Alt bendir á, at tá ið Norðoyatunnilin verður skotin endaliga ígjøgnum, verður tað ein limur úr danska kongshúsinum, ið fer at skjóta seinasta skotið av. Vælvitandi keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, vátta, at ætlanir eru um hetta.
Tíðarætlanin passar
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunnilinum, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini. Hann sigur, at dagurin, tá ið seinasta skotið skal latast av, er ikki ásettur enn, og fyrr enn tað er greitt, ber ikki til at fyrireika dagin nágreiniliga.
- Vit fyrireika dagin í ein ávísan mun, og sambært tíðarætlanini verður tað helst einaferð í seinnu helvt av juni mánað, at seinasta skotið verður latið av, sigur Dávur Reinert Hansen. Tað er júst í seinnu hálvu av juni mánað, at Margrethe drotning, Henrik prinsur, og krúnprinsaparið Frederik og Mary vitja í Føroyum, so tíðarætlanin tykist passa ógvuliga væl.
Nevndarformaðurin í Norðoyatunnlinum, Bergur í Garði, sigur, at hann hevur eisini frætt, at tað verður onkur kongaligur, ið skal lata seinasta skotið av, men enn hevur nevndin einki frætt um hetta. Bergur í Garði heldur tó, at tað hevði verið ógvuliga hóskandi, um tað var onkur limur í kongafamiljuni, ið skeyt seinasta skotið.
Ríkisumboðið hevur umrøtt málið
Á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum arbeiða tey við at leggja skránna fyri kongaligu donsku vitjanina. Marian Khalil, ið hevur málið um hendi, sigur, at í verandi løtu er seinasta skotið í Norðoyatunnlinum ikki ein partur av skránni, men málið hevur verið umrøtt.
- Trupulleikin er tann, at dagurin fyri seinasta skotið er ikki ásettur enn, og ikki fyrr enn tá kann støða takast til, um tað ber til hjá umboðum fyri kongshúsið at verða við til at lata seinasta skotið av. Eg kann tó vátta, at tað hevur verið viðgjørt, men tað eru nógv ting, ið skulu upp á pláss, áðrenn tað gerst veruleiki, sigur Marian Khalil.