Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Nýggjár verður hildið saman við familjuni. Vit eta stokt ræst kjøt við eplum, rótum og gularótum. Omaná verður ein góð desert. Á midnátt er vanligt, at grannalagið er saman um at senda fýrverk og hugna sær. Síðan verður farið oman í SÍF-húsið til nýggjársrøðuna og at møta bygdafólkinum til nýggja árið. Í ár verður tað ikki sum vanligt, men hildið verður fast við, at felags fýrverk verður skotið. Hvør í sínum lag - og saman í frástøðu - verður nýggja árið fagnað.
Tað sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna.
- Størsta hendingin í árinum er heilt vist korona - at allur heimurin kundi gerast so ávirkaður og broytast so skjótt er ræðandi. Serliga fyrsta tíðin var ógvuslig, har eingin visti, hvussu hetta fór at ganga. Men, samstundis hevur tað verið stórt at sæð, hvussu vit í felag hava klárað hetta. Eg eri takksom fyri, at vit í Føroyum eru komin so væl ígjøgnum hesa avbjóðing higartil, men samstundis er hart at síggja, hvussu heimurin er raktur.
Rósa Samuelsen heldur, at hon hevur verið heppin at hava hildið jólini saman við allari familjuni, børnum og ommubørnum. - Tað er fantastiskt, at møguleikin beyðst, og eg hugsi samstundis nógv um tey, sum ikki kundu vera saman við sínum kæru um jólini.
Hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Ætlanin var at halda summarferiu saman við ommubørnum í Danmark. Tað var keðiligt at noyðast at avlýsa ferðina.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Mítt størsta ynski fyri 2021 er heilt avgjørt, at koppsetingin fer at virka væl. Eg gledi meg til, at vit aftur kunnu verða saman - og eisini, at summarferian kann verða saman við ommubørnunum, har vit kunna verða saman uttan at verða stúrin fyri smittuvanda.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Eg havi eingi nýggjárslyfti, men mín vón er, at vit hava lært av støðuni, sum hevur verið í 2020, og at vit í enn størri mun hava lært at virðismeta løtunar, vit fáa saman, sigur Rósa Samuelsen.