- Eg boyggi meg fyri landsstýrisavtaluni

Bjarni Djurholm heldur, at vinnupolititiskt er tað ikki skilagott við avgjaldinum á søtmeti. Tað er ein sannroynd, at heilsumál og vinnumál sjáldan ganga hond í hond, og hóast eg ikki eri fegin um avgjaldið, so kenni eg meg noyddan at boyggja meg fyri avtaluni í landsstýrinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Síðan tað kom fram fríggjadagin í farnu viku, at landsstýrið hevur ætlanir um at leggja avgjald á søtmeti, hevur stórt kjak stungið seg upp. Ætlanin hjá landsstýrinum við avgjaldinum er at tálma nýtsluni av sodavatni og góðgæti hjá teimum ungu.
Grundgevingin er bygd á heilsustøðuna hjá teimum ungu, sum ikki verður mett at vera nóg góð, tí tey eta ov nógv ósunt. Tað eru deildar hugsanir um endamálið hjá landsstýrinum, tí fleiri hava róð frammundir, at veruliga orsøkin til avgjaldið er, at tað táttar í á fíggjarliga økinum, og fyri at fáa endarnar at røkka saman, leggur landsstýrið nú avgjald á søtmeti. Inntøkurnar av avgjaldinum verða mettar til góðar 20 mio. krónur
Vinnuhúsið og andstøðutinglimir siga seg ganga ímóti ætlanini hjá landsstýrinum. Fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, segði í Dimmalætting mánadagin, at við avgjaldinum fáa tey ungu nýtt minni av lummapeninginum til góðgæti, og tað sá hann ongan trupulleika í.
Eisini formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Heðin Thomsen, tekur undir við avgjaldinum, og vísti á í Útvarpi Føroya mánakvøldið, at royndir við tubbaksgjaldi hava víst, at avgjøld tálma nýtsluna, og tí kundi hugsast at sama søga var við søtmetinum.

Uppgávan at halda avgjøld niðri
Vinnulívið í Føroyum hevur seinastu dagarnar hartað landsstýrinum fyri avgjaldið, og landsstýrismaðurin í vinnulívinum skilir væl støðuna, tí vinnupolitiskt er tað ikki skilagott við avgjøldum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann var ikki sjálvur á fundinum í seinastu viku, har avgjaldið varð viðgjørt, og hóast tað býður honum ímóti, so kennir hann seg noyddan at boyggja seg fyri avtaluni.
? Tað er sannroynd, at heilsumál og vinnumál sjáldan ganga hond í hond, og avgjaldið rakar sjálvsagt mítt øki, bæði á sølu og framleiðslu síðuni, men eg fari at boyggja meg fyri avtaluni, hóast tað primera altíð er at royna at halda avgjøldum niðri, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.