ið ikki varð nýtt, so mátti íblásturin koma aðra staðni frá, og nógv av íblástrinum fann hann í høvuðsleikarunum í filminum. -Vit byrjaðu at fylgja teimum í støðunum, sum tær eru í, og við teimum í huga [...] at gera hann. - Eg og Marjun Syderbø Kjelnæs vildu ikki skriva søguna eftir eini uppskrift, og heldur ikki brúka standard modellið, sum ein spælifilmur í Hollywood vanliga verður gjørdir eftir. Tað var stuttligt [...] man sær í nógvum fólki. Tær umboða væl ymiskar síður av Føroyum, og kenna vit tær ikki, so hava vit verið tær, staðfestir hann. Hann heldur eisini, at tær báðar eru tað, sum er tað mest áhugaverda í filminum
verður løgtingsval í apríl, ella mai mánað næsta ár. Tað metir Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum, og sum fylgir væl í politikki. Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31 august, men í sendingini, [...] Summarmorgun, í KvF í morgun, metti hann, at løgtingsvalið verður í ótíð. – Skal valið verða 31. august, skal tað útskrivast á ólavsøku, og eg vænti, at tað verður ov knípi, heldur hann. Men hann sigur [...] sigur, at tað er als ikki óhugsandi, at løgtingsvalið verður longu í heyst. Hann heldur, at tað hevði gjørt tað rættiliga nógv lættari hjá løgmanni á nógvum økjum at havt val í heyst, eitt nú um tað vísir
áður, og fólk fella sum sum flugur fyri sjúkuni. Serliga í Klaksvík og í Eysturoy, eru tey hart rakt, men tað eru eisini nógvir smittutilburðir í Havn. Hetta hevur fingið Landsstýrið at mæla til, at sosial [...] eisini, at gullveitslan í Klaksvík eigur at verða avlýst. Tey hava ikki spurt meg, men høvdu tey tað, hevði eg mælt teimum til at avlýst, sigur hann. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at sum støðan [...] sosial samvera hjá børnum og ungum verður avmarkað. Men í Klaksvík hava tey nógv at feiðra, tey Kí er Føroyameistari í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum, og tað ætla tey at feiðra við einum braki av eini
somu stødd í kjallaranum, og tað er ikki ósannlíkt, at so verður um ikki so langa tíð, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi. Bíðilisti Eldrasambýlið á Korndalsharmi verður tað einasta av sínum slag í økinum. Um [...] flyta búfólkini inn í juni-juli. Tá er alt økið við húsini liðugt, vegur, parkeringsviðurskifti og slíkt, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, ið er bygdaráðsformaður á Eiði. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør [...] hava skrivað seg upp til búpláss í nýggja heiminum. - Onkur teirra er úr øðrum kommunum, onnur við tilknýti til bygdina. Húsini eru sjálvsagt fyrst og fremst fyri fólk í okkara egnu kommunu. Tað er Ronald
hvørt fólk í Føroyum. Bankar hava eina týðandi funktión í samfelagnum, tí teir tryggja, at tað til dømis ber til hjá einum ungum pari at keypa eini hús nú, sum tey annars høvdu skulað spart upp til í nógv, [...] tíðina kunngera bankarnir sjálvir úrslitini eftir skatt. Tað er ikki vanligi mátin at fortelja um eitt úrslit (mann samráðist heldur ikki um “løn eftir skatt” á arbeiðsmarknaðinum), so mann kann hugsa, [...] framvegis sera bangin fyri, at kappingin á fíggjarmarknaðinum í Føroyum er sera avmarkað. Ikki minst orsakað av, at tað er so trupult at flyta ímillum bankarnar, tá til dømis fyrsta lánið er tikið. Tað
mars, men ikki í januar. Hvør orsøkin er til hesa gongd, veit eg ikki, sigur virkisleiðarin. Annars er rættiliga nógvur upsi á marknaðinum. - Í løtuni er tað ikki so nógv ein spurningur hjá virkjunum um at [...] burtur úr fiskinum í løtuni, er væl minni enn vanligt. Upsin er óvanliga rak, og tað plagar hann ongantíð at vera í januar. Hetta er heilt óvanligt. Fiskurin plagar at fella í vekt síðst í februar og mars [...] góða upsafiskiskapin í vetur, og serliga í januar eru skip javnan komin aftur full undir lúkurnar eftir stutta roynd. Vit hava eisini víst á, hvussu ymiskur fiskurin hevur verið í stødd ? alt eftir, hvar
Kiana Rahmani hava samært NRK ikki sæð mammuna í átta ár. Tey hava heldur ikki tosað við hana í tvey ár. Í dag lósu tey røðu hennara við tá heiðurslønin varð handað. – Eg eri vís í, at Nobel friðarheiðurslønini [...] Mohammadi sjálv situr í Evin-fongslinum í Teheran, tosaðu børnini hennara vegna hana. Hon fær virðislønina vegna áralanga stríðið fyri rættindum hjá kvinnum í Iran og mannarættindi í heiminum. Børnini Ali [...] mótmælini í Iran eftir at tann 22 ára gamla Masha Amidi doyði 16. september í 2022. Amini misti vitið, tá hon var í varðhaldi hjá iransku moralløgregluni. Hon varð handtikin, tí hijab hennara ikki fjaldi
um. Nógv fólk gongur í skúla í Havn, eins og nógv fólk á bygd arbeiða í Havn, og tey hava eisini brúk fyri læknanum av og á. Umframt tað koma nógvir sjúklingar av bygd í viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Hesi [...] settur inn í bein ella mjødn. Sjúklingurin var av bygd, men hættaði sær ikki heimaftur, og fór tí til sonin í Havn at búgva. Tá sjúklingurin fekk ringa pínu, og tað tóktist sum var bruni komin í, valdi eg [...] tekur arbeiðið í huganum við sær heim, aftaná drúgvan arbeiðsdag. Læknin tímir heldur ikki so væl út millum fólk í frítíðini, av tí at flest fólk vilja tosa við hann um sjúkur. Tað er ikki júst tað, ein
gott at vera í, tí fólk fara ikki í nakað, tey ikki kenna seg væl í. ? Ferðavinnan vil hava troyggjur, sum eru í natúrlitum, og tað undrar meg ikki. Natúrlitir er tað ferðavinnan setir í samband við Føroyar [...] arbeiða við yvirflatum og bygnaði í yvirflatum. Tað gevur størri úttrykk í tekstilinum. Eg eri í holt við at gera mær eina atlas burtur úr føroysku mynstrunum. Eg broyti tey ikki, men bara bindingarháttin, so [...] fullur av góðum tógvi í dag, tú fært ikki fólk til at ganga í pløggum, sum eru bundin við hvøssum tógvi sum tað føroyska. Grundin til, at føroyska tógvið er so hvast er broddurin. Fyrr í tíðini sótu fólk og
flutt bingjuplássið hjá IRF út í gamla grótbrotið undir Akursgerði . Ruskplássið hevur verið úti í óbygdum, langt inni í dalinum Trongisvági, men býráðið hevur nú flutt tað í gamla grótbrotið heilt har úti [...] ruskplássið langt úti í óbygdum inni í dalinum í Trongisvági, og har stóð tað væl. Hví, tað skuldi flytast er ikki gott at vita. Einaferð stóðu bingjurnar beint uttanfyri TB - húsið, har ið hundraðtalsfólk [...] mótmælini til eftirtektar í fyrstu syftu og steðgaði tí fyrireikandi arbeiðnum, sum kommunumenn vóru farin í holt við til ruskplássið grótbrotinum. Men tað vardi ikki leingi, tí í farnu viku samtykti býráðið