminum. - Tað er júst hetta sum liggur sum grund fyri hesum tiltakinum hjá Heimamissiónini. Og tað eiga tit rós og heiður fyri, segði Jóannes Ejdesgaard. Hetta landsstýrið hevur eisini sýnt vilja
koyrdu henda spurning út til fólkaatkvøðu, tí hetta er ein ov stór avgerð at taka í einum kommunustýri. Hóast eg persónliga eri ímóti samanleggingini, ætli eg mær tí fult út at stuðla tí, um fólkið sigur ja [...] sum klára tað. Jóhan Christiansen leggur tó dent á, at hann ikki sigur hetta, fyri at verja Leirvík. Hann heldur tað eisini vera ein fyrimun fyri Gøtu, um bygdirnar standa einsamallar, í øllum førum eina [...] løgdu tey kommunurnar saman. Hetta er tað rætta, tí tá tað er lagt saman, so vendist ikki aftur. Tað er fastlagt við løgtingslóg, at tá sleppur kommunan ikki burturúr aftur. - Mær hevði dámt betur, um vit
ø_rvísi Fyri kortum var ein starvsl_sing í blø_unum, har Atlantic Airways leita_i sær eftir fleiri n_ggjum flogternum. Áhugin var stórur, men hóast eini 100 søktu um arbei_i_, var Sveinur ikki tikin á [...] av røttum sta_festa, at hetta arbei_i_ er júst so: - Eingin túrur er eins. Men eg veit tó ikki, um hetta ver_ur mín lívslei_. Eg havi ikki arbeitt so leingi, men ta_ hev_i veri_ stuttligt og áhugavert at [...] ø. Har skuldu vit hjálpa ney_støddum fer_afólki upp í bjargingarbátar. Ta_ var álvarsamt, men eg var_ ikki ræddur. Heldur var ta_ læruríkt og stuttligt at royna. Eg kundi avgjørt ikki veri_ trygdarskei_ini
byggingin av virkinum byrjaði í 1966, og tað var Hannis Jensen, sum stóð fyri hesum arbeiði. Í februar 1968 stóð so flakavirkið í Skopun liðugt. - Eg trúgvi, at hetta var størsta broytingartíð fyri Sandoynna – [...] seta pening til. Hetta gjørdi, at Skopunar kommuna kom at flóta tungt í sjónum, og endin var, at flakavirkið fór á aðrar hendur. Kortini fingu fólk sína úrtøku á virkinum. Men virkið var ikki verandi opið [...] Avleiðingin var, at færri fólk sótu eftir á smáplássunum. Borgarstjórin vísti á, at hesi árini sigldu skipini á bretska marknaðin við feska fiskinum, men fingu lítið burtur úr. - Tað var saltfiskurin
tað var bara fyri fyrst, tær átóku sær hetta arbeiðið. Gjørdi krambayrkið til sítt lívsstarv Soleiðis hugsaði Sunnivá ikki. Hjá henni var tað beinanvegin greitt. Tað at standa aftan fyri skivuna var eitt [...] Stockholm var góður arbeiðsgevari, men at hann eisini kravdi nógv av starvsfólkunum. - Hetta var helst fyrsti handilin, sum gjørdi nógv burturúr at veita viðskiftafólkunum góða tænastu, og ein ávís skipan [...] við stokkum Oddvald Ørvarodd var skræddari, men hann arbeiddi eisini í handlinum. - Oddvald var so dugnaligur at binda. Hann hevði ofta stokkarnar við sær til arbeiðis. Var ein friðarlig løta, plagdi hann
við eina skermimaskinu eina heila vakt, men hetta er fínasta slag kortini, sigur hon. Lina sigur, at hon og onnur umborð antin hava ein MP3-spælara ella ein sonevndan disk-man, og tónleikurin er góður [...] vardi einar 3-4 vikur, tjentu vit meira enn 30.000 krónur, og tað haldi eg, er góð inntøka. Nú hon fór avstað aftur, var Lina í holt við at taka koyrikortið - ikki bert til persónbil, men eisini til truck [...] m hennara inn á gólvið. Lagið var gott, og fólk vóru spent eftir at fara fyrsta túrin við nýggja og stásiliga skipinum. - Tað er gott samanhald umborð, og vit eru sum ein stór familja, sigur Lina H. G