Ætlar tú tær at fara ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?
- Tað er so heilt vist, at eg fari. Eg havi fylgt við hesi verkætlan frá fyrsta degi, og tá vit nú so endiliga sleppa at koyra gjøgnum tunnilin í morgin, so fara vit øll í húsinum. Vit fara ein túr til Havnar seinnapartin og so heim aftur um kvøldið. Hetta verður spennandi.
Tað sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Allar útbyggingar í vegakervið hava havt stóra positiva ávirkan á samfelagið. Henda útbygging er einki undantak, og tað kemur tíðin eisini at vísa. Veruleikin er bara, at vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu stóra og góða ávirkan henda útbygging av vegakervinum kemur at geva okkum.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, eg fari heilt víst at brúka hesa farleiðina, sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður.