STÓRATJØRN
Gunnar Hoydal er fyrrverandi býararkitektur í Havn og hevur drúgvar royndir í at skipa fyri býarplanlegging.
Sum heild er hann spentur upp á verkætlanina Stóratjørn hjá P/f Jákup á Dul.
- Tað er spennandi, at knappliga er eitt byggimál, sum fær fólk at tosa saman, og tað er ikki oftari enn so, sigur Gunnar Hoydal, sum eisini heldur tað vera gott, at hendan verkætlanin hevur fingið eitt navn beinanvegin, Stóratjørn, og ikki eitt navn sum Hoyvíkshagi Suður ella okkurt líknandi.
- Tað er, tá vit tosa um tað, at ivamálini koma fram, sigur tann royndi arkitekturin, sum hevur hugt eftir projektinum uppi í Hoyvíkshaganum.
Spurdur, hvussu ein so stór verkætlan fer at ávirka Havnina sum bý, minnist Gunnar Hoydal afturá, at fyri 30 árum síðani høvdu vit eitt fordømi, SMS, sum fólk hildu vera burturvið og fór at oyðileggja býin. Hóast verkætlanirnar ikki kunnu samanberast í vavi, hava tær tað í felag, at tað er ein einstaklingur, ið
hevur sæð møguleikarnar í býarbyggingini og hevur elvt til tað umráðandi
almenna kjakið.
Ikki endurtaka danska bygningsimperialismu
Gunnar Hoydal greiðir frá, at seinasta sunnudag gekk hann sær ein túr í góðveðrinum niðan til økið við Stórutjørn, sum hann kennir væl. Har gekk fólk og vassaði í mýrum og undraðust, sum hann tekur til. Av økinum sært tú inn á Kaldbaksfjørð og Skálafjørðin og oman yvir Havnina.
- Haðani sæst týðiliga, at um Skálafjarðartunnilin verður veruleiki, so
hevur hetta økið heilt avgjørdar møguleikar fyri at gerast ein týðandi
framtíðar miðdepil. So á tann hátt er hetta rætt plaserað, sigur Gunnar Hoydal og sipar til arbeiðið at leggja langtíðarætlanir fyri býin.
- Tá tú fert til eitt nýtt stað, er týdningarmikið, at tað er arkitektoniskt miðvíst. Ein býur má hava nøkur býarmerki ella eyðkenni, og hesi koma at síggjast heilt av Skálafjørðinum, og tí skilji eg væl, at arkitektarnir í hesum førinum hava valt okkurt, sum røkkur upp og hevur ein profil. Á teldumyndunum sær hetta tilforlátiligt út, veðrið er gott o.s.fr. Men, og tað er eitt stórt men: vit eiga ikki at gloyma veðurlag og umhvørvi, og eg spurdi meg sjálvan: er hetta alt eitt dreymaland, sigur Gunnar Hoydal og nevnir íbúðahúsini, sum hann ikki heldur hóska inn í føroyska umhvørvið.
Verkætlanin kann býtast sundur í fýra partar: handilsøki, ítróttarøki, hotell- og ráðstevnuøki og íbúðarøki. Tey trý fyrstnevndu elementini heldur Gunnar Hoydal vera spennandi, um fyritøkur fáast at trúgva uppa hetta. Men hann ivast stórliga í tí fjórða partinum, nevniliga uppskotið um, at íbúðahúsini í 10 hæddum skulu byggjast uppi við Stórutjørn.
- Eg havi alla mína tíð hildið, at vit eiga at hugsa um lokalklima, um lendi og veðurlag, sigur Gunnar Hoydal, ið minnir á, at vit ikki hava nógv háhús í Føroyum. Undantøk eru at finna við Velbastaðvegin í Havn og hospitalsbygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum, sum Gunnar Hoydal ikki metir vera fyrimyndir, ið vit eiga at leggja okkum eftir at endurtaka í komandi byggingum. Hann leggur afturat, at tað er ikki fyri einki, at slík bygging onkuntíð er blivin kallað donsk bygningsimperialisma, av tí tað ikki er bygt í samsvari við lendið og umhvørvið í Føroyum.
Saknar verjandi rond
Gunnar Hoydal vísir tí, at heldur enn at byggja háhús í 10 hæddum hevði tað eftir hansara tykki skapað størri trivnað, um t.d. húsini á Berjabrekku við sínum fjølbroytni høvdu verið nýtt sum fyrimynd fyri íbúðabyggingina á Stórutjørn.
- Tað er altíð best, um fólkið, ið býr í húsunum, hevur møguleika at stíga á jørðina, sigur Gunnar Hoydal, og heldur fyri, at tað ber ikki so væl til, um tú býrt á 10. hædd.
- Nú er hetta bara fyrsta uppskotið til eina byggiætlan, men eg trúgvi man eigur at gera lívd til hesi húsini, sigur fyrrverandi býararkitekturin.
Í hesum sambandi nevnir hann tey sokallaðu Randarhúsini, sum eru ein roynd at skapa verju í móti veðri og vindi.
Orðið Randarhús kemur sjálvandi av rond, sum skal verja, og hetta heldur Gunnar Hoydal vantar á Stórutjørn.
Hann metir nevniliga, at tað hevði verið skilabetri at gjørt eina lægri rond av húsum rundan um sjálvt økið, og so bara havt nøkur fá torn, kanska eini trý, sum góvu ætlanini tann arkitektoniska tónan og virkaðu sum eitt slag av eyðkenni fyri býin, ið sóust langt burturi frá. Hesi skuldu so ikki verið sjálvur íbúðarparturin, men heldur bygningarnar við hotellum og ráðstevnuhølum, og áttu at verið byggilist á høgum støði.
Væntar ikki háhúsakriminalitet
- Vit skulu ALTÌÐ hugsa um, hvussu hetta fer at síggja út um eitt-tvey ættarlið, og um fólk fara at verða góð við tað, sigur Gunnar Hoydal, og nevnir í sama viðfangi byggingina á Berjabrekku og í Tórsbyrgi í Havn, har fólk í fyrstuni vóru eitt sindur varin, men síðani eru vorðin góð við staðið.
Og tað ivast Gunnar Hoydal í, um fólk fara at vera við eitt háhús í 10 hæddum.
- Hetta kann helst gerast meira áhugavert, uttan tað missir nakað.
- Mítt ættarlið hevur havt sum fyrimynd at bygt tætt og lágt, men her kundu vit bygt tætt og høgt, sigur Gunnar Hoydal, ið tó sum sagt staðiliga ávarar ímóti íbúðahúsum í 10 hæddum, men heldur íbúðahúsum, sum framvegis standa tøtt niðri jørðina og verja ímóti vindi og veðri.
Ofta enda sosial avbyrging og kriminalitetur í háhúsum, og Gunnar Hoydal vísir á, at krimiskaldsøgur úr t.d. Onglandi og Svøríki so at siga altíð fara fram í slíkum umhvørvi, sum er bygt í sekstiárunum, tá ætlanin var at loysa allar byggitrupulleikar í einum við at byggja bíliga, so øll skuldu hava ráð at búgva har.
Úrslitið varð, at bert eitt ávíst sosialt lag í samfelagnum kom at búgva í hesum høgu húsunum. Eingin, sum búði har, orkaði at halda hesum uppi, og kriminalitetur spurdist burturúr.
- Tað mugu vit fyri alt í verðini sleppa undan, sigur Gunnar Hoydal, sum kortini ikki væntar, at hetta verður úrslitið uppi í Hoyvíkshaganum.
Kommunan krevja dygd og fjølbroytni
Hann heldur tað vera týdningarmikið, at kommunan setir strong krøv til dygd og innrætting av fjølbroyttum íbúðum í ymiskum støddum heldur enn at byggja eins íbúðir til businessmenn og heimsborgarar, og sum kanska bert koma at hava eina íbúð standandi uppi við Stórutjørn til næstu ferð, teir koma hendanvegin at spæla golf.
- Hetta ljóðar flott, men tað hevur týdning, at byggingin nøktar ymiskan
tørv, sigur Gunnar Hoydal, ið vildi lagt dent á fjølbroytni í byggingini og
fólkasamansetingini, tá ið talan er um so stóra byggiætlan sum hesa. Hann væntar, at við núverandi uppskoti til íbúðahúsini verður torført at fáa barnafamiljur at støðast leingi, hóast húsini eru vælgjørd. Hinvegin kann úrslitið verða eitt annað, um tað eydnast at fáa fólk í øllum aldri at búgva har. Hetta kann gerast við at byggja fjørbroyttar íbúðir til eitt nú barnafamiljur, pensiónistar og ikki minst støk, sum ofta eru væl fyri.
Gunnar Hoydal heldur tað nevniliga ikki vera óhugsandi, at Stóratjørn eisini verður ein íbúðamøguleiki hjá tilkomnum fólki, sum umhugsa at flyta úr teirra húsum. Her nevnir hann golfvøllin, sum er eitt gott frítíðarítriv fyri øll, og svimjilandið, sum saktans eisini kann vera til gagns fyri eldri, og
hann metir ítróttarøkið vera eitt framstig fyri býin og heilsuna.
Fyrrverandi býararkitekturin tekur yvirhøvur væl ímóti ætlanini og heldur ikki, at Stóratjørn fer at vera til ampa fyri miðbýin í Havn. Heldur væntar hann, at har fer hin parturin av mentanini, sum ikki verður at finna uppi við Stórutjørn, at halda til. Somuleiðis hóvar honum tankan um, at hetta projektið er fyri allar Føroyar, nú skjótt 80 % av íbúgvunum fáa vegasamband við hvønn annan.
- Heldur enn at kappast innanhýsis, verður umheimurin ein avbjóðing, sigur Gunnar Hoydal.
MYNDATEKSTUR:
- Tað er altíð best, um fólkið, ið býr í húsunum, hevur møguleika at stíga á jørðina, sigur Gunnar Hoydal, og heldur fyri, at tað ber ikki so væl til, um tú býrt á 10. hædd. Hann mælir tí til eina øðrvísi íbúðabygging á Stórutjørn