kappingarár, men hevur í dag uppsagt samstarvið við HB. Tað tykist púra vist, at Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá Halli Hanssyni og AC Horsens. Felagið hevur fyri kortum koyrt Jonas Dal, sum tók við [...] sum spælir í næstbestu deildini, men hevur kós móti uppflyting. Sum skilst, so er hetta ikki aktuelt og Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá AC Horsens. Úr HB ljóðar, at skiftið kemur óvart á. Jens [...] Askou hevur í fleiri førum verið settur í samband við donsk venjarastørv, men tá komið var til nýggjárs og fyrsta venjingin er í hesu vikuni, so varð væntað, at venjarin helt fram í HB. HB leitar nú eftir nýggjum
toppinum. Tað tók smá trý ár, inntil Bitcoin kom á sama støði aftur, og hetta var nú í desember 2020. Eitt er í øllum førum vist, og tað er, at spennandi verður at fylgja Bitcoin í framtíðini, nú uppmerksemið [...] umtalað sum talgilt gull . Virðið á talgilda gjaldoyranum er nevniliga fýrafaldað í 2020, og tað blívur við og við at hækka, nú vit eru komin tríggjar dagar inn í nýggja árið, 2021. Í skrivandi stund svarar [...] skjótt hinvegin aftur, og síðan í summar hevur tað nærum bara gingið ein veg - upp eftir. Sambært útlendskum miðlum er orsøkin til góðu gongdina hjá Bitcoin, at fleiri stovnar og fyritøkur eru byrjaðar
lag - og saman í frástøðu - verður nýggja árið fagnað. Tað sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna. - Størsta hendingin í árinum er heilt vist korona - at allur heimurin kundi gerast so ávirkaður og broytast [...] Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? - Nýggjár verður hildið saman við familjuni. Vit eta stokt ræst kjøt við eplum, rótum og gularótum. Omaná verður ein góð desert. Á midnátt er vanligt, at grannalagið [...] grannalagið er saman um at senda fýrverk og hugna sær. Síðan verður farið oman í SÍF-húsið til nýggjársrøðuna og at møta bygdafólkinum til nýggja árið. Í ár verður tað ikki sum vanligt, men hildið verður fast
heilsuhjálpar, og onnur starvsfólk, sum hava samband við sjúk og veik fólk við veikari immunverju. Tá ið tey eru koppsett, verða tað tey gomlu á eldrabýlum, og fólk við veikari immunverju, og fólk í vandabólki [...] eitt slag av koppingarevni afturat og danir hava longu bílagt koppingarevni til 1,5 milliónir fólk av tí koppingarevnunum og tað fáa føroyingar eisini sín part av. Og danir hava eisini bílagt koppingarevni [...] myndugleikar, fáa vit koppingarevni til 487 fólk, akkurát um ársskiftið, ella ímillum 28. desembur og 2. januar. Og eftir tað fáa vit eina sending við koppingarevni til 487 fólk aðruhvørja viku. Tað er ein ætlan
oftast spískan reyðan hatt og langt hvítt skegg. Nissan verjir bóndagarðin og øll kríatúrini har, og hóast nissan er lítil, ikki meira enn ein metur høg, so er hon ómetaliga sterk og verður lætt fornermað, [...] jólamannin, hugsa vit ofta eisini um nissurnar. Lítlu hjálpararnir hjá jólamanninum ganga honum til handa og evna gávur til, sum jólamaðurin kann lata teimum, ið hava skikkað sær væl. Í Skandinavia hevur nissan [...] kum høpi verður nissan ofta knýtt at garðinum. Nissan er sálin hjá manninum, ið bygdi bóndagarðin, og sum ivaleyst varð jarðaður undir einum heyggi. Nissan verður tí eisini kallað haugkall ella haugebonde
øllum í familjuni. Tit bæđi tú og mamma hava víst mær stóran kærleika og nærleika gjøgnum alt líviđ. Eg elski tykkum yvir alt fyri tað og Guds signing framtíð tykkara og við vón um, at heilsan hjá tykkum [...] gevur frá morgni til myrkur og eisini meðan ein svevur” Eg vil hervið ynskja tær pabba hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegnum og Guds signing til teg og mammu. Gleðilig jól og gott nýggjár. Vágur hin [...] har búði hann saman við foreldrunum og systkinunum hjá sær ávikavist Hanus, Hanna, Essuni og Eyvør. Pápi flutti seinni suður til Vágs at búgva bert 15 ára gamal og har hevur pápi búleikast síðani, saman
at sum frá leið, helt hon verkætlanina vera spennandi og eisini alneyðuga fyri bæði pendlarar og vinnulív. - Vit eru mong, sum koma at spara tíð, og tíð er eisini peningur, leggur hon aftrat. Fert tú at [...] at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið? - Ja, eg fari heilt vist at brúka tunnilin sum farleið. Eingin ivi um tað, og eg vóni eisini, at tað nokso skjótt eisini verður bíligari at koyra ígjøgnum tunnilin [...] sigur Helen Højgaard Jacobsen á Toftum, tá vit spyrja hana, um hon hevur roynt Eysturoyartunnilin. Og tað hevur hon sjálvsagt gjørt - longu leygardagin, tá tunnilin alment læt upp. Men, hvat heldur hon
gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag? - Tað er heilt vist, at eg fari mær ein túr til Havnar í dag. Havi verið ein túr gjøgnum tunnilin áður, ein sera snøggur og ljósur tunnil. Tað sigur Anfinn Gærdum á Strondum [...] tað tekur bara átta minuttir at koyra av Hvítanesi til tunnilsmunnan á Strondum - og síðan tríggjar minuttir úr munnanum og niðan í Bygdahúsið. Nú er Strendur: Place to be! Vælkomin inn á Strendur, eru seinastu [...] á sølulista, verða tey seld fyri sera góðan prís. Vit hava útstykkjað eina rúgvu av grundstykkjum, og tey eru øll seld. Er tað onkur, sum letur eitt grundstykki inn aftur, so verður tað selt dagin eftir
nú megna at binda Føroyar saman á henda hátt, og at føroyingar koma tættari at hvørjum øðrum, ger okkum sterk, bæði vinnuliga, búskaparliga, handilsliga og ikki minst menniskjansliga. Kann tað hugsast, [...] at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið? - Ja, tað fari eg heilt vist. Um eg fari eftir gomlu farleiðini, verður tað bert tí, eg vil njóta føroysku náttúruna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri
fara ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin? - Tað er so heilt vist, at eg fari. Eg havi fylgt við hesi verkætlan frá fyrsta degi, og tá vit nú so endiliga sleppa at koyra gjøgnum tunnilin í morgin, [...] í húsinum. Vit fara ein túr til Havnar seinnapartin og so heim aftur um kvøldið. Hetta verður spennandi. Tað sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hvat heldur [...] á samfelagið. Henda útbygging er einki undantak, og tað kemur tíðin eisini at vísa. Veruleikin er bara, at vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu stóra og góða ávirkan henda útbygging av vegakervinum kemur