Tí skal nissan hava greyt

Tá vit hugsa um jólamannin, hugsa vit ofta eisini um nissurnar. Lítlu hjálpararnir hjá jólamanninum ganga honum til handa og evna gávur til, sum jólamaðurin kann lata teimum, ið hava skikkað sær væl.

Í Skandinavia hevur nissan tó eina aðra bakgrund, ið ikki hevur so nógv við jólamannin á norðpólinum at gera.

Í norðurlendskum høpi verður nissan ofta knýtt at garðinum. Nissan er sálin hjá manninum, ið bygdi bóndagarðin, og sum ivaleyst varð jarðaður undir einum heyggi. Nissan verður tí eisini kallað haugkall ella haugebonde á norskum - heyggjamaður.

Norðurlendska nissan er lítil, hevur oftast spískan reyðan hatt og langt hvítt skegg.

Nissan verjir bóndagarðin og øll kríatúrini har, og hóast nissan er lítil, ikki meira enn ein metur høg, so er hon ómetaliga sterk og verður lætt fornermað, um bóndin ikki vísir henni virðing. Tí er neyðugt at seta greyt út til nissuna, so hon skikkar sær um jóltíðir, annars fer hon at finna upp á ónollur.

Ikki er heilt vist, hvagani orðið nissa kemur. Á Heimasíðuni snar.fo verður skrivað, at nissa er komið av navninum Niels, sum so aftur kemur Nicolas. Sankta Nicolas var katólskt halgimenni úr Myra í núverandi Turkalandi, sum er upprunin til norðurevropeisku ímyndina av jólamanninum. Onnur vilja vera við, at orðið kemur frá norrøna orðinum niðsi, ið kann merkja lítil frændi.