- Eg haldi ikki, at vit skulu leggja saman, tí eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar við tí, sigur Jóhan Christiansen, yngsti limur í bygdarráðnum í Leirvík.
- Tey sum argumentera fyri siga, at størri eindir eru sterkari, og at við størri eindum kunnu kommunurnar hava eina betri umsiting. Men eg haldi at um umsiting er argumentið, so hava tey eina stóra og etableraða umsiting í Klaksvík, og tey hava eisini eina í Runavík. Eg haldi ikki, at 2000 fólk geva eitt grundarlag fyri eini stórari og professionellari umsiting, sigur Jóhan Christiansen.
- Tað er nú ikki umsitingin, sum ber kommununa frameftir, tað skuldi gjarna verið politikararnir.
Men um avgerð verður tikin um at Leirvíkar kommuna skal leggjast saman við aðrari kommunu, heldur Jóhan Christiansen tó, at tað er rætt at leggja saman við Gøtu nú, og møguliga leggja saman við eini størri kommunu seinni.
Fari varligari fram
- Vissi vit hyggja eftir teimum stóru kommununum í dag, so er veruleikin, at tær klára ikki at nøkta tørvin. Tað er júst kommunur á tí støddina sum Leirvík og Gøta hava í dag, sum klára tað.
Jóhan Christiansen leggur tó dent á, at hann ikki sigur hetta, fyri at verja Leirvík. Hann heldur tað eisini vera ein fyrimun fyri Gøtu, um bygdirnar standa einsamallar, í øllum førum eina tíð afturat.
- Kommunurnar kunnu byrja við at skapa sær eitt samstarv, har kommunusamanlegging kann vera endamálið. Tað er vorði nevnt, at við einari samanlegging kunnu vit samskipa barnaansing, skúla og eldraøki. Meg eg dugi ikki at síggja, hvat trupulleikin er við at samskipa hesi øki nú, uttan at leggja kommunurnar saman, sigur Jóhan Christiansen.
- Sundalagið er eitt gott dømi um, hvussu samanleggingin eigur at vera gjørd. Har byrjaðu tey við at samstarva, og tá tey høvdu funnið útav, at tað virkaði væl, løgdu tey kommunurnar saman. Hetta er tað rætta, tí tá tað er lagt saman, so vendist ikki aftur. Tað er fastlagt við løgtingslóg, at tá sleppur kommunan ikki burturúr aftur.
- Mær hevði dámt betur, um vit fóru eitt sindur varligari fram, so vit vistu, at samanlegging var tað rætta.
Ræðumyndin, um Leirvík letur verða vit at leggja saman við Gøtu nú, er, at Leirvík fer at standa øðiliga einsamøll. Gøta kundi til dømis valt at lagt saman við Runavík, og tá eru nógv fólk bangin fyri, at Leirvík fer at vera noydd, at leggja saman við onkrari størri kommunu. Men Jóhan Christiansen heldur ongan vanda vera fyri tí
- Tað hava tey sagt í tíggju ár. Eg haldi ikki at tey tora at tvinga kommunurnar at leggja saman. Tað hevði verið fullkomiliga at sett tað kommunala sjálvræðið uppá spæl.
Atkvøður nei
- Eg fari at atkvøða nei, men eg vænti, at úrslitið av fólkaatkvøðuni verður eitt ja. Vit koyrdu henda spurning út til fólkaatkvøðu, tí hetta er ein ov stór avgerð at taka í einum kommunustýri. Hóast eg persónliga eri ímóti samanleggingini, ætli eg mær tí fult út at stuðla tí, um fólkið sigur ja, lovar Jóhan Christiansen.
- Eg havi allatíð meldað út, hvat eg haldi um samanleggingina. Tað er ikki bara ljósareytt at leggja saman, sjálvt um tað ofta verður lýst á tann hátt. Tey, ið tosa fyri, tosa bara um, at ein størri eind kann geva betri tænastu, og at tað enntá verður bíligari. Um vit leggja saman fáa vit gott nokk 25 milliónir krónur og 1000 fólk afturat, men útreiðslurnar fylgja eisini við.
- Eg haldi, at tað er mín skylda at vísa á, at tað er eisini ein onnur síða við samanleggingini. Eg haldi, at hesi ting eisini skulu takast við í metingina, tá vit skulu taka avgerðina.