Atlantic Navigator
Sosialurin var við, tá ið Lina fór umborð við viðførið sínum, sum hon hevði pakkað sær til hendan fyrsta túrin. Vit vóru eisini við, tá ið hon fyrstu ferð steig fótin inn í kamarið, har hon fer at "húsast" á frívaktini.
Tær eru tvær og tvær inni á einum lítlum kamari, og tær eru átta, sum síðan deila eitt fitt og hugnaligt uppihaldsrúm, ið er felagsrúm hjá teimum.
- Vit, sum eru á sama kamri, eru vanliga á hvør síni vakt, og tí ger tað ikki nakað serligt, um kømrini ikki eru so stór, sigur Lina.
Umborð á Nærabergi stóð hon við eina skermaskinu, og hon væntar, at arbeiði hjá henni verður tað sama umborð á nýggja skipinum.
- Tað er kanska eitt sindur keðiligt at standa við eina skermimaskinu eina heila vakt, men hetta er fínasta slag kortini, sigur hon.
Lina sigur, at hon og onnur umborð antin hava ein MP3-spælara ella ein sonevndan disk-man, og tónleikurin er góður at stytta sær stundir við á vaktini.
Umborð á Atlantic Navigator gongur manningin 6 tímar og hevur frí teir næstu 6.
Vit spurdu eisini Linu, hvat tey gera á frívaktini.
- Er nógvur fiskur, fara vit vanliga í koyggjuna, tá ið deksvaktin er av og hvíla okkum til næstu vakt. Men er minni at gera, sita vit og práta, spæla kort ella hyggja í sjónvarp ein part av frívaktini.
Lina hevur áður arbeitt á Fiskavirkinum í Vestmanna, og nú hon hevur verið heima og bíðað eftir nýggja skipinum, hevur hon arbeitt á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.
Vit spurdu eisini Linu, hvussu inntøkan hevur verið, síðan hon fór umborð á Næraberg.
- Jú, eg haldi ikki, vit skulu lata illa at. Onkran túrin, sum vardi einar 3-4 vikur, tjentu vit meira enn 30.000 krónur, og tað haldi eg, er góð inntøka.
Nú hon fór avstað aftur, var Lina í holt við at taka koyrikortið - ikki bert til persónbil, men eisini til truck og motorsúklu.
- Eg havi fingið koyrikortið til truck, men ikki til persónbil og motorsúklu. Kortini havi eg fingið teoriirnar í hús. Gongst sum ætlað, sleppi eg upp í koyring til motorsúklu, 13. januar, men eg veit ikki, um eg eri heima tá, sigur hon.
Lina sigur, at henni dámar væl, tá ið tað gongst væl at fiska og nógv er at gera á verksmiðjuni.
- Nógvur fiskur merkir, at vit tjena pening, sigur hon smílandi.
Meðan vit vóru inni á kamarinum hjá Linu, hugdu fleiri av skipswfeløgum hennara inn á gólvið. Lagið var gott, og fólk vóru spent eftir at fara fyrsta túrin við nýggja og stásiliga skipinum.
- Tað er gott samanhald umborð, og vit eru sum ein stór familja, sigur Lina H. Grækarisdóttir.