Klaksvík:
Veðrið var av tí allarfagrasta sunnudagin, tá Stig Albeck, marknaðarstjóri, og Karl Birgir Isaksen skrivaðu undir samstarvssáttmála fyri Maersk Air og KÍ.
Karl Birgir Isaksen sigur, at hesin sáttmálin kemur sera væl við hjá KÍ fíggjarliga. Hann hevur við sær, at Maersk Air stuðlar KÍ við ymsum tiltøkum og uttanlandaferðir hjá 1. deild við kvinnum og monnum.
? Í ár verða tað bara fyrstu deildarliðini, sum fáa ágóðan av stuðlinum, tí avtalan júst er komin í hús, men komandi ár verða eisini pengar til onkur av teimum yngru liðunum, sum skulu uttanlands, greiðir Karl Birgir frá.
Maersk Air marknaðarføra seg í økjum í Føroyum og við einum samstarvssáttmála við KÍ vænta tey at gerast meiri sjónlig í Norðoyggjum. Sjálvsagt verður tann eyðkenda stjørnan at síggja kring vøllin í framtíðini.
Veðrið var sum sagt av tí allarbesta sunnudagin, tá asáttmálin varð undirskrivaður í hálvleikinum. Og samstundis nýtti Stig Albeck høvi til at royna ta nýggju Maersk Air kanónina til at skjóta út tíggju ymisk ferðatilboð og gávukort til fjepparar og áskoðarar kring vøllin. Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu íðin fólk vóru í teirra royndum at fáa hendur á onkrum av hesum, sum kom úr kanónini.
Við hesum startskotinum og samstarvsavtaluni er lagt upp til eina nýggja tíð hjá Maersk Air í Klaksvík. Einasta ferðamannaskrivstovan í Klaksvík, Fonn Flog, umboðar Maersk Air.
Leivur Fonn, stjóri á ferðamannaskrivstovuni var eisini vælnøgdur á loftinum í KÍ høllini, har stuðlar, áskoðarar og onnur vórðu boðin til ein drekkamunn við sermerktu Maersk Air-KÍ køkuni, sum bakaríið hjá Símuni hevði gjørt til dagin.
Avtalan er ikki gjørdi fyri nakað ávíst áratal, men Karl Birgir sigur, at teir samdust um, at hon skuldi verða fyri nøkur ár framyvir.









