Sinnisbati kært Serforsorgina til løgtingsins umboðsmann

Sinnisbata varð sýtt at fáa at vita, hvør skuldi seta psykiatriska samskiparan, sum nú er settur. Hetta vildi felagið ikki góðtaka og kærdi Serforsorgina til løgtingsins umboðsmann

SINNISBATI

Sum einasta áhugafelag í landinum hjá sálarliga sjúkum og avvarðandi teirra, metir Sinnisbati, at tað var bæði rímiligt og rætt, at felagið fekk - um ikki umboðan, so innlit í, hvør mannaði bólkin, sum hevur sett fyrsta psykiatriska samskiparan at taka sær av psykiatriska økinum í Føroyum. At seta samskipara burtur av til psykiatriska økið hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Sinnisbata í nógv ár. Tá ið Serforsorgin noktaði felagnum innlit í, hvør mannaði bólkin, gjørdi Sinnisbati ikki mætari enn at kæra Serforsorgina inn fyri løgtingsins umboðsmann.
- Sum áhugafelag mettu vit, at tað hevði verið gott, um felagið kundi vera við til mæla til, hvør psykiatriski samskiparin skuldi vera. Hetta varð sýtt okkum, men at sýta okkum at fáa at vita, hvør sat í bólkinum, sum skuldi tilmæla, hvør samskiparin skuldi vera, meta vit ikki er rætt, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata.
Tískil kærdi felagið Serforsorgina inn til løgtingsins umboðsmann. Hesin hevur longu svarað kæruni og víst hana aftur í fyrsta umfari út frá teirri grundgeving, at felagið kundi havt kært Serforsorgina til Almanna- og heilsumálastýrið fyrst.
- Hví vit ikki kærdu til Almanna- og heilsumálastýrið fyrst, er tí, at vit í grundini ikki reiðiliga vistu, hvar vit skuldu kæra. Aftaná kunnu vit siga, at vit áttu at havt kært har fyrst, sigur Svenning av Lofti.
Psykiatriski samskiparin er settur, men hvør viðkomandi er, er ikki alment enn. Formaðurin í Sinnisbata leggur dent á, at kæran til løgtingsins umboðsmann ikki skal tulkast soleiðis, at felagið hevur nakað ímóti samskiparanum, ei heldur Serforsorgini.
- Vit hava góð viðurskifti við Serforsorgina og vit heilsa nýggja samskiparanum vælkomnum. Tað er mannagongdin í málinum, sum vit hava kært, sigur Svenning av Lofti.