Hon heldur tað vera sera sera spennandi. Og tað halda vinkonur hennara eisini.
Men tær kundu ikki droymt um, at latið seg í froskbúnan og kastað seg á bláman.
Alisa hevur kortini verið við í hesi ítróttini í skjótt tvey ár. Og hon kundi ikki hugsað sær nakað betri enn hetta.
- Hetta er tað besta eg veit. Einki er sum at dykka í taranum út fyri Rituvík, sigur hon.
Minst eina ferð um vikuna
Tað var kanska meiri av tilvild at Alisa byrjaði at dykka sum froskmaður ? ella froskkvinna um ein heldur vil siga tað so.
Tað eru nevniliga ikki so nógvar kvinnur við í hesi ítróttargreinini, men tað leggur Alisa lítið í, tí hon er rættiliga bitin av hesi ítróttini.
Henda eina dagin fekk hon eyga á nakrar menn, sum dykkaðu, og tá hon varð spurd um hetta var nakað fyri hana, so svaraði hon beinanvegin ja. Síðani tá hevur verið ein íðin froskkvinna.
Tað er fleiri viðurskifti, ið spæla inn tá talan er um, hvussu ofta hon dykkar. Frítíðin er eitt teirra.
- Eg royni tó at halda meg til at dykka minst eina ferð um vikuna, sigur hon.
Veðrið er sjálvandi eisini avgerandi fyri hesum. Er tað ov ringt, fer hon ongan veg. Men ein góður summardagur er tó ikki at forsmáa!
Tarin er bestur
Framvið strendur okkara eru mong vøkur støð, sum eru friðhalgaði teimum sum dykka.
Alisa hevur ofta dykkað í Runavík og á Rituvíkini, men best dámar henni á teimum støðunum har nógvur tari er.
- Rættiliga nógvur tari er út fyri Rituvík, men eisini við Æðuvík er nógvur tari, sigur Alisa.
Hon er rættiliga einsamøll í hesi mannfólkaítróttini ? í Føroyum í øllum førum. Men tað leggur hon minni í.
- Vinkonur mínar halda, at hetta ljóðar sera spennandi, og at eg eri eitt sindur cool, tí eg tori so gott, sigur hon.
Alisa veit um eina aðra kvinnu úr Fuglafirði sum eisini fæst við dykking. Men hon hevði ynskt, at tær vórðu enn fleiri.
- Eg veit ikki hví vit eru so fáar. Kanska er tað tí, at tær halda seg ikki tosa so væl.
Fleiri skeið
Tá vit hittu Alisu á havnalagnum í Runavík mikudagin í farnu viku, hevði hon ikki verið í sjónum ta vikuna.
- Eg havi havt nógv skúlating, so tað hevur ikki verið hugsingur um at fara útí. Men eg ætli mær so ein túr seinni í vikuni, sigur hon.
Vikuna frammanundan hevði hon eisini verið og dykkað. Ta ferðina var hon enn einaferð á Rituvíkini.
Enn er Alisa bert 14 ára gomul, men hon hevur longu gjørt sær nakrar hugsanir um, hvat hon skal gera í framtíðini.
Eitt sum liggur rættiliga frammarlaga í huganum er at taka fleiri skeið innan fyri dykking.
-Og so fái eg at síggja, sigur hon.