Vinna
Millum tey mongu, sum høvdu orðið við móttøkuna í Skopun mánadagin, tá ið virkið hátíðarhelt 40 ára stovningardagin, var Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og løgtingsmaður.
Hann greiddi í stuttum frá gongdini í fiskiskipaflotanum um tað mundið, tá ið virkið í Skopun læt upp.
- Fyrst í sekstiárunum komu línubátarnir, og tá kom eisini broyting í á landi. Nú fóru menn at vera burtur alt árið. Teir høvdu ikki møguleika at ferðast til hús millum túrar og tóku tí familjuna á størri pláss at búgva. Avleiðingin var, at færri fólk sótu eftir á smáplássunum.
Borgarstjórin vísti á, at hesi árini sigldu skipini á bretska marknaðin við feska fiskinum, men fingu lítið burtur úr.
- Tað var saltfiskurin, sum gav peningin til breyð á borðið, legði hann aftrat.
Gerhard segði, at í eini bygd sum Skopun var einki lønandi arbeiði fyri kvinnurnar. Kortini høvdu hesar mammur og konur nóg mikið at gera við at passa hús og børn.
- Tá vóru hvørki barnagarðar ella pedagogar uppfunnir, sum hann tók til.
Vend kom í
Gerhard vísti á, at so hvørt, sum sekstiárini gingu, hildu menn og kvinnur, at her mátti vend koma í.
- Vit høvdu útróðrarfelag í bygdini, og tvey feløg vóru, sum keyptu útróðrarfisk. Partarnir fóru nú undir at fyrireika bygging av einum flakavirki, sum hevur verið eitt stórt tak tá í tíðini.
Hann segði, at byggingin av virkinum byrjaði í 1966, og tað var Hannis Jensen, sum stóð fyri hesum arbeiði. Í februar 1968 stóð so flakavirkið í Skopun liðugt.
- Eg trúgvi, at hetta var størsta broytingartíð fyri Sandoynna – og ikki minst Skopun. Menn keyptu sær størri útrórðarbátar; í byrjanini vóru teir Sjóam og Fiskaklettur, og síðan kom ein røð av stórum bátum til bygdar.
Gerhard segði, at egningarskúrarnir, sum eisini komu um hetta mundið, vóru róptir ”universitetini” á bygd.
- Latið okkum ongantíð gloyma tær kvinnur og teir menn, sum løgdu lunnar undir hesa oyggj – og hesa bygd, segði hann.
Tíðir broytast
Borgarstjórin og løgtingsmaðurin ásannaði, at tíðirnar eru broyttar hesi 40 árini, síðan lunnar vórðu lagdir undir hetta vinnuliga virksemi í bygdini.
Hann greiddi í stuttum frá, hvussu gingist hevði virkinum upp í gjøgnum árini.
- Sólarris kom eisini at sigla í brotasjógvum, soleiðis at kommunan noyddist at seta pening til. Hetta gjørdi, at Skopunar kommuna kom at flóta tungt í sjónum, og endin var, at flakavirkið fór á aðrar hendur. Kortini fingu fólk sína úrtøku á virkinum.
Men virkið var ikki verandi opið.
Fyrst í nítiárunum rendi samfelagið seg í svára kreppu, og nýggju eigararnir hildu tað ikki vera ráðiligt at hava virkið opið. Ætlanin var, at tað skuldi tømast fyri maskinur og annan útbúnað, sum skuldi flytast á onnur virkir hjá nýggja eigaranum.
- Men tá søgdu skopuningar kortanei – og vardu virkið, sum teir vóru góðir við. Endin var, at fólkið vann ”slagið”, legði Gerhard aftrat.
Sandoy Seafood
Sum tíðin leið, kom tað almenna upp í, og flakavirkið fekk aftur nýggjar eigarar.
- Tað var nú, at vit fingu Sandoy Seafood, og sandoyggjafólk eru líka góð við virkið í dag sum áður, segði Gerhard Lognberg, sum ynskti felagnum og teimum, ið starvast á virkinum, blíðan byrð.