Nú eru Strendur "place to be"

- Tað hevur tikið mær 50 minuttir at koyra til Havnar, men í dag tekur tað mær bara átta minuttir, sigur Anfinn Gærdum.

 

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag? 

- Tað er heilt vist, at eg fari mær ein túr til Havnar í dag. Havi verið ein túr gjøgnum tunnilin áður, ein sera snøggur og ljósur tunnil. 

Tað sigur Anfinn Gærdum á Strondum.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum? 

- Ein fantastisk verkætlan. Nú búgvi eg á Strondum. Tað hevur tikið mær 50 minuttir at koyra til Havnar, men í dag tekur tað mær bara átta minuttir. Tað er rættiliga stórur áhugi at seta búgv her í kommununi. Koma hús á sølulista, verða tey seld fyri sera góðan prís. Vit hava útstykkjað eina rúgvu av grundstykkjum, og tey eru øll seld. Er tað onkur, sum letur eitt grundstykki inn aftur, so verður tað selt dagin eftir. Áhugin fyri økinum er sera stórur. 

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið? 

- Ja, eg fari avgjørt at brúka farleiðina. Prísurin er í hægra lagi. Vónandi fer hann niður um eitt ár. Var prísurin 100-120 krónur, so fór øll ferðslan gjøgnum tunnilin. Annars eri eg eisini spentur at skipa fyri tiltøkum í Bygdahúsinum. At hugsa sær til, at tað tekur bara átta minuttir at koyra av Hvítanesi til tunnilsmunnan á Strondum - og síðan tríggjar minuttir úr munnanum og niðan í Bygdahúsið. Nú er Strendur: Place to be! Vælkomin inn á Strendur, eru seinastu orðini hjá Anfinni Gærdum.