at tað er bara tann eina fráferðin úr Føroyum. Vit vildu helst havt tríggjar fráferðir. Tí ikki fyrrenn tá fáa vit tað neyðugu følingina við marknaðinum og tann besta prísin. Tann, sum fæst við feskan [...] rógva út. Tann, sum rør út dag um dag, hevur føling við, hvussu fiskurin ferðast og fær tí meiri enn tann, sum bara rør út einstakar dagar. Somuleiðis er tað við útflutningi av feskum fiski: Tann, sum er [...] niðri í Evropa missi álitið á okkum sum leverandørar, tí so vilja teir ikki betala so høgan prís fyri tann føroyska fiskin, sum teir annars høvdu- ella teir fara at keypa fisk aðrastaðni frá. So í síðsta
dansistevna við ymsum fólkadansi, og øðrum, útlendskum dansi, í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Hetta er tann stóra dansistevnan, sum hevur verið annaðhvørt ár ymsastaðni í landinum síðani 1990, táið Dansifrøi [...] táið luttakararnir fáa ein bita. Frá klokkan eitt til klokkan hálvgum fýra verður undirvísing. Táið tann almenna framsýningin byrjar klokkan hálvgum fimm fer Dan Nielsen, formaður í mentanarnevndini hjá [...] Kirsten Steinø hevur undirvíst. Á almennu framsýningini fara eisini børn og ung at vísa dansir fram. Tann almenna framsýningin endar umleið klokkan seks. Um kvøldið, klokkan sjey, verður so borðhald og aftaná
ferðina fyrsta landskappingardystin í superliguni, og bæði tí og tí hann spældi móti Toda, stendur tann uppgerðin klár í huganum á málverjanum: ? Teir fingu fyrra málið, tá 83 minuttir vóru farnir. Bólturin [...] Jákup plagar at stríðast við Kaj Larsen um málverjuplássið, men hesin hevur verið skaddur í drúgva tíð. Í hesi vikuni er hann so smátt farin at renna, og í komandi viku fer hann av álvara undir aftur m [...] álopinum. Todi kappast við David Nielsen, Thomas Thorninger og Kenneth Jensen, og higartil er Todi tann, sum hevur fingið mest spælitíð. Mánadagin varð hann skiftur út, tá 68 minuttir vóru spældir, men
dansistevna við ymsum fólkadansi, og øðrum, útlendskum dansi, í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Hetta er tann stóra dansistevnan, sum hevur verið annaðhvørt ár ymsastaðni í landinum síðani 1990, táið Dansifrøi [...] táið luttakararnir fáa ein bita. Frá klokkan eitt til klokkan hálvgum fýra verður undirvísing. Táið tann almenna framsýningin byrjar klokkan hálvgum fimm fer Dan Nielsen, formaður í mentanarnevndini hjá [...] Kirsten Steinø hevur undirvíst. Á almennu framsýningini fara eisini børn og ung at vísa dansir fram. Tann almenna framsýningin endar umleið klokkan seks. Um kvøldið, klokkan sjey, verður so borðhald og aftaná
sum kunnu fiska við gørnum á djúpum vatni, tvs. á 200-300 favnum. Tvs, at tann, sum varð riggaður til í Fuglafjørði nú, var tann fyrsti. Talan er um smáar trolarar, sum ikki síggja sær nakrar serligar [...] híosdagin, tað er Constant Friend, sum eisini er fyrrverandi trolari. Og avtala er eisini gjørd um tann triðja trolaran, sum kemur seinni. Á KJ Hydraulikk dylir Sofus Gregersen ikki fyri, at teir eru sera [...] hetta, var hetta eisini slóðbrótandi í Norðuratlantshavi. Tí hetta hevur ongin roynt fyrr í nýggjari tíð í øllum førum. Síðani tá hava aðrir tikið eftir. Men eins og Anita var slóðbrótarin her norðuri
føroysk grundlóg og føroysk loysing frá Danmark fylgjast at, at tann avgerðin má, eg eri samdur, staðfestast av eini fólkaatkvøðu. Men tann tíð, tann sorg. Tó tá skulu vit eisini vera førir fyri at gjalda loysingina [...] so merkja, at politikkurin higartil hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið ein »óskipað loysing« ? og tann politikkurin er ikki rættur í dag. Undir fólkatingsval-agitatiónini og eftir valið kom kjakið um, [...] loysingina sjálvir, alt annað er óverdugt og órealistiskt. Um føroyingar til ta tíð halda, at skilabest er at loysa, er ein onnur søk. Unga ættarliðið er nógv meira upplýst og nógv meira bereist, enn vit
Tann meinigi borgarin, sum í 92-93-94-95 setti sítt álit á, at landsins ognir vórðu umsitnar eftir tí meginreglu, at sum mest skuldi koma fólkinum til góðar, fara á valinum hesaferð helst (og tað vóni [...] veljarin vil nakað annað. Vit í Javnaðarflokkinum vilja, at Føroya Banki verður landsins ogn eina tíð enn. Lat okkum fáa avtalurnar við Danmark upp á pláss fyrst, og síðan kunnu vit síggja tíðina an. Hetta
Leygardagin 2. mei verður country festivalur í Havn. Í longri tíð ljóðaði at heimskenda amerikanska songkvinnan Skeeter Davis skuldi verða við á festivalinum, men orsakað av ringari heilsu hevur hon givið [...] givið avboð. Men festivalurin verður ikki avlýstur fyri tann skuld og góðskan verður ikki stórt verri heldur. Talan verður um ein festival, har bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar verða við. Black
oynna Fraser, eitt annað av stoltleikum australianna. Hetta er ein sandoyggj burturav, og samstundis tann størsta av slagnum í heiminum. Eisini er hetta einasta stað í heiminum, har regnskógur veksur upp [...] strond eisini spakuliga til sjóndar, og tá vistu vit, at myndirnar høvdu veruliga talað satt. Hetta var tann bláasti blái litur vit hava sæð, og inni við strondina fór hann yvir í ljósagrønt, orsakað av sandbotninum [...] undir jørðini. Her var tað bara komið upp til yvirflatuna. Tað er regnvatn, sum er sílað gjøgnum tann fína sandin, og tí er so reint. Tjaldaðust Ringt var at fara víðari frá einum sovorðnum stað, men
hetta kvøldið. Fløvandi jazzur Havi sjálvur verið eina tíð úti í heimi handan Atlantshavið, og við slíkar heimkomur er tað ikki óvanligt, at ein fær tann obligatoriska spurningin, um tað ikki er kalt at lenda [...] Fyri nøkrum árum síðani var tann amerikanski tónleikarin, Butch Lacy, í Føroyum og legði føroyskum tónleikalívi lag á. Ivaleyst hava báðir partar verið nøgdir við hesa vitjan, tí triðja páskadag byrjaði [...] , men uppgávan at finna parkeringspláss ella at koma sær at framat í atgongumerkjaraðnum var ikki tann torførasta. Eitt sindur av fólki hevði tó leitað sær niðan í Sortudíki, og tað var eisini krás fyri