Eg skilji ikki, at føroyskir vinnulívsmenn eru so stuttskygdir, sum teir eru.
Jákup Reinert, fiskifrøðingur er slett og aldeilis ikki samdur við Olaf Olsen, reiðara á Glyvrum, sum í Sosialinumí gjár hevði hug til at gera tilráðingarnar frá fiskifrøðingum um fiskiskapin undir Føroyum komandi ár, til einkis.
Olaf Olsen segði, at tilráðingarnar frá fiskifrøðingunum vóru fullkomiliga veruleikafjarar, tí tær lógu so langt frá tí, sum læt seg gera í verki - og so langt frá tí, sum fór at henda í fiskiskapinum - at tað bar næstan ikki til at tosa um tær.
Hann helt, at tilmælini frá fiskifrøðingunum vóru so óálítandi og at tey bygdu á eitt so tunt grundarlag, at tey vóru beinleiðis óvísindalig.
Av tí sama skuldi uppgávan at gera tilmæli verið tikin frá fiskifrøðingum. Tí tað er skeivt at byggja ein heilan landsbúskap á eitt tilmæli, sum byggir á so tunt grundarlag.
Ikki hol í høvdið
Hesum er Jákup Reinert púrasta ósamdur í.
Hann sigur, at tað er beinleiðis skeivt, at tilmælini hjá fiskifrøðingum eru so hol í høvdið, sum reiðarin á Glyvrum vil gera tey til.
Veruleikin er, at tað er ógvuliga sjálvdan at okkara tilráðingar ikki vísa seg at halda stikk. Serliga um vit taka tey yvir eitt longri áramál.
Jákup Reinert leggur afturat, at fiskifrøðingar verða eisini førir fyri at gera neyvari og neyvari tilmæli í takt við tøkniligu menningina.
Hann er somuleiðis fullkomiliga ósamdur í, at tilmælini byggja á eitt so tunt grundarlag, at tey eru virðisleys.
Magnus Heinason ger kanningar 9-10 mánaðir um árið. Og grunnurin er altso ikki serliga stórur.
Vit taka eina eisini ørgrynnu av avreiðingarroyndum frá øllum skipabólkum kring alt landið.
So alt í alt handi eg avgjørt ikki, at grundarlagið er ov tunt, sigur fiskifrøðingurin.
Eitt serligt fyribrigdi
Hann viðgongur tó, at trupulleikar vóru við metingunum av toskastovnunum og tilmælunum um at fiska tosk fyrst í nítiárunum.
Men tá gjørdi heilt serlig fyribrigdi seg galdandi, sum vit ongantíð fyrr hava upplivað fyrr í hesi øldini.
Tá broyttust viðurskiftini heilt radikalt við tað, at tað grundleggjandi í sjónum, átan, hvarv í nøkur ár. Og tað kundi ongin vita.
Men nú hava vit so tær royndirnar eisini at byggja á
Tann skeiva metingin av toskinum var ein avleiðing av hesum sama.
? Ongin toskur var á grunninum, men so kom hann brádliga aftur.
Vit høvdu varhugan av, at toskurin var afturkomin.
Men við teimum beisku royndunum úr Kanada í huga valdu vit at binda um heilan fingur.
Og tað haldi eg avgjørt ikki, at tað var nakað sum helst forgjørt í.
Í Kanada tók sama fyribrigdi seg upp. Yvirlitstrolingar vístu knappliga nógvan tosk.
Tí mæltu teir til at hækka toskakvoturnar munandi - og síðani hava teir at kalla ikki sæð tosk har yviri.
Vit vildu ikki koma í somu støðu. Tí valdu vit at stíga varliga og vildu vita um framgongdin helt sær, áðrenn vit mæltu til at hækka fiskskapin, sigur Jákup Reinert.
Men er tað rætt, at tilmæli tykkara eru so veruleikafjar, at viðhvørt mæla tit til at fiska so nógv, at tað ikki letur seg gera, og aðrar tíðir mæla tit til at fiska so lítið, at tað heldur ikki letur seg gera.
Olaf Olsen sipar helst til upsakvoturnar fyri nøkrum árum síðani.
Veruleikin var, at tilmælið um upsakvotuna ta ferðina hevði einki við Fiskirannsóknarstovuna, ella ICES at gera.
Tað var ikki ein fiskifrøðilig ráðgeving, men ein politisk ráðgeving.
Støðan var tann, at upsin og hýsan vóru sera illa fyri.
Og fyri at spara teir stovnarar, mæltu tann politiskt valda Bygnaðarnevndin til at hækka fiskiskapin eftir upsa munandi og tí var ein kunstiga høg upsakvota ásett.
Og tað er ikki tað sama sum ein fiskifrøðiligt tilmæli.
Fiskifrøðingarnir mæltu til eina væl lægri kvotur, sigur Jákup reinert.
Óskiljandi
Jákup Reinert sigur, at samanumtikið skilir hann ikki, at ein fyrrverandi fiskimálaráðharri sum Olaf Olsen, skal tala so harðliga ímóti at fiskiskapurin verður stýrdur.
Og hann skilir heldur ikki vinnulívsmenn, sum ikki vilja hava sum mest burturúr sínum íløgum.
Stýringin í fiskivinnuni hevur nettupp til endamáls at vit skulu fáa meiri burturúr og tí skilji eg heilt einfalt ikki, at vinnulívsmenn kunnu hava nakað ímóti tí.
Eg skilji ikki at vinnulívsmenn, sum vita at teir fáa ov lítið burturúr, eru ímóti at seta tiltøk í verk fyri at fáa meiri burturúr í longdini.
Vit mæla ikki til niðurskurðir bara fyri at verja fiskin. Tað er fyri, at vit skulu fáa meiri burturúr honum.
Men er tað ikki rætt, sum Olaf Olsen sigur, at fiskiskapurin regulerar seg sjálvan, at táið minni fiskur er til, er eisini minni at fáa?
Jú tað er fyri ein stóran part rætt og tað er heldur onki nýtt.
Men endamálið við stýringini er nettupp at sleppa undan, at so nógv minni er at fáa viðhvørt.
Tað stuttskygni, sum nú valdar ímillum vinnulívsmenn, at teir eru ímóti, at fiskivinnan verður stýrd, skilji eg tí ikki.
Vit ikki avgerðina
Annars er Jákup Reinert púra samdur við Olaf Olsen í, at tað eru politikararnir, sum eiga at taka endaligu avgerðina, og sum hava endaligu ábyrgdina av stýringini í fiskivinnuni.
At siga, at vit hava tað avgerðandi orðið, er at geva okkum eitt vald, vit ikki hava.
Men at siga, at vit ikki skulu koma við okkara fiskifrøðiligu tilmælum fyri tað, eri eg fullkomiliga ósamdur í.
Sjálvandi skulu poltikarar stýra og taka avgerðirnar.
Og sjálvandi skulu teir taka ymisk fyrivarni, t.d. fíggjarlig og sosial. At vit so ikki fáa optimalt úr sjónum hvørt ár er so tað, tað er.
Og politikarar kunnu væl eisini semjast um at fylgja okkara tilmælum.
Søgdu valdið frá sær
Jákup Reinert sigur, at tíverri hendi tað, at føroyskir politikarar hava frásagt sær valdið at stýra fiskiskapinum.
Í eini av avtalunum við danir í kreppuárunum, bundu føroyskir politikarar seg til blint at fylgja vísindaligum tilráðingum um fiskiskapin undir Føroyum. Og tað var serstakiga óheppið, tí tá søgdu teir samstundis ábyrgdina frá sær at stýra fiskivinnuni, heldur Jákup Reinert.