Eitt kanónár hjá Bitcoin - fýrafaldað í virði í 2020

Virðið á kryptogjaldoyranum Bitcoin er hægri enn nakrantíð, og góða gongdin ger, at Bitcoin fær meira og meira uppmerksemi frá almenninginum

2020 hevur verið eitt óvanliga gott ár fyri kryptogjaldoyrað Bitcoin, sum av fleiri verður umtalað sum talgilt gull. Virðið á talgilda gjaldoyranum er nevniliga fýrafaldað í 2020, og tað blívur við og við at hækka, nú vit eru komin tríggjar dagar inn í nýggja árið, 2021.

Í skrivandi stund svarar ein Bitcoin til umleið 34.000 amerikanskar dollarar - ella 210.000 danskar krónur. Seinastu vikuna er virðið hækkað eini 25 prosent.

Fyri bara einum ári síðani lá virðið á 7.000 dollarum, men tá koronakreppan byrjaði í mars, minkaði Bitcoin heilt niður í 3.600 dollarar. Tað gekk tó skjótt hinvegin aftur, og síðan í summar hevur tað nærum bara gingið ein veg - upp eftir. 

Sambært útlendskum miðlum er orsøkin til góðu gongdina hjá Bitcoin, at fleiri stovnar og fyritøkur eru byrjaðar at gera íløgur í Bitcoin. Alsamt fleiri byrja at síggja Bitcoin sum eitt alternativ til onnur gjaldoyru - serliga dollaran, sum er minkaður nógv í virði seinastu mánaðirnar. Tað eru tó enn nógvir kritikarar, ið tala ímóti Bitcoin og argumentera fyri, at hetta bara er eitt spekulativt gjaldoyra, sum eisini kann misbrúkast av brotsmonnum til kriminell endamál. Forsprákararnir fyri Bitcoin siga tó, at hetta kann mann siga um øll gjaldoyru.

Fleiri av teimum, ið kenna til krypto-marknaðin, hava annars mett, at nú er tíðin komin til, at Bitcoin ger eina sokallaða "korrektión", sum merkir, at góða gongdin steðgar eitt sindur á, og virðið minkar nakað. Hetta plagar at vera natúrligt, aftaná at kursurin bara er buldraður upp eftir í eina tíð. Tí hava nógvir spekulantar og nýggir íleggjarar seinastu vikurnar bíðað eftir, at Bitcoin skal minka eitt sindur í virði, soleiðis at teir kunnu keypa seg eitt vet bíligari inn enn til núverandi kurs. 

Men kortini hevur Bitcoin yvirraskað ferð aftaná ferð, og nú hevur virðið á einari Bitcoin rokkið heilt nýggjum hæddum og sett nýtt met.

Spurningurin er tí, hvussu leingi hendan annars positiva gongdin fer at halda á fram - tí sum man plagar at siga, so veksa trøini ikki inn í himmalin. Tí um mann heldur, at tað gongur gott við Bitcoin nú, so skal man minnast til, at tað kann ganga líka skjótt hinvegin - um ikki skjótari. Her kann mann bara hyggja at gongdini um ársskiftið 2017/18, tá virðið á Bitcoin eftir fáum døgum fór frá at vera á sínum hægsta til at kúvenda á toppinum. Tað tók smá trý ár, inntil Bitcoin kom á sama støði aftur, og hetta var nú í desember 2020. 

Eitt er í øllum førum vist, og tað er, at spennandi verður at fylgja Bitcoin í framtíðini, nú uppmerksemið um hesa gjaldsloysn bara veksur.