fyri tað sama er til dømis administrasjónskonsulentur, har er ofta talan um ein mann, sum ger tað sama sum ein skrivari, men fær hægri løn. Fleiri dømi eru um konufólk, ið koma í eitt starv, sum ein maður [...] fram, at nógvar lønarskipanir, sum at síggja til eru kynsneutralar, eru til ógagns fyri kvinnur. Sum dømi ber til at taka læknayrkið. Fyrr var tað eitt mannfólkayrki, men í dag eru nógvir kvinnuligir læknar [...] Á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar høvdu á Hotel Hafnia um vikuskiftið, tosaði Anne Lise Ryel frá javnstøðuráðnum í Noregi um lønarviðurskifti hjá kvinnum sum heild og hvussu týdningarmikið
seymimaskinurnar minna meg mest um tveir eineggjaðar tvíburðar, sum hava fylgst í øllum, bæði dag og nátt. Eg sakni ljóðið frá seymimaskinunum, sum hava seymað okkum tey fínastu klæðini, og hvørt ljóð altíð [...] eins og tey kundu verið hennara egnu. Tað er løgið í dag, tá pápi gongur í býnum við okkum, tí nú er tað so gott sum eingin av teimum fólkunum, sum mamma kendi so væl, ið torir at heilsa uppá okkum longur [...] avleiðingarnar, sum vildu koma um vit mistu hana. Mamma var eitt ótrúligt menniskja á so mangan hátt. Hon var útbúgvin lærarinna, og hevði somuleiðis nomið sær kunnleika innan alt handligt ítriv, so sum seyming
týdningarmikla politiska stig, sum kósin móti republikkini er. Men eitt, sum man ofta hevur undrað seg yvir, er, hví tann parturin av føroyska vinstravonginum, sum í dag er slúsaður inn í javnaðarflokkin [...] tey trælkaðu londini, ið lógu uppaftur longri burturi. Men fyri tí rørslu sum í Føroyum hevði út ímóti sama politiska setning sum eitt nú Sinn Fein, har var bara vanvirðing til yvirs. Tjóðskaparspurningurin [...] Hesi fólkini evnaðu at hugsa tvørturum flokspolitisku mørkini, ein eginleiki sum aðrastaðni í heiminum verður brúktur sum eitt mál fyri demokratiskum hugburði. Og nettup av teirri orsøk megnaðu tey at
fyrrverandi fiskimálaráðharri sum Olaf Olsen, skal tala so harðliga ímóti at fiskiskapurin verður stýrdur. Og hann skilir heldur ikki vinnulívsmenn, sum ikki vilja hava sum mest burturúr sínum íløgum. [...] føroyskir vinnulívsmenn eru so stuttskygdir, sum teir eru. Jákup Reinert, fiskifrøðingur er slett og aldeilis ikki samdur við Olaf Olsen, reiðara á Glyvrum, sum í Sosialinumí gjár hevði hug til at gera t [...] fiskifrøðingunum vóru fullkomiliga veruleikafjarar, tí tær lógu so langt frá tí, sum læt seg gera í verki - og so langt frá tí, sum fór at henda í fiskiskapinum - at tað bar næstan ikki til at tosa um tær. Hann
minnist ikki landskappingardystin í Klaksvík í 1996, sum KÍ vann 1-0. Kortini má sigast, at GÍ eins og B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr hevur víst. Álopið hjá gøtumonnum svíður [...] Í dag skulu seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spælast, og meðan spenningur framvegis er í aðrari av dupultuppgerðunum, er avgerðin mestsum fallin í hinari. Í Gundadali tørna havnarfeløgini [...] løtuni hevur eitt sera gott lið, meðan B36 higartil í ár hevur havt trupult við at røkka somu hæddum, sum liðið var á í fjør. Hin hálvfinalan verður í Gøtu, og her er eitt sindur meira spenningur í. KÍ kemur
enn tað. Síðani tá hevur hann ment seg ómetaliga nógv, og telist í dag millum bestu málverjarnar í Danmark, sigur Svend Knudsen, sum er málmansvenjari í Herfølge. ? Vit sóu beinanvegin, at Jákup hevði [...] at hann hevur lært nógv síðani 1994. ? Málmansspælið hjá mær er sum heild er vorðið betri, og eg kenni meg tryggari í øllum støðum, sum eg komi út í undir dystum, tí vit venja so miðvíst og so nógv, sigur [...] Jákup seg allatíðina til at gera tað, sum venjarin hjá honum vil hava hann at gera, og tað er týðuligt, at Jákup er nógv betri fyri enn kappingarneytin Kai Larsen, sum hevur havt skaða at dragast við í vár
aftur. Hinvegin hevur frástøðan ikki tókst so stór til dagligt, meðan Rosa hevur verið í Føroyum. Hon hevur havt samband við foreldrini næstan hvønn dag ? á internetinum, og tí hevur henni ikki longst so illa [...] ikki, at ungfólk er øðrvísi í Peru enn tey eru í Føroyum. Vit eru saman uppá sama máta, tosa um somu ting, lurta eftir sama tónleiki, men í Peru eru fleiri støð og tiltøk hjá ungfólki at fara til og tí [...] høvuðsstaður í inkaríkinum, fær vitjan av nógvum ferðafólkum, sum koma at hyggja at støðuligum støðum og dýrgripum. Í Cuzco liva nógv framvegis sum indiánarar livdu í gomlum døgum, men fáir upprunaindiánarar
skúlar samstundis sum teir skulu rekast so bíliga sum til ber. Tí eiga vit at hyggja at, hvørjir møguleikar eru at samskipa skúlarnar upp aftur meir. Sum dømi kann eg nevna, at í míni tíð sum landsstýrismaður [...] burtur, tí val varð útskrivað. Vinnuskúlarnir skulu rekast sum sjálvsognarstovnar í framtíðini, ikki sum almennir skúlar, og tað gleðiliga, sum er hent, er at semja er millum allar partar. Viðvíkjandi [...] tað kemur í aftur? ? Tað velst um, hvussu trupulleikarnar vera. Helst hevði eg loyst málið á sama hátt sum tað varð. Eg eri samdur í yrkisfelagnum í, at tá ið næmingartalið fer upp á 26-27 ella meir, er
í seinastuni kom av, at at ein kunngerð varð sett í gildi, sum sigur, at arbeiðsleys skulu hava tørvsveiting ístaðin fyri trongdarveiting, sum tey fingu áður. ? Henda umlegging krevur, at fleiri 100 mál [...] uppgávu í djúpasta álvara, vóru tey bara farin heim eftir lokna arbeiðstíð, og sagt sum so: »So langt rakk eg í dag. Meira kann eg ikki gera, tí nú er arbeiðsdagurin liðugur«. Tað gera tey bara ikki, men [...] kriftin í hansara verð er, at játtanin skal fylgja lóggávuni. Tað er hetta, sum politikararnir mugu taka støðu til, men sum teir ongantíð hava gjørt. Sosiala arbeiðið ? Høvuðsuppgávan í øllum sosialum
útróðrarbátarnir í Klaksvík, sum vóru úr deksbátastødd og heilt upp í 80 tons, róðu dag um dag og við hvørt vóru teir burturi fyri vikuna, sum teir róptu tað. Tá teir avreiddu hvønn dag, vóru teir á høgligu leiðunum [...] Klaksvík. Tey átta umboðini, sum norðoyingar hava í tingi og í landsstýri, heilsaðu samkomuni, og tað, sum kom fram, var áhugavert og onkuntíð skemtingarsamt. Men hjá teimum, sum vóru til staðar, var tað samkoman [...] unum. Mynstrið Tað vóru fleiri til staðar, sum fingu um endan á útróðrinum krígsárini, og sjálvsagt vóru uppaftur fleiri, sum minnast velduga útróðurin, sum í fimtti árunum var grundarlagið undir menning