- Vit teljast millum tey ábyrgdarfullu londini, segði løgmaður í setanarrøðu síni.
Hann vísti á, at so leingi sum hetta við at hjálpa øðrum er á dagsskránni kunnu vit kalla okkum eitt framkomið samfelag.
- Samfeløg sum hava yvirskot til eisini at hugsa um onnur enn seg sjálvan, eru góð samfeløg, segði hann fyri teimum mongu, sum høvdu leitað sær til Nesvíkar í gjárkvøldið.
Talan er um eina ráðstevnu, sum setir sjóneykuna á missión úti og heima, og hvørs endamál er at kalla enn fleiri til missiónsarbeiðið.
Menningarsamstarv er eisini ein partur av hesum virksemi. Tí var løgmaður, sum umsitur menningarmál í landsstýrinum, boðin at seta stevnuna.
Stevnan var alt vikuskiftið, og endaði seinnapartin sunnudagin.
Løgmaður vísti á, at í hjørtunum á okkum býr eitt ynski um at allur heimurin skal verða eitt gott stað at búgva í. Men soleiðis er støðan tíverri ikki allastaðni:
- Men vit vilja hjálpa so væl sum vit kunnu. Vit fara sum einstaklinar og felagsskapur til verka at minka um órættvísið og fátækradømið í heiminum.
- Tað er júst hetta sum liggur sum grund fyri hesum tiltakinum hjá Heimamissiónini. Og tað eiga tit rós og heiður fyri, segði Jóannes Ejdesgaard.
Hetta landsstýrið hevur eisini sýnt vilja at økja um hjálpina hjá føroyingum úti í heimi, í tí sum verður kallað menningarsamstarv. Og longu nú kann ein staðfesta, at føroyska samfelagið eisini verður ríkari av at vera við í slíkum altjóða menningarsamstarvi.
Settar eru av slakar 3 mió. kr. higartil í ár, og er ætlanin at økja um játtanina til hetta samstarvið. Men tað er av størsta týdningi, at hjálpin rakar rætt at hon kemur til teirra, sum hava brúk fyri henni.
- Hetta krevur eisini av okkum at vit umsita hana rætt, segði løgmaður.