Búskapar- og samfelagsfrøðingar

   

Tað er slett ikki neyðugt at vera serfrøðingur við ymiskum heitum fyri at vísa á hvussu grundleggjandi skeivt og órættvíst alt er skipað kring landið, og her í Havnini. Bygnaðar- og hugburðabroytingar eiga at verða framdar úti í tí politiska lívinum og innanfyri politisku skipanini og lands- og kommunalpolitikk. Tað er við at fremja tillagingar til framleiðslu, útboð og eftirspurning av vørum og tænastum, og eisini inn- og útflutning, ið skal styrkja búskaparligu støðuna.
Tað er avgerandi neyðugt at fáa tillagað búskapin og samfelagið, handils- og vinnulív, og vinnurnar við ymiskum heiti, eftir framleiðslu, útboði og eftirspurningi. Tað er avgerandi neyðugt at fáa allar sethúsaeigarar úti á bygdum og býum, í øllum oyggjarsamfeløgum, at fremja slíkar broytingar og raðfestingar. Tað vil siga, so at bleytu virðini ? sosiala samveran heima, á arbeiðsplássum, í frítíðarfeløgum og privatlívi annars ? verða raðfest fremri enn tað materiella í dag. Tað hava øll ættarlið í Føroyum tørv á. At kenna seg góðkendan og virðismettan, og at fáa eina viðurkenning og eitt heraklapp frá sínum medmenniskjum hjálpir. Tað eiga at vera framdar broytingar av avtøku av øllum frádráttum og framíhjárættindum í skatta-skipanini. Tað kundi verið skipað soleiðis fyri av »Fíggjarmálaráðnum« við fíggjarmálaráðharranum, Kartini Hansen, at fyrstu 5-6.000 kr. um mánaðin vóru skattafríar. Tað er tá øll hava goldið avdrag og rentur av brúkslánum, so sum el, telefon, tryggingar og neyðsynjarvørum, at há, miðal- og láginntøkur goldu 50% í skatti. Tá vildu vit sloppið undan lønarhækkingum, stættarmuni, framíhjárættindum, familju, vina og kenninga plitikkinum úti á øllum arbeiðsmarknaðum og arbeiðsplássum.
Tað, ein leggur upp til, er at fáa eitt rættvísari samfelagsbýti millum arbeiðandi fólki og arbeiðstøku úti á bygdum, býum í øllum oyggjarsamfeløgum í dag. Áðurnevnda umfatar eisini allar útbúgvingarskipanir, at fólkaskúlar, hægri skúlar, lærustovnar og lærupláss fáa lestrarstuðul og skattafría inntøku í dag.