sum minnast standin í Føroyum áðrenn fólkapensjónin kom, vit hava skyldu til í dag, at reisa hárygg og siga við okkara politikkarar, hvør sær, at teir mugu halda uppat at spæla stórir í ondini, og syrgja [...] syrgja fyri at blokkurin kemur aftur í rættlag. Ein tómur landskassi er ikki nokk, tað skal meira til. Tað partamaður mín Kristian Magnussen segði í Útvarpinum í dag, voldi mær sorg at hoyra. Så manga hoved [...] manga sind. Fyri nøkrum døgum síðan var long grein í bløðunum, við myndum av formonnunum í Landsfelagnum hjá pensionistunum og Pensionistafelagnum í Havn, har teir greiddu frá støðuni hjá pensionistunum
prinsur, og krúnprinsaparið Frederik og Mary vitja í Føroyum, so tíðarætlanin tykist passa ógvuliga væl. Nevndarformaðurin í Norðoyatunnlinum, Bergur í Garði, sigur, at hann hevur eisini frætt, at tað verður [...] fyrireika dagin í ein ávísan mun, og sambært tíðarætlanini verður tað helst einaferð í seinnu helvt av juni mánað, at seinasta skotið verður latið av, sigur Dávur Reinert Hansen. Tað er júst í seinnu hálvu [...] skotið av, men enn hevur nevndin einki frætt um hetta. Bergur í Garði heldur tó, at tað hevði verið ógvuliga hóskandi, um tað var onkur limur í kongafamiljuni, ið skeyt seinasta skotið. Ríkisumboðið hevur
hálvthundrað árum síðani. Eitt slíkt rák vil hann helst ikki síggja í Føroyum og Grønlandi, og tað kann fyribyrgjast, um londini halda fram í felagsskapinum. [...] forðingar, men hann ivast tó ikki í, at hetta letur seg gera við góðum vilja frá øllum pørtum. Hann duldi ikki fyri, at hansara størsta ynskið var, at londini halda fram í felagsskapinum. Øll gerast fátækari [...] fátækari Hann vildi vera við, at øll londini gerast fátækari, um vit brádliga halda í hvør sína ætt. Øll londini í felagsskapinum hava nakað at bjóða hvørjum øðrum, og hetta vil Danmark halda fast um. Svend
Karsten Hansen, segði í Dimmalætting mánadagin, at við avgjaldinum fáa tey ungu nýtt minni av lummapeninginum til góðgæti, og tað sá hann ongan trupulleika í. Eisini formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Heðin [...] vísti á í Útvarpi Føroya mánakvøldið, at royndir við tubbaksgjaldi hava víst, at avgjøld tálma nýtsluna, og tí kundi hugsast at sama søga var við søtmetinum. Uppgávan at halda avgjøld niðri Vinnulívið í Føroyum [...] avgjaldið, og landsstýrismaðurin í vinnulívinum skilir væl støðuna, tí vinnupolitiskt er tað ikki skilagott við avgjøldum, sigur Bjarni Djurholm. Hann var ikki sjálvur á fundinum í seinastu viku, har avgjaldið
privatlívi annars ? verða raðfest fremri enn tað materiella í dag. Tað hava øll ættarlið í Føroyum tørv á. At kenna seg góðkendan og virðismettan, og at fáa eina viðurkenning og eitt heraklapp frá sínum m [...] bygdum, býum í øllum oyggjarsamfeløgum í dag. Áðurnevnda umfatar eisini allar útbúgvingarskipanir, at fólkaskúlar, hægri skúlar, lærustovnar og lærupláss fáa lestrarstuðul og skattafría inntøku í dag. [...] grundleggjandi skeivt og órættvíst alt er skipað kring landið, og her í Havnini. Bygnaðar- og hugburðabroytingar eiga at verða framdar úti í tí politiska lívinum og innanfyri politisku skipanini og lands- og
kapping, og onkur má vinna. Í ár er tað Klaksvík, ið eigur vakrastu og bestu songrødd í Føroyum. Tað úrslit komu teir seks dómararnir, sum rættiliga høvdu eina torføra uppgávu, í hvussu er til. Sum skilst [...] 2003? skuldi vera sum ætlað. Tað vísti seg eisini at vera eitt gott hugskot, tí úselt varð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Bæði foreldur, avvarðandi og hópin av áhoyrarum vóru til staðar, [...] bjóðaðu fyrsta finalistinum upp á pallin. 12 luttakarar sungu seg inn í hjørtuni á teimum nógvu áskoðarunum, og ikki man nakar vera ósamdur, í at øll sungu sera væl. Hækkandi tónlistaligt støði Tónlistaliga
trolaranum, í hvussu so er fyribils. Mikkjal Hammer, vanliga nevndur Mikki, er reiðari á nýggja trolaranum og hann var við yviri í Íslandi eftir trolaranum og væntandi skuldu teir verða í Føroyum í gjárkvøldið [...] skipari á Steintór, sigur teir hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi. Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum [...] Pauli Hammer væntar, at trolarin fer at standa teimum í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap. Hann segði stutt fyri evstamark í gjár, at Sjaðakelttur væntandi fer á beding á Skála
hendi. Skrivstovan er framvegis í hølunum hjá P/F Jómar á bryggjuni á Norðskála. Men Árni hevur ikki bara verið reiðari; hann hevur eisini verið formaður í Felagnum Línuskip í fleiri ár. Nú hann minkar um [...] eigur Fugltúgvuna. Svágur tekur yvir Frá umleið hálvum november í ár, hevur svágur Árna M. Dam, havnamaðurin, Dánjal Jákup Vilhelm, sum býr í Leynum, tikið yvir reiðaravirksemið hjá Thomasi Nygaard og Fugltúgvuni [...] vera formaður í felagnum hjá línuskipum meira. Felagið hevði fund á Runavíkar Sjómansheimi sunnudagin, og tá varð annar formaður valdur. Sum tann skilamaður, Árni er, hevur hann eisini sitið í nevndum, sum
psykiatriska økinum í Føroyum. At seta samskipara burtur av til psykiatriska økið hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Sinnisbata í nógv ár. Tá ið Serforsorgin noktaði felagnum innlit í, hvør mannaði bólkin [...] SINNISBATI Sum einasta áhugafelag í landinum hjá sálarliga sjúkum og avvarðandi teirra, metir Sinnisbati, at tað var bæði rímiligt og rætt, at felagið fekk - um ikki umboðan, so innlit í, hvør mannaði bólkin, sum [...] men at sýta okkum at fáa at vita, hvør sat í bólkinum, sum skuldi tilmæla, hvør samskiparin skuldi vera, meta vit ikki er rætt, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata. Tískil kærdi felagið Serforsorgina
marknaðarføra seg í økjum í Føroyum og við einum samstarvssáttmála við KÍ vænta tey at gerast meiri sjónlig í Norðoyggjum. Sjálvsagt verður tann eyðkenda stjørnan at síggja kring vøllin í framtíðini. Veðrið [...] uttanlandaferðir hjá 1. deild við kvinnum og monnum. ? Í ár verða tað bara fyrstu deildarliðini, sum fáa ágóðan av stuðlinum, tí avtalan júst er komin í hús, men komandi ár verða eisini pengar til onkur av [...] hvussu íðin fólk vóru í teirra royndum at fáa hendur á onkrum av hesum, sum kom úr kanónini. Við hesum startskotinum og samstarvsavtaluni er lagt upp til eina nýggja tíð hjá Maersk Air í Klaksvík. Einasta